Christian Andreasen hevur nú boðað frá, at hann hevur broytt støðu í spurninginum viðvíkjandi formanssessinum í Fótbóltssambandi Føroya.
Áður hevur Christian Andreasen kunnað fótbóltsfeløgini um, at hann á ársaðalfundinum, sum ásetingarnar siga skal vera innan 1. apríl, og sum plagar at vera í februar, fór at leggja frá sær. Tá heitti hann á feløgini um at finna annað formansevni.
Á aðalfundinum í 2023 vera tað tvey ár eftir av hesum formansskeiðnum hjá Christiani Andreasen, men av tí at hann var formaður í fólkaflokkinum, og løgtingsval stóð fyri framman, so var tað, at Christian Andreasen heitti á feløgini um at finna nýtt formansevni.
Nú er alt broytt. Løgtingsval er útskrivað at vera hósdagin 8. desember, og Christian Andreasen er farin frá sum formaður í fólkaflokkinum, og hann boðaði í síðstu viku frá, at hann tekur seg út politikki.
At umstøðurnar nú eru broyttar, og at hann ikki longur er í politikki, er orsøkin til, at Christian Andreasen nú hevur boðað fótbóltsfeløgunum frá, at hann fer at halda fram í formanssessinum í FSF, sum hann er valdur at sita í fram til aðalfundin á vári í 2025. Tað gjørdi hann á eftirmetingarfundinum av 2022 kappingarárinum, sum var leygardagin. Tá helt hann fyri, at feløgini gjørdu av, um hann skuldi halda fram ella ikki. Sum sagt eru tvey ár eftir av valskeiðnum. Tað ber altíð til hjá feløgunum at seta nevndarlimir og harvið eisini formannin frá, men tað er einki, sum bendir á, at feløgini umhugsa at koppa Christiani Andreasen, sum hevur verið FSF forseti síðani 2010.