at hava hingið sum fríholt við ein bryggjukant. Hetta eru dekk við holum í, og í onkrum føri hava eisini ketupetti hingið eftir í dekkunum, sigur hann. Tóri Simonsen vísir á, at dekkini, sum hann her sipar [...] Norðheim soleiðis: - Tóvini hjá okkum vara í umleið ein tíma, og tað er einki óvanligt, at ein 2-3 dekk eru í dregginum, tá vit hála. Á einum túri, sum varar í 30 tímar, er einki óvanligt, at vit koma til [...] tíbetur, at nøgdin av dekkum á nevndu leið eystan fyri Nólsoynna er í minking, sigur skiparin. Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í dag, er stór samrøða við skiparan á Norðheim, og her er eisini eitt minni
tí at eg blaðungur sat í nevndini saman við tær. Tað var í tínari formanstíð, at regluligt samstarv við hini norðurlendsku rithøvundafeløgini kom í lag. Og nú aftur eitt álitið í mentamálum kom undan kavi [...] legu á skýggjum, í kyksendi undir havsins botni við blóðutum blómum í munni. Góði Jens Pauli. Rithøvundafelag Føroya sendir tær kvøðu á degnum komandi, felagsnevndin takkar tær fyri tøk í farnum døgum og [...] Heinesen saman við øðrum góðum fólkum, sum tók undangonguna í tí arbeiðinum, ið gjørdist Álit í mentunarspurningum 1973, tí fyrsta av sínum slag í Føroyum. Hetta yrkisliga avrikið hevur havt stóran týdning
tíðliga í dystinum sendu eitt langskot á tvørtræið. Málmaðurin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, stoytti saman við stongini í sínum royndum at bjarga skotinum, og tí mátti hann av vøllinum. Inn í hansara stað [...] Runavík at fáa hol á. Teir fingu hornaspark í høgra borði, sum bleiv sent inn fyri málið. Inni í brotsteiginum fekk Hjalgrím Elttør fótin á, og bólturin endaði í málinum til 1-0 leiðslu til runavíkingar. [...] Toppur og botnur møttust á Argjum í gjár, tá AB tók ímóti NSÍ. Men stóran part av dystinum sást ikki, at hesi bæði liðini liggja í hvør sínum enda á stigatalvuna. AB kempaði nevniliga alt tað, teir vóru
tíð, kanska longu í ár, til hann fær skuffuna undir Nyrup, og tá er val í nánd. Eisini fyri Óla. Til ta tíð má strutsahálsur stavnamansins upp í ljós dagsins, og tægan verður vend, og í henni eru bæði duld [...] ókent í Føroyum. Og í prinsippinum er ikki tann stóri munurin, heldur onkur sárur djóravinur. Strutsa-taktikkur. Og Óli Breckmann og fólkafloksleiðslan liggja sum Ole Mørke: krumpen på loftet ? í pulshosum [...] føroysk heimaráð) úti undir væðingini í tøgn. Ein ikki ókend metoda í politikki er at gera sum strutsurin. Um nakað er áfatt, so stingur strutsurin bara høvdið niður í sandin og uggar seg við, at so er problemið
nógv frammi í fjølmiðlunum, og eingin ivi er um, at hann fer at eiga týðandi part í samfelagsorðaskiftinum í langa tíð fram. Bara tað at farið verður undir at gera fyrsta tunnil av slíkum slag í Føroyum er [...] tað ber til, at vit longu eru farin í hernað móti hvørjum øðrum í sambandi við útbjóðingina av vegagerðini! Hvussu verður ikki, tá sjálv tunnilsgerðin verður at fara í gongd? Hvussu og ikki, so eiga tey [...] er sjálvandi áhugavert og forvitnisligt í sjálvum sær. Hetta verður ein nýggjur varði í okkara infrastrukturi, sum fer at binda landið enn tættari saman. Tað fer at stytta leiðina millum miðsteðarøkið
bara situr inni í flokkinum og hyggur út í tóman heim ellar teknar eitthvørt, tí hann slettis ikki klárar at fylgja við. Hann hevur nú verið heima í fleiri mánaðir og noktar totalt at fara í skúla. Sjálvsálitið [...] Sjálvsálitið er í botni og niðurlagið er: »Eg komi aldrin at arbeiða, tí eg kann ikki brúkast til nakað, tá eg ikki dugi at lesa«. At hann noktar at ganga í skúla og sigur stopp her, skilji eg væl, og eg ætli [...] komin víðari á hesum økinum. Í grannalondunum hava tey skúlar fyri lesiveik. Eg havi ein beiggja, sum arbeiðir sum lærari í Danmark, har tey bæði hava skúlar og flokkar í vanligu skúlunum, við somu tilboðum
vanur at stríðast í oddinum, so óhugaligt um tú brádliga ert í botni, og at venja seg til hendan veruleika er kanska tað, sum Kyndil hevur størstu trupulleikararnir av í løtuni. Dysturin í tølum Kyndil-Stjørnan [...] størri, enn hann so ofta hevur verið hjá Kyndli í ár, tá tær sunnudagin tóku ímóti Stjørnuni. Hóast liðini bæði hava hildið til í hvør sínum enda av stigatalvuni í vetur, so góvu seinastu umførini undan jól [...] skeiva vegin. Stjørnan megnaði at tippa somikið væl fyri í verjuni, at ferðin mest sum fullkomuliga fór av kyndilsspælinum, soleiðis at royndirnar í stóran mun vórðu avmarkaðar til skot útifrá. Álopsparturin
finna ein sera áhugaverdan fyrilestur um samanhangir í einari vistskipan. Hetta er ikki øðrvísi enn gamli hvalur sigur í Stórhvalagildinum. “ Á havsins botni dag og nátt, her er so lítil friður, at hvør má [...] lætt. Eitt tað besta dømi í søguni er um tann navnframa “Galileo Galelei”, ein av fedrunum til nútímans vísind. Galileo granskaði sólskipanina og við at hyggja eftir samanhanginum í ferðamynstrinum hjá planetunum [...] var beint tann øvugta, nevniliga at Jørðin var miðpunkt í okkara sólskipan og at allar planetir mólu um Jørðina. Kirkjan fór eftir Gallileo og í 1633 var hann ákærdur fyri Kettarí “Gudsspottan”. Henda
Lopranseiði og Beinsvørð 2. september í 1742. Søgan um hendingina hevur livað síðani, og Mathias Lassen hevur í longri tíð kannað søguna, og kavingin um vikuskiftið er liður í kanningararbeiðinum. Serliga eru [...] sum sakk vestanfyri Suðuroynna í 1742, men teir funnu onki. Men alt gekk avbera væl.. Náttúran er vøkur á staðnum. - Tað blivu bert til 3 túrar við ferðafólki í fjørsummar, men heldur átti at verið siglt [...] túrar við ferðafólki í fjørsummar, tí heldur átti at verið siglt 3 túrar um vikuna, um borið var rætt at, sigur Mathias Lassen. Hóast onki varð funnið leygardagin, so var gleði í at arbeiða undir so vøkrum
sum seinasta ár taldust í betra endanum av skjúttunum í føroysku kappingini. Við tað at Hans eisini var venjari, skulu hoyvíkingarnir í ár so at siga byrja frá botni, og hava teir í ár gjørt av, at teir ikki [...] verjunum í landinum stórar trupulleikar, tá lagið er hitt rætta. Harumframt hevur H71 í Kára Durhuus fingið ein venjara, sum dugir síni ting. Kári hevur ígjøgnum nógv ár vant ymisk feløg runt um í landinum [...] teir sum so ikki hava sett sær nakað mál, men at teir í staðin taka ein dyst í senn. Størsti trupulleikin hjá hoyvíkingum verður ivaleyst, at breiddin í hópinum er ov lítil, til at kunna bera liðið ígjøgnum