Færri enn tríggir mánaðir eru nú eftir, til trettandu oyggjaleikirnir verða settir. Hesa ferð er Áland vertstjóð, og í dag boðaði lokala oyggjaleikanevndin frá, hvussu heiðursmerkini í summar síggja út. Skapið er heldur sjáldsamt, men tað er sum so einki løgið í, at talan er um gyltar vatndropar, sum verða lætnir vinnarunum. - Vit vildu hava nakað, sum ikki var heilt sum tey vanligu heiðursmerkini. Og heilt tíðliga gjørdu vit av, at hetta so ella so skuldi hava nakað at gera við vatn. Tað er jú vatnið, sum allir luttakararnir hava í felag, og tí er symbolska virðið í hesum ógvuliga sjónligt, sigur Terese Fløjt, sum er stjóri fyri oyggjaleikirnar á Álandi.