Seint í fjør vann hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen Stjerne for en aften, og líka sum hjá Guðruni Sólju Jacobsen broyttist lívið hjá honum nógv.
Gunnari dámar væl at vera komin til Føroya at framføra. Hann kom til landið týskvøldið, men hansara framførslur byrja ikki fyrr enn fríggjadagin.
Tá verður hann á torginum í SMS, fríggjakvøldið verður hann at síggja í Eclipse og leygarkvøldið í mentanarhúsinum í Fuglafirði. Og so gongur leiðin aftur til Danmarkar sunnudagin.
Hetta er ein hørð skrá fyri 21 ára gamla Gunnar, men hann sigur, at hann longu hevur vant seg so nøkulunda við tað. Tí tað hevur verið ferð á, síðani hann vann kappingina.
Sjálvur fegnast hann um hetta høvið at koma til Føroyar, tí nú eru tvey ár síðani, at hann var her seinast.
Fjalltúrar og Ólavsøka
21 ára gamli hálvi føroyingurin tosar danskt, men hann skilir kortini føroyskt. Mamma hansara, Kristianna, tosar føroyskt við hann, men hann svarar aftur á donskum. Hon og stóra systurin hjá Gunnari eru við í Føroyum og vitjað ommuna.
? Eg skilji føroyskt, um tað ikki verður tosað ov títt við meg. Men eg havi ongantíð tosað tað sjálvur, tí niðri er ikki nógv meining í at tosa tað, sigur hann.
Hann er tó skjótur at rætta seg sjálvan, tí hann kemur at hugsa um, at hann gekk í skúla í Havn í eina tíð í fyrsta flokki.
? Vit vóru bara ikki nóg longi her til, at eg rættuliga festi meg við málið, sigur hann.
Tá Gunnar verður spurdur um Føroyar, sigur hann, at honum dámar væl at vera og ferðast hjá ommuni í Havn. Tað, sum hann minnist best aftur á, eru gongutúrar í fjøllunum og so Ólavsøku, sum hann dugir sera væl at úttala, hóast hann sigur seg ikki tosa nógv føroyskt.
Hann sigur, at upp gjøgnum árini, hevur hann verið í feriu í Føroyum, so ofta sum tilbar. Seinast hann var her, var fyri tveimum árum síðani, og heldur hann, at nú var tíð uppá at koma aftur.
Men hann droymdi ikki um, tá hann var her seinast, at næstu ferð fór hann at koma aftur sum tónleikari.
Tónleikur fyllir nógv
Tá Gunnar var liðugur á student, har hann av álvara menti sín áhuga fyri tónleiki, vildi hann royna nakað heilt annað.
Hann fór til Kanada at arbeiða á eini ranch, sum tað verður kallað. Har arbeiddi hann við kúm og hestum. Hetta var serliga hart kropsligt arbeiði.
Úr Kanada fór hann beint í kappingina Stjerne for en aften, so tað var ein kollvelting í hansara lívi at vinna hana og so bert fáast við tónleik.
? Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi, men hetta droymdi eg altso ikki um, sigur fryntiligi hálvi føroyingurin.
Royndarferð
Gunnar sigur, at hann fer at gera nógv við tónleikin nú, hann hevur fingið henda gylta møguleikan. Hann arbeiðir saman við framleiðarum og øðrum úr Stjerne for en aften við einari fløgu. Hendan fløgan kemur helst út um mánaðarskifti apríl/mai.
Og um tað gongur væl við henni, og fólki dámar hansara tónleik, so fer Gunnar at seta nøsina eftir at geva eina aðra fløgu út.
? Nú mugu vit fyrst síggja, hvussu hendan fløgan verður móttikin, sigur hann tó varin.
Men hann dylir ikki fyri, at dreymurin er at liva av tónleiki.
Áðrenn alt hetta byrjaði, arbeiddi hann sum sagt í Kanada. Men tað var bert fyri at royna okkurt øðrvísi frá dagligu skúlagongdini og so framvegis. Hann hevði ætlanir um at taka eina útbúgving, men hann visti bara ikki, hvat tað skuldi verða. Og tað veit Gunnar ikki enn tann dag í dag.
? Um tónleikurin ikki verður til tað stóra, ja, men so er tað ongin "katastrofa". So verður hann til mítt ítriv, og so fari eg í holt við eina útbúgving. Hvat tað so enn verður, sigur Gunnar Mikkelsen, sum er farin á sín fyrsta royndartúr innan tónleikaheimin. Vónin og dreymurin eru, at tað verður til meira enn bara ein royndartúr, men hann sær realistiskt uppá alt hóvastákið kortini.
Gunnar fer niður aftur sunnudagin og beint aftur í studio at arbeiða víðari við fløguni.