Aktivur og vistfrøðiligur túrur í fjøllunum

Mánadagin verður ein serstakur møguleiki at ganga fjøllini norðarlaga á Streymoynni. Tá skipar fyritøkan Faroe Adventure fyri eini slíkari ferð fyri føroyingum og útlendingum.

Norðurstreymoy: - Vit ætla at læra fólk at kenna ta føroysku náttúruna og síggja, hvussu vøkur hon er. Og so ynskja vit eisini at vísa á, hvussu neyðugt tað er at hon ikki verður oyðiløgd, sigur Eyðun Berg frá Faroe Adventure.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika eitt tilboð til øll tey, sum hava áhuga fyri at ganga í fjøllunum.

Nú fáa hesi ein spennandi møguleika at vitja fjøllini norðarlaga á Streymoynni og sleppa haraftrat at uppliva, hvussu tað er at sova í tjaldi úti í føroysku náttúruni.

Fyri 1500 krónur kunnu fólk nú fáa hesa upplivingina, har stórur dentur verður lagdur á trygdina. Við í kostnaðinum er eisini matur, ferðaleiðari, tjalding og annað.

- Upplivingarnar á ferðini eru kortini ókeypis!, sigur Eyðun Berg við einum brosi.

Fyrsta ferðin verður gjørd nú mánadagin. Neyðugt er at tekna seg hjá Eyðuni á fartlf. 287373, tí ferðin verður bert gjørd um minst fýra luttakarar boða frá luttøku.

Í fyrstu syftu er ætlanin at gera túrar í Streymoynni, men sum skilst eru eisini fleiri áhugaverdir møguleikar í Suðuroynni.


Varðveita náttúruna

Tað eru helst tey, ið sita heima og droyma um ein gongutúr í fjøllunum við ferðaleiðara, yvirnátting, góðum mati og góðari uppliving.

Henda tørvin ætlar nú Faroe Adventure at hjálpa fólki við, sum ein part av arbeiði teirra at skipa eina fyritøku á vistfrøðiligum støði.

Lagt verður til brots frá Leynavatni á middegi fyrra dagin, og síðani verður gingið niðan á fjøllini, har møguleiki er at fara á toppin á Sneis. Haðani verður leiðin løgd ímóti Vestmanna og at enda verður kósin sett ímóti Saksun, har komið verður um nátturðatíð kvøldið eftir.

Á ferðini verður sovið í tjaldi, eins og alt verður gjørt fyri at luttakararnir ikki á nakran hátt skulu ganga svangir. Borðreitt verður við góðum og orkugevandi mati, soleiðis at fólk megna henda túrin, sum annars krevur eitt sindur av tí einstaka.

Í fyrireikingunum til henda serstaka gongutúrin hava fyrireikararnir lagt dent á, at tey luttakandi uppliva vakurleikan og friðin, sum valdar í føroysku náttúruni.

Eitt annað endamál er at vísa fólki á týdningin av at fara væl um náttúruna. Á túrinum verður tí skipað fyri, at hvør einstakur luttakari skal taka okkurt ruskið, sum sløðist í náttúruni við sær heimaftur til ruskspannina.

- Alt ger mun. Á henda hátt kunnu vit so líðandi minka um dálkingina av náttúruni, sigur Eyðun Berg.