Søgnin sigur, at tøgn fall á menn á veg oman aftur av Trælanípuni og niður í Bøsdal eftir lokna illgerð og tíning av trælum.
Á leiðini niðan á eggina var ikki so friðarligt. Róp og hvin hoyrdust. Líka so lætt, sum tað var at traðka ein útslitnan træl út av tromuni, var tað tungt, at dragsa hann niðan móti brekkuni.
Onkur niðurundirkomin mátti berast, meðan onkur annar, sum hevði roynst ov boysin fyri harra sín, bleiv jagstraður niðaná, og síðani slongdur út av eggjuni. Hann spjálkaði óført í leysum lofti, men uppdriftin frá útsynningsgulinum var ikki nóg mikil til at halda honum uppi. Eitt stórt plask hoyrdist, táið sjógvurin tók, og so var kvirt. Sára kvirt. Deyðakvirt. Og tøgnin fall eisini á maktarinnar menn, sum nú við sveittabroti høvdu slept sær av við nøkur ørm, vesæl og stríggin menniskju. Hetta er søgnin.
Trælir valdast.
Ikki veit eg, kanska er søgnin als ikki sonn. Onkur heldur, at ongi múgvandi fólk hava búð í Føroyum fyrr, tí eru ongar borgir her, og tíansheldur nakrir trælir.
Onkur annar meinar, at trælur merkir tríkantur, sum líkist skapinum á Trælanípuni, og har av navnið. Tað sama er at siga um trælabitan, hesin soltni tríkanturin niðast á huppinum.
Men kanska vóru tað bara nakrir gamlir hundar, sum blivu blakaður út av tromuni, tí at kasta hund oman, er, ið hvussu so er, ikki ókent í Føroyum. Og í prinsippinum er ikki tann stóri munurin, heldur onkur sárur djóravinur.
Strutsa-taktikkur.
Og Óli Breckmann og fólkafloksleiðslan liggja sum Ole Mørke: krumpen på loftet ? í pulshosum (gomul føroysk heimaráð) úti undir væðingini í tøgn.
Ein ikki ókend metoda í politikki er at gera sum strutsurin. Um nakað er áfatt, so stingur strutsurin bara høvdið niður í sandin og uggar seg við, at so er problemið loyst. Ein heldur naiv atgerð, og vanliga uttan nevniverda succes.
Strutsahálsurin á Stavnamanninum við propellini undir høkuni røkkur longu hálva leið niður til kinesararnar. Tað verist og haldist.
Men, men, hann sleppur at tala. Kanska longu í ár. Nyrup Rasmussen hevur ongantíð verið so linur í kongunum, sum nú.
Anders Fogh Rasmussen, sterki andstøðuleiðarin í Venstre, er sera væl fyri. Hann er eini 12 ár yngri enn Uffe og líka so knáur. So tað er bara ein spurningur um tíð, kanska longu í ár, til hann fær skuffuna undir Nyrup, og tá er val í nánd. Eisini fyri Óla.
Til ta tíð má strutsahálsur stavnamansins upp í ljós dagsins, og tægan verður vend, og í henni eru bæði duld og døpur mein. Svikin lyfti, sniðálop, trælaníputøgn, talentloysi, ósannindi, hatsk álop á tey alment settu o.s.fr. Og niðast á botni liggur endurnðtslu-politikarin Finnbogi Arge, sum eingin vil hoyra ella frætta frá hóast margfaldu litmyndaflóð í málgagni floksins.
Silkisnórurin
sum boomerang
Óli nikkaði til ? og hetta hevur hann hóast opinberar gávur hvørki avsannað skrivliga ella munnliga - at Finnbogi Arge gav Henningi Jacobsen, ein av landsins bestu monnum, silkisnórin í jólagávu, og hetta kann koma at roynast honum eitt dýrt nikk.
Og nakað er at missa: tvey almenn hálvtíðarjobb, sum hann passar eftir behag. Og sum kosta teim donsku og føroysku skattgjaldarunum øðru megin milliónina um árið, og sum Óli hóskandi elegant kvitterar afturfyri við at skelda øll út og síðani niðurgera tey yvir ein kamb.
Ja, hví ikki tað, so leingi tað gongur? (hugsar hin besnissaði).
Tað kundi tí hent, at Óli á valdeginum stendur og manglar nakrar atkvøður frá ? tí tigandi meirilutanum?, sum hann dediceraði bók sína ?Stavnurin? til á sinni, tí øll ? eisini tey stillu í landinum - vita longu væl um silkisnóra-jólagávu fólkafloksins, men hetta bleiv teimum tó for groft!
Og tí kundi tað hent, at Óli Breckmann tá ikki hevur meiri áhuga millum manna, enn ávísin frá í gjár.
Arnstein Niclasen
11.03.99.