Afturkoma
Hornorkestur var møtt upp, og fitt av fólki legðist afturat. Øll vóru komin niðan í Gundadal fyri at heira tær báðar, Esther og Heidi.
Høvuðsstuðulin hjá ÍSB, sum er sersambandi hjá brekaðum í Føroyum, hevði boðið til eina móttøku mánakvøldið. Borðreitt var við onkrum søtum til tey, ið høvdu valt at leggja leiðina framvið Gundadal hetta kvøldið.
Eina góðan hálvan tíma eftir at fyrstu fólkini vóru møtt, komu tær báðar í einum bili, og tað var beinanvegin, at tónleikurin byrjaði frá hornorkestrinum, sum ikki spardi uppá krútið, men legði fyri við ?Congratulations? hjá Cliff Richard, og ikki kann sigast annað, enn at hesin sangurin hóskandi væl til.
Tær báðar fingu síðani nøkur væl uppiborin klemm, og tað vóru mong, sum vildu ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku, og tær báðar funnu eisini tey stóru smílini fram. Tað sá eisini út sum um, at tær báðar vóru vorðnar vandar við at ganga so tungum metalli og fínum um hálsin.
Røður
Einki tiltak uttan nakrar røður frá nøkrum politikarum. Fólkið, ið var møtt upp mánakvøldið, skuldi heldur ikki snýtast fyri hetta, og teir vóru heldur ikki minni enn tríggir í tali, sum tóku mikrofonina í hond, og søgdu samkomuni, hvat tær hildu um megnaravrikini hjá teimum báðum.
Umframt formannin í ÍSB, Egga Jensen, vóru røðarnir hetta kvøldið Jan Christiansen, borgarstjóri, Heðin Mortensen, formaður í ÍSF og Tordur Niclasen, borgarstjóri.
Allir vóru teir sera fegnir um úrslitini hjá teimum báðum. Allir nýttu eisini høvi til at nevna, hvussu stórt arbeiði er farið í hetta, og at tær ikki vóru komnir sovandi til sigurs.
Genturnar fingu gávu frá Tórshavnar Kommunu og blómur frá ÌSF, ÍSB, Eiðis Kommunu og Stuðulsfelagnum hjá ÍSB, sum avgjørt eigur sín stóra part í góðu úrslitunum hjá ÌSB.
Tordur Niclasen var sjónliga rørdur, og hann nevndi eisini, hvussu errin tey vóru av Heidi í heimbygd hennara, Eiði.
Sera fegnar
Eftir at røðurnar vóru fingnar frá hondini, og áðrenn fólki slap at leska av sær av tí, sum var sett á borðið, so áttu fjølmiðlarnir tørn at spyrja spurningar.
Tá tær vórðu spurdar, um tær kundu seta orð á, hvat hetta hevði at siga fyri tær, søgdu tær báðar, at hetta hevði ovurstóran týdning fyri tær, og tær vóru eisin fegnir yvir, at teimum hevði gingist so mikið væl.
Sjálvar høvdu tær ikki væntað, at úrslitið fóru at gerast so góð, sum tey gjørdust, men tær høvdu sett nøsina upp ímóti at betra um teirra persónligu met.
Heidi segði, at hevði kanska eina vóna um at standa ovast á sigursskamlinum einaferð, men at hon skuldi uppliva hetta fýra ferðir, hevði hon ikki droymt um.
Tær báðar søgdu eisini, at tær høvdu eitt sindur av nervum frammanundan kappingini, men hetta gekk yvir. Heidi segði eisini, at tað kendist óføra stuttligt at hoyra ?Tú alfagra land mítt? í stóru svimjihøllini í Stockholm.
Betri umstøður
Eisini venjarin hjá teimum báðum, Katrin Johansen, tók orðið mánakvøldið. Hon segði, at hon leingi hevur valt at tiga, men hon kendi seg noydda at koma við einum hjartasuffi.
Katrin segði, at hon saknar alnógv betri umstøður fyri svimjarnar. Skal framgongdin halda fram, og skulu fleiri gera seg galdandi á sama støði, so verður neyðugt at skapa betri karmar fyri svimjarnar.
Serliga sóknaðist Katrin eftir einum 50-metra svimjihylið, tí tær hvørja ferð, tær ætla sær uttanlands at kappast, mugu leita í onnur lond áðrenn kappingina fyri at fáa neyðugu venjingina í longra hylinum.
Tá hon varð sprud, um góðu úrslitini hjá teimum báðum ikki vóru eitt tekin um, at umstøðurnar vóru nøktandi, segði hon, at eftirsum tær einans eru tvær gentur, so ber til at fáa líkinda úrslit burturúr, men hetta krevur rættiliga nógv av teimum báðum, venjaranum og familjunum.
Til Argentina
Hóast tær báðar nú hava fingið hesi frálíku úrslit, so ætla tær ikki at steðga á nú, men heldur fara tær aftur at leita sær út í onnur lond.
Fyrst av øllum stendur ein kapping í Norra á skránni, men í 2002 bíðar eitt møgulig heimsmeistarakapping eftir teimum báðum, har tær veruliga sleppa at royna seg. Hetta krevur tó nógva venjing og ikki minst nógvar pengar, men tær hava góðar vónir.
Sosialurin ynskir teimum øllum hjartaliga tillukku.