Sundaberg sakk. Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum? - Tað er nógv gott skrivað á føroyskum. Vit eru jú bert 52.000 sálir, sigur Disa Christiansen. [...] Vit hava spurt nøkur fólk, hvørjar bøkur tey lesa, um tey ynskja sær bøkur í jólagávu, og um tey hava nakra meining um dygdina í føroyskum bókum. Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt? - Eg lesi bæði [...] bæði føroyskt og útlendskt. Hvørja bók lesur tú júst nú? - Eg lesi bókina, “Fra Naturens spiskammer". Hetta er norsk bók við Nina Dreyer, Jim Hensley og Anne Mæhlum. Bókin snýr seg um at fara út í náttúruna
Miðlahúsinum í Vágsbotni í sambandi við Asfalt festivalinum, sum er byrjaður í kvøld. -Vit eru ótrúliga glað fyri, at vit hava selt so nógvar fløgur, og høvdu als ikki væntað tað, sigur Lív Næs við Rás2. [...] Nýggja fløgan hjá Niels Midjord og Lív Næs hevur av álvara sett sín dám á føroysku tónleikavinnuna, nú fløgan hevur selt ómetaliga væl runt í landinum Heldur forkunnuga samstarvið ímillum fimti ára gamla
Færri enn tríggir mánaðir eru nú eftir, til trettandu oyggjaleikirnir verða settir. Hesa ferð er Áland vertstjóð, og í dag boðaði lokala oyggjaleikanevndin frá, hvussu heiðursmerkini í summar síggja út [...] gyltar vatndropar, sum verða lætnir vinnarunum. - Vit vildu hava nakað, sum ikki var heilt sum tey vanligu heiðursmerkini. Og heilt tíðliga gjørdu vit av, at hetta so ella so skuldi hava nakað at gera [...] symbolska virðið í hesum ógvuliga sjónligt, sigur Terese Fløjt, sum er stjóri fyri oyggjaleikirnar á Álandi.
Nú verður Esmar Eysturoy aftur at síggja á palli. Norðurlandahúsið verður 11. juli karmur um framførslurnar, har vit eisini hitta skótan í Bø og hini, sum vit kenna frá Pipari og Salti 11. juli verður [...] hini í Pipar & Salt aftur fara á pallin við nýggjum tilfari. Pipar & Salt hava farnu árini verið at sæð í sjónvarpinum og hava undirhildið á privatum veitslum, men tað eru sjey ár síðani, at teir høvdu [...] høvdu veruligar framførslur í Norðurlandahúsinum og í ítróttarhøllini á Nabb. Sølan av atgongumerkjum til framførsluna 11. juli er longu byrjað. Tey fáast í Kunningarstovuni í Havn.
krónur kunnu fólk nú fáa hesa upplivingina, har stórur dentur verður lagdur á trygdina. Við í kostnaðinum er eisini matur, ferðaleiðari, tjalding og annað. - Upplivingarnar á ferðini eru kortini ókeypis [...] niðan á fjøllini, har møguleiki er at fara á toppin á Sneis. Haðani verður leiðin løgd ímóti Vestmanna og at enda verður kósin sett ímóti Saksun, har komið verður um nátturðatíð kvøldið eftir. Á ferðini [...] Norðurstreymoy: - Vit ætla at læra fólk at kenna ta føroysku náttúruna og síggja, hvussu vøkur hon er. Og so ynskja vit eisini at vísa á, hvussu neyðugt tað er at hon ikki verður oyðiløgd, sigur Eyðun
møguleika upp á deyðbólt, men einki spurdist burturúr. – Vit eru vánaligir í verjupartinum í fyrra hálvleiki. Tað eru kanska tveir leikarar, ið spæla til eitt nøktandi støði. Vit høvdu fyrireikað [...] fyri mistøkini. – Hetta er væl munurin á fulltíðarleikum og áhugaleikum. Vit skuldu raka dagin, um vit skulu koma frá dystinum við skinninum á nøsini, men tá vit ikki klára at leggja avleveringar uppá [...] fyrireikað okkum so væl sum vit kundu, men tá dysturin byrjaði, gekk alt galið. Vit standa illa í verjupartinum og fáa ikki fatur á teimum, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi. Tamur seinni hálvleikur
sagt er tað nú avgjørt, at íverksetan sum førleiki skal inn í allar lærugreinir. Við hesi avtalu tryggja vit neyðugar førleikar at røkka á mál. Faroe-topia Í vikuni sum fór vóru 400 næmingar á “Innovation [...] við. Tann stóri spurningurin er, hvussu vit seta sjøtul á hetta arbeiði. Íverksetarahúsið hevur í nøkur ár arbeitt við hesum og gjørt royndir, lagt fólki lag á og ikki minst næmingum í miðnámsskúlunum [...] útbúgving og arbeiði. Vit hava skyldu til at geva teimum henda førning. Tí vit kenna ikki tær avbjóðingar ella tað samfelag, sum vit skulu menna okkara børn og ungdóm til at taka ábyrgd av um nøkur ár
prísin á bygninginum, men hann sigur tó, at teir eru vælnøgdir við søluna. - Eg haldi, at eg kann siga, at vit hava fingið ein góðan prís, og nú skulu vit so út at leita eftir einum øki, har vit kunnu byggja [...] Fyrr í ár skrivaðu vit her í blaðnum, at Aluplast hevði selt bygningin hjá sær, men tað var ikki heilt rætt. Samráðingar vóru um sølu av bygninginum, men einki var komið upp á pláss tá. Nú er sølan so veruleiki [...] byggja ein nýggjan bygning. Vit skulu brúka eitt grundøki, sum er okkurt um 2.000 fermetrar til støddar, og á økinum fara vit at hava ein bygning, sum skal verða góðar 1.000 fermetrar stórur, sigur Magnus
við bátabrúgvarnar, á tjaldøkinum, á kampingøkinum og annars runt um í býnum. Fólk hugna sær í góðveðrinum. Jógvan á Lakjuni, sonur Victor, hevur keypt sær eina dronu, og vóru vit eina rundferð við honum [...] honum í dag, so kanska koma vit at síggja myndir og filmar frá ferðini seinni. Flogið varð við bátabrúgvarnar og við Kampingøkið. Tá ið vit stóðu niðan fyri Betesda, kom Erik Biskoptø frá Summarfestivalinum [...] verða brúktir til. Men tað hevði nú verið rættiliga stuttligt at flogið framvið stórapalli og fingið eina góða stemningsmynd ella støðulýsing hagani. Vælvitandi, at tað eru reglur fyri hvussu nær, loyvt er
fullkomiliga burturvið, sigur Ingilín. Á G! festivalinum hava Amnesty Føroyar klárað at savnað á leið 500 undirskriftir. - Vit eru stak væl nøgd við undirskriftainnsavnanina. Vit arbeiða saman við norsku Amnesty [...] Í einum av mongu básunum á G! festivalinum húsast Amnesty Føroyar. Ann Krista í Dali og Ingilín Strøm eru tvær teirra, sum hava ábyrgd av básanum. - Vit savna undirskriftir til frama fyri at nigerianska [...] hann var 16 ára gamal fyri at hava stolið tríggjar fartelefonir. Nú, 8 ár seinni, er hann dømdur til deyða, sigur Ann Krista. - Alt bendir á, at hann er ósekur. Hann varð tortureraður bæði likamliga og sálarliga