greitt frá, at Karsten Hansen ikki ætlaði sær at góðkenna sáttmálan, sigur Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður. Hann vísir á, at tveir stýrisfundir vóru aftaná, at partarnir høvdu skrivað undir, og at stýrið [...] í gjár fram, at hann ikki hevði fingið nóg góða kunning, tá stýrið gav stýrisformanninum heilmild at skriva undir við Maskinmeistarafelagið. Um hann visti av, at Karsten Hansen ikki fór at góðkenna sáttmálan [...] hann ikki givið stýrisformanninum heimild at skriva undir, tó við tí fyri eyga at stytta sáttmálaskeiðið til eitt ár ístaðinfyri tvey. ? Vit halda nú aftaná, at vit hava givið stýrislimunum nøktandi kunning
ikki dýrari at koyra við bussi til og úr Vágum. Ein ferðaseðil úr Havn vestur í Vágar fer framvegis at kosta 100 krónir eins og eitt mánaðarkort framvegis fer at kosta 1050 krónur. - Vit vænta, at nógv fólk [...] fara at ferðast aftur og fram, t.d. millum Vágar og Havnina til arbeiðis ella í skúla, sigur Pól Jákup Thomsen. Hann vísir á, at túrurin við bussi bara fer at taka trý korter, so fólk tørva ikki at fara [...] Leirvíkar, so eisini norðoyingar fara at sleppa skjótari og lættari vestur í Vágarfld - Eg meti, at vit við hesi ferðaætlanini hava megnað at lyft tænastustøðið munandi, sigur Pól Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari
Russiska stjórnin heldur, at fallið í oljuprísinum fer at steðga, og at prísirnir fara at hækka aftur seinni í ár. Sambært Mikhail Kasjanov halda russar, at oljuprísurin eigur at liggja millum 20 og 25 dollarar [...] Stjórnin í Moskva er í løtuni í ferð við at leggja eina langtíðarætlan fyri olju- og gassvinnuna, soleiðis at vinnan skal fáa betri umstøður at virka undir, og soleiðis at fleiri íløgur kunnu gerast í vinnuni [...] fiskivinnuna hava sagt, at avgerðin hjá myndugleikunum kann taka beinini undan onkrum av teimum tólv skipunum, men í danska fiskimannafelagnum siga teir seg duga at skilja, at myndugleikarnir fara harðliga
brúk fyri at ?hugsa um atkvøðurnar?, so má tað vera eitt minstakrav til ein demokratiskt valdan flokk, at hann rekur politikk heldur enn at reka taktikk. SAMBANDSFORMAÐURIN átti eisini at vitað, at tað tænir [...] spurt? Um so er at formaðurin í Sambandsflokkinum bara hugsar taktiskt og brúkar alla orkuna uppá at fáa hendur á nøkrum av sambandsatkvøðunum í Javnaðarflokkinum, so er øll orsøk til at tala at. Tí hóast ein [...] tí - flokkar eiga ikki undan einum vali at avskriva samstarvsmøguleikar. Men kortini má sigast, at Sjálvstýrisflokkurin hevur borið seg ómetaliga skitið og ljótt at móti Javnaðarflokkinum síðani síðsta val
tal, at hann nøktar tørvin. Hann sigur, at hann trúði ongantíð, at tað fór at blíva so galið, sum tað er blivið. ?Eg havi altíð trúð, at ein hampilig loysn varð funnin, men nú mugu vit so ásanna, at so varð [...] teir hava fullan rætt til at vera ónøgdir. Hann sigur, at av tí at Claymore bara tekur helvtina av teimum bilum, sum Smyril tekur, er tað heilt eyðsæð, at hann kemur ikki at nøkta tørvin, tí Smyril er [...] veit, at hetta hevði kravt tvær manningar. ? Men hetta er nakað, sum má gerast. Og hann heldur, at var viljin til staðar, bar tað eisini til, tí Claymore var bíligur at leiga. Annars heldur hann, at skipið
tikið sær rættin at tulka úrslitið av seinasta løgtingsvali soleiðis, at føroyingar ynskja at loysa frá Danmark. Vejarin avger samráðingaruppleggið Edmund Joensen sigur í tíðindaskrivinum, at seinasta løgtingsval [...] heldur ikki, at hetta er tað sama sum at ynskja loysing frá Danmark. Tí er tað, at Sambandsflokkurin skjýtur upp eina fólkaatkvøðu, har einstaki veljarin verður spurdur, um hann ynskir, at Landsstýrið skal [...] hevur aldri fingið heimild frá Føroya fólki til at samráðast við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum fullveldi, sum í veruleikanum er tað sama sum at loysa frá Danmark. Tí má føroyski veljarin spyrjast
broyttar, og at hann ikki longur er í politikki, er orsøkin til, at Christian Andreasen nú hevur boðað fótbóltsfeløgunum frá, at hann fer at halda fram í formanssessinum í FSF, sum hann er valdur at sita í fram [...] sum ásetingarnar siga skal vera innan 1. apríl, og sum plagar at vera í februar, fór at leggja frá sær. Tá heitti hann á feløgini um at finna annað formansevni. Á aðalfundinum í 2023 vera tað tvey ár [...] hjá Christiani Andreasen, men av tí at hann var formaður í fólkaflokkinum, og løgtingsval stóð fyri framman, so var tað, at Christian Andreasen heitti á feløgini um at finna nýtt formansevni. Nú er alt broytt
sigur, at tá ið hugsað verður, at prísirnir á olju, og á øðrum vørum, eru hækkaðir, eiga vit at endurskoða prísirnar á ferðaseðlum við Bygdaleiðum. Hann sigur eisini, at í næstum fer hann at viðgera [...] heldur, at hetta er rætta løtan at hækka prísirnar, samstundis sum aðrir prísir eru nógv hækkaðir. Hendan seinasta spurningin svarar landsstýrismaðurin ikki beinleiðis upp á. Men hann heldur, at Bygdaleiðir [...] góða tænastu og at tað er bíligt at ferðast. Meginparturin av beinleiðis rakstrinum av Bygdaleiðum, ella umleið 75 prosent, verður fíggjaður av landskassanum. Í sambandi við arbeiðið at dagføra telduskipanini
endamálið er ikki at kollvelta mibýin, men at menna tað, sum er. Tað merkir, at tað, sum er eyðkent fyri miðbýnum, verður varðveitt og styrkt. Her verður serliga hugsað um at varðveita tær mongu smogurnar, ið [...] tómar gøtur og ein, at kalla, lívleysan miðbý. Tí mugu vit ásanna, at miðbýurin hevur tørv á virksemi, sum stuðlar undir at býurin gerst virkin alt árið. Okkara býarkjarna hevur tørv á at fóta sær og livna [...] Eitt, sum dentur verður lagdur á, er at fáa fleiri bústaðir oman í miðbýin, at styrkja tann grøna dámin og at menna eitt trygt gonguumhvørvi. Tróndur Sigurðsson sigur, at hann sera væl nøgdur við uppskotið
Hon vísir á, at vit hava alla tíðina tosað um, at vit mugu fáa fleiri bein at standa á, skuldi tað hent, at alivinnan og fiskivinnan svíkja. Tí heldur hon, at tað er virkuliga býtt, at vit ikki leggja [...] sum eru áhuga í at leita eftir olju undir Føroyum. Hinvegin vísir hann eisini á, at fremsta endamálið er at fremja tað grøna orkuskiftið. Men tað er sera avbjóðandi fyri allan heimin at fara frá koli [...] oljuvinnu. Høgni Hoydal vísir á, at Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at bjóða føroyskt øki út til oljuleiting. Hinvegin skal verandi open-door skipan halda fram. Tað merkir, at Jarðfeingi heldur fram ið