Nú verður Esmar Eysturoy aftur at síggja á palli. Norðurlandahúsið verður 11. juli karmur um framførslurnar, har vit eisini hitta skótan í Bø og hini, sum vit kenna frá Pipari og Salti
11. juli verður Norðurlandahúsið karmur um eitt brak av eini framførslu, tá Skótin í Bø, Esmar Eysturoy, Kalle Mohr, Kári Cool og øll hini í Pipar & Salt aftur fara á pallin við nýggjum tilfari.
Pipar & Salt hava farnu árini verið at sæð í sjónvarpinum og hava undirhildið á privatum veitslum, men tað eru sjey ár síðani, at teir høvdu veruligar framførslur í Norðurlandahúsinum og í ítróttarhøllini á Nabb.
Sølan av atgongumerkjum til framførsluna 11. juli er longu byrjað. Tey fáast í Kunningarstovuni í Havn.