Privatisering
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Avgerðin hjá landsstýrinum at privatisera ein part av almenna flogfelagnum Atlantsflog fær misjavna undirtøku. Ein teirra, sum setir spurnartekin við mátan at privatisera uppá er stjórin í Kaupthing, Peter Holm. Hann væntar, at tað verður ein toliligur áhugi fyri at keypa Atlantsflog. Men tað verður rættiliga avgerandi fyri eitt slíkt keyp, hvussu avgerðarrætturin hjá landinum verður fyri tann partin, sum ikki verður seldur, nevniliga tey 34% av fyritøkuni. Og hvørjar avmarkingar liggja í at keypa tey 66%.
Landsstýrið ætlar nevniliga at leggja uppskot fyri tingið um at selja 66% av fyritøkuni. Hini 34% skal tað almenna framvegis eiga umframt, at tað verða lagdar ymsar aðrar treytir við eisini.
-Spurningurin og avgerandi fyri at keypa verður helst, hvørjar bindingar landssstýrið vil leggja við sigur Peter Holm og vísir til bindingar so sum, at høvuðsvirksemið skal vera í Vágunum, at rutan skal vera so ella so og at tú skal varðveita aðrar rutur eisini. Verða nógvar bindingar og treytir av slíkum slag er greitt, at áhugin fyri at keypa fer at minka.
Niðurstøðan hjá Peter Holm er tí tann, at tess fleiri treytir verða settar við eina sølu, tess lægri verður prísurin, og tað verður torførari at fáa keyparar eisini.
Ikki rætti mátin
Stjórin í Kaupthing váttar, at tað í langa tíð hevur verið áhugi fyri at keypa ymsar føroyskar fyritøkur, harímillum eisini Atlantsflog. Spurningurin er bara, um hetta er rætti mátin at fremja eina sølu uppá, og um tað í heila tikið er rætta raðfestingin í byrjanini til eina privatisering.
Uppá fyrispurning um tað ikki er rætt av landinum at tryggja sær part av felagnum fyri harvið ikki at koma í ta støðu, at ein keypari av øllum felagnum minkar og broytir rutur og ger aðrar broytingar, sum koma at geva eina verri tænastu staðfestir Peter Holm, at Atlantsflog rekur eina rutu í dag og hevur gjørt tað bæði, meðan tað var í kapping og nú tað ikki er í kapping og forvinnur í mun til flogfeløg annars rættiliga nógvar pengar. Tvs. at tað er áhugavert at vera á hesi rutuni. -So eg veit ikki, hvussu bangin tú skal vera fyri, at tingini fara av sporinum bara tí, at tú selur í fríari sølu. Eg beri meira ótta fyri treytum og uppílegging frá politikarum.
-Meinar tú harvið, at Atlantsflog átti at verið selt 100%?
-Eg vil heldur siga, at seljarin skal vera sera varin við teimum treytum, sum hann fer at seta fyri tey 34%.
Byrjið við Føroya Banka
Peter Holm sigur seg annars ikki vera kløkkan, nú landið ætlar at varðveita 34%. -Tað krevur kanska meira mót frá politikarunum at taka stigið fult út, og tí hevði eg heldur mælt teimum til at byrja við at privatisera fyritøkur, sum eru einfaldari at privatisera tvs. fyritøkur, sum ikki hava slíkar "finessur" tengdar aftrat sær. Við tí meini eg, at man skal røkja eitt ávíst ferðasamband, at hetta er lívæðrin úr Føroyum osfr. Heldur skuldi man funnið eina av teimum almennu fyritøkunum at privatisera fyrst, sum er minni kompliserað og fingið eitt succesupplivilsi av tí og harvið eisini kunna staðfesta, at hetta er ikki so ringt og vandamikið. Ístaðin fyri byrja har tað er meira problematiskt. Man er byrjaður við Føroya Lívstrygging. Tað er problematiskt. Man er byrjaður við Atlantsflog, sum hevur hasar trupulleikarnar. Hví ikki heldur byrja við Føroya Banka, sum er nógv minni problematiskt. Man kundi eisini verið byrjaður við Føroya Tele leggur Peter Holm aftrat.
-Hvat heldur tú hevur størstan týdning, nú privatiseringin er komin á borðið?
-Tað týdningarmesta er at fáa gjørt ta fyrstu privatiseringina væl og síðani skulu hinar nokk koma skjótt aftaná. At politikararnir fáa eitt succesupplivilsi, tá teir fara undir fyrstu privatiseringina, so teir harvið hava eitt gott grundarlag at byggja á, tá teir skulu halda fram við at privatisera.
Sosialurin hevur roynt at fáa onkran at koma við einum boð uppá, hvat Atlantsflog er vert. Ein ónavngivin kelda sigur við blaðið, at alt flogfelagið er kanska vert einar 200 til 300 mill. kr. Tvs. at tey 66%, ið ætlanin er at selja, eru verd eina staðni millum 140 og 200 mill. kr.