tí hann var tømdur fyri hvørt nikk og prikk, ið var at selja. Eins og undanfarnu ár, hava páskareggini, sum Peturbjørg hevur stoypt og prýtt verið sera væl umtókt, og 800 kilo av sjokolátu í páskareggum [...] at stoypa tey, skal sjokolátan fyrst hitast upp til 48 gradir. Síðan skal hon kølast niður á 27 gradir og aftur hitast til 31 gradir. Tá tað er gjørt, verða eggini stoypt og eftir tveir dagar, kann hon fara [...] páskareggið, hevur telefonin hjá Peturbjørg kimað út í eitt, og ikki øll, sum hava ringt, hava verið líka blíð, fortelur hon. Onkur hevur skeldað hana út og spurt hana, hvat tað líkist at hava ein páskahandil,
brotsteigarmarkið, og hann gjørdi ikki mætari enn at langa til við vinstra beini, og bólturin fleyg upp undir nettakið, og so var 1-0. Kekkisku eykamenninir royndu at svara aftur, og tá ið hálvur tími var [...] hevur havt ein veruligan málskorara. Kevin Kuranyi og Fredi Bobic eru góðir spælarar, men teir hava ikki sama støði, sum eitt nú Jürgen Klinsmann og landsliðsvenjarin sjálvur, Rudi Vøller, høvdu, tá ið [...] myndaðu álopið hjá Týsklandi fyrst í nítiárunum. Tað hevur eisini víst seg, at nógv tey flestu málini hjá týska landsliðnum seinnu árini eru skotin av miðvallarleikarum, og tá ið Týskland fekk sett hol
arbeiðir saman við framleiðarum og øðrum úr Stjerne for en aften við einari fløgu. Hendan fløgan kemur helst út um mánaðarskifti apríl/mai. Og um tað gongur væl við henni, og fólki dámar hansara tónleik, [...] verður hann á torginum í SMS, fríggjakvøldið verður hann at síggja í Eclipse og leygarkvøldið í mentanarhúsinum í Fuglafirði. Og so gongur leiðin aftur til Danmarkar sunnudagin. Hetta er ein hørð skrá fyri [...] Fjalltúrar og Ólavsøka 21 ára gamli hálvi føroyingurin tosar danskt, men hann skilir kortini føroyskt. Mamma hansara, Kristianna, tosar føroyskt við hann, men hann svarar aftur á donskum. Hon og stóra systurin
í 1. hálvleiki. Teir royndu at stríðast og arbeiða, teir runnu nógv, og síðstu minuttirnar rindaðu teir høgan prís fyri púra óneyðuga útvísing. NSÍ gjørdi væl og virðiliga tað, sum teir skuldu gera. Jógvan [...] hann var dottin. Tað helt dómarin ikki, og í næstu støðu bríkslaði hann fyri NSÍ frísparki. Brynjolvur Nielsen sendi flatt í brotsteigin, og Óli Hansen rann fram og setti tonna undir bóltin, sum snýtti B68 [...] misti B68 ein spælara fyri at brúka seg, og so visti NSÍ, hvat teir skuldu gera. Teir vóru umhugsnir og lótu bóltin gera arbeiðið. Heimamenninir nýttu væl meiri orku, og síðstu tíggju minuttirnar vórðu teir
verið stríðsskýggjandi maður, og hann hevur mangan lagt seg uppá tvørs bæði í felagnum og á landsliðnum. Hansara stílur var tann sami á vøllinum sum uttanfyri - altíð harður og kontantur. Tá Manchester United [...] upplivað síðan fyrst í nítiárunum. Hann myndaði bulin av leikarum, ið høvdu dirvi og hegni at føra United uppaftur á tindarnar eftir nøkur áratíggjur í myrkrinum. Keane gjørdist skjótt eygu og oyru hjá Ferguson [...] gjøgnum tíðirnar, Roy Keane, noyddist at pakka saman og siga felagnum farvæl. Á einum fundi fríggjadagin millum Sir Alex Ferguson, stjóran í United David Gill og Roy Keane sjálvan, fekk hann boð um, at hann ikki
minkar og broytir rutur og ger aðrar broytingar, sum koma at geva eina verri tænastu staðfestir Peter Holm, at Atlantsflog rekur eina rutu í dag og hevur gjørt tað bæði, meðan tað var í kapping og nú tað [...] almennu fyritøkunum at privatisera fyrst, sum er minni kompliserað og fingið eitt succesupplivilsi av tí og harvið eisini kunna staðfesta, at hetta er ikki so ringt og vandamikið. Ístaðin fyri byrja har [...] lagdar ymsar aðrar treytir við eisini. -Spurningurin og avgerandi fyri at keypa verður helst, hvørjar bindingar landssstýrið vil leggja við sigur Peter Holm og vísir til bindingar so sum, at høvuðsvirksemið
40 maskinmenn hjá SEV eru farnir í verkfall, og tað rakar alt meginøkið og meira aftrat. Fyri eina ferð skyld er tað Suðuroyggin, sum er sloppin undan. Fyrst av øllum er hetta aftur eitt prógv um, at okkara [...] Maskinmeistarafelagið og SEV - havt drúgvar samráðingar, og Semingsstovnurin hevur verið uppií. Í fyrstu atløgu legði Semingsstovnurin einki uppskot fram, tí Turið Debes Hentze og Jákup í Gerðinum hildu [...] saman aftur, og semingsmenninir komu eisini uppí aftur. Semingsstovnurin legði eitt semingsuppskot fram, sum bæði maskinmeistarar og leiðslan í SEV kundu góðtaka. Her skuldi so alt endað í frið og náðum, um
vera eitt dynamiskt og vinnandi lokaløki, er samstarv einasti vegurin fram, segði Eyfinn og minti á, at hetta krevur, at vit megna at hýsa teimum, sum ikki eru ella hugsa, eins og vit sjálvi. - Uttan mun [...] hon varar so stutt, og fólk ofta ikki koma oman í Vágstún fyrr enn beint áðrenn, røðarin fer á pallin, sigur Eyðfinn, sum kundi hugsað sær, at meir var gjørt burturúr felagssanginum, og at hesin parturin [...] gjørdu meir áskoðaravinarligur. Hesuferð vardi róðurin heilar tríggjar tímar, og so leingi eru tað fá, sum tíma at standa og hyggja, um verðrið hartil ikki er av tí besta. - Tað er slíkt við mugu hava í
fóru at snáva og Brøndby harvið fór at fáa møguleikan at vinna DM, so var ikki so nógv at telvast um á síðsta leikdegi. Esbjerg hevði tryggjað sær bronsumerkini, og tað var greitt, at AB og Frem skuldu flyta [...] oktober, slerdi hann í stórutrummu og segði, at AGF skuldi broytast til eitt vinnaralið og harvið boð upp á meistaralið. Nú tykist lítil kredittur vera eftir. Hóast Herfølge og FCN taptu hesa ferð, so høvdu [...] flyta niður. Jákup á Borg var í OB hópinum, og hann slapp fyri fyrst ferð upp í part, tá ið hann segði farvæl við OB ? fyribils í hvussu so er. OB hevði vitjan av Herfølge, sum Jákup á Borg síðsta heyst
Tórshavnar Kommunu og blómur frá ÌSF, ÍSB, Eiðis Kommunu og Stuðulsfelagnum hjá ÍSB, sum avgjørt eigur sín stóra part í góðu úrslitunum hjá ÌSB. Tordur Niclasen var sjónliga rørdur, og hann nevndi eisini [...] Afturkoma Hornorkestur var møtt upp, og fitt av fólki legðist afturat. Øll vóru komin niðan í Gundadal fyri at heira tær báðar, Esther og Heidi. Høvuðsstuðulin hjá ÍSB, sum er sersambandi hjá brekaðum [...] tær báðar í einum bili, og tað var beinanvegin, at tónleikurin byrjaði frá hornorkestrinum, sum ikki spardi uppá krútið, men legði fyri við ?Congratulations? hjá Cliff Richard, og ikki kann sigast annað