Nógvir hentleikar á Summarfestivalinum

Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv lív er í býrnum við bátabrúgvarnar, á tjaldøkinum, á kampingøkinum og annars runt um í býnum. Fólk hugna sær í góðveðrinum.

Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv lív er í býrnum við bátabrúgvarnar, á tjaldøkinum, á kampingøkinum og annars runt um í býnum. Fólk hugna sær í góðveðrinum.

 

Jógvan á Lakjuni, sonur Victor, hevur keypt sær eina dronu, og vóru vit eina rundferð við honum í dag, so kanska koma vit at síggja myndir og filmar frá ferðini seinni.

 

Flogið varð við bátabrúgvarnar og við Kampingøkið. Tá ið vit stóðu niðan fyri Betesda, kom Erik Biskoptø frá Summarfestivalinum framvið. Spurt varð beinanvegin um loyvi at flúgva fram við pallinum í kvøld og kanska eisini soleiðis, at man sær áskoðarnar. Men tað er ikki so einkult, tí summi av orkestrunum hava strangar reglur um hvør kann fotografera og hvat myndirnar ella filmirnir verða brúktir til.

 

Men tað hevði nú verið rættiliga stuttligt at flogið framvið stórapalli og fingið eina góða stemningsmynd ella støðulýsing hagani. Vælvitandi, at tað eru reglur fyri hvussu nær, loyvt er at flúgva mannfjøld, størri vegum og flogvallum.

 

Við fartelefonini, sum verður sett uppá fjarstýringina ber til at síggja hvat dronan sær og hagani ber eisini til at gera ymiskar skrásetingar, um myndatólið, frástøður, battarí og ymiskt annað.

 

Her eru nakrar myndir frá túrinum. Dronan var rættiliga trygg at flúgva við – stuttligt var at royna hana.

 

 Orð og myndir: Dávur Winther