Toppur og botnur møttust á Argjum í gjár, tá AB tók ímóti NSÍ. Men stóran part av dystinum sást ikki, at hesi bæði liðini liggja í hvør sínum enda á stigatalvuna. AB kempaði nevniliga alt tað, teir vóru mentir, og stóran part av dystinum kundi tað eins væl verið teir, sum vóru frammanfyri, sum tað kundi verið oddaliðið úr Runavík.
Móti endanum av dystinum vísti NSÍ tó, hví teir eru oddalið í Formuladeildini, meðan AB liggur í botninum. Teir megnaðu nevniliga at avgera ein sera javnan dyst til egnan fyrimun, og tá teir fyrst høvdu fingið fyrsta málið, so fór luftin skjótt úr leikarunum hjá AB, sum slett ikki kláraðu at svara aftur. Eftir hetta koyrdi NSÍ trygt sigurin heim, og móti endanum slógu teir enn tá sigurin ordiliga fastan, tá Bogi Løkin hevði síðsta fótin á einum sera vøkrum álopi.
Vindurin darvaði nakað
Eitt fitt lot lá eftir vøllinum í regninum á Argjum sunnudagin, tá AB tók ímóti NSÍ í Formuladeildini, og tað var ikki heilt frítt, at hetta darvaði spælinum nakað. Spælararnir vístu tó góðan vilja á vøllinum, og stóran part av fyrra hálvleiki var eingin munur á liðunum. Spælið bylgjaði aftur og fram millum teir báðar brotsteigarnar, og stundum vístu liðini gott spæl.
Fyrstu løtuna komu bæði liðini eisini fram til onkrar smærri málmøguleikar, men einki mál kom tó burtur úr royndunum. Tættast við var AB, tá teir tíðliga í dystinum sendu eitt langskot á tvørtræið.
Málmaðurin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, stoytti saman við stongini í sínum royndum at bjarga skotinum, og tí mátti hann av vøllinum. Inn í hansara stað kom Tórður Thomsen, sum sostatt fekk sín fyrsta dyst í ár.
Sjálvt um liðini stríddust manniliga eftir hetta, so komu tey ikki fram til nakrar stórvegis málmøguleikar, tað ið eftir var av hálvleikinum, og tí stóð enn á jøvnum 0-0, tá liðini fóru til hálvleiks.
Avgerðin
Gongdin í seinna hálvleiki var á leið tann sama sum í fyrra hálvleiki. Munurin á liðunum var at kalla eingin, og leingi var líkt til, at dysturin kundi koppa báðar vegir. Nógvir málmøguleikar vóru heldur ikki fyrstu longu løtuna í seinni hálvleiki, men tað sindrið sum var, spurdist einki burtur úr.
So við og við var tó okkurt, sum bendi á, at NSÍ var við at fáa eina lítla yvirvág. Teir fingu spakuliga eitt lítið trýst á málið hjá AB, men teir stóru møguleikarnir spurdust ikki burtur úr.
Men brádliga eydnaðist hjá vespunum úr Runavík at fáa hol á. Teir fingu hornaspark í høgra borði, sum bleiv sent inn fyri málið. Inni í brotsteiginum fekk Hjalgrím Elttør fótin á, og bólturin endaði í málinum til 1-0 leiðslu til runavíkingar.
Eftir hetta tók NSÍ alt meir yvir á vøllinum. Leikararnir hjá AB tóktust hava mist luftina, og síðsta korterið var eingin ivi um útfallið av dystinum. NSÍ sat nú á tí mesta, og sjálvt um AB royndi seg við onkrari útskifting, so tóktist hetta slett ikki hjálpa.
Í síðsta minuttinum eydnaðist NSÍ at sláa sigurin fastan við einum sera góðum álopi. Pól Thorsteinsson og Hjalgrím Elttør spældu væl saman í høgru síðu, og hetta endaði við, at síðstnevndi kom at standa væl fyri. Hann sendi síðani bóltin inn til ein púra leysan Boga Løkin, sum hevði lætt við at leggja NSÍ á odda 2-0. Eitt sera væl gjøgnumspælt álop!
Nú var einki at gera hjá heimaliðnum longur, og dysturin endaði eisini við einum 2-0 sigri til gestirnar.
Tá alt kemur til alt var dysturin eitt sera gott dømi um, hvør munur er á toppi og botni. AB stóð einki aftan fyri NSÍ í gjøgnum allan dystin, men móti endanum megnaði NSÍ at avgera dystin við tveimum málum, og sostatt fekk oddaliðið enn ein sigur, meðan AB má hyggja langt eftir áttanda plássinum, sum kann tryggja teimum enn eitt ár í besta deildini.










