Dia Poulsen, stýrislimur hjá SEV, førdi í blaðnum í gjár fram, at hann ikki hevði fingið nóg góða kunning, tá stýrið gav stýrisformanninum heilmild at skriva undir við Maskinmeistarafelagið.
Um hann visti av, at Karsten Hansen ikki fór at góðkenna sáttmálan, sum SEV hevði samrátt seg fram til, hevði hann ikki givið stýrisformanninum heimild at skriva undir, tó við tí fyri eyga at stytta sáttmálaskeiðið til eitt ár ístaðinfyri tvey.
? Vit halda nú aftaná, at vit hava givið stýrislimunum nøktandi kunning, og vit halda okkum hava greitt frá, at Karsten Hansen ikki ætlaði sær at góðkenna sáttmálan, sigur Poul Arni Jacobsen, stýrisformaður.
Hann vísir á, at tveir stýrisfundir vóru aftaná, at partarnir høvdu skrivað undir, og at stýrið síðani hevði fundir við bæði Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tað eru tískil ymiskar uppfatanir av, hvat farið er fram á fundunum tann 27. og 28. mars.
Fingu ikki ultimatum
Í tíðindaskrivi, sum er dagfest 8. mai, frá stýrisformanninum í SEV stendur, at Karsten Hansen tann 27. mars boðaði frá, at hann ikki fór at góðkenna eina so høga lønarhækkan. Hví skrivaði stýrisformaðurin so undir dagin eftir?
? Vit uppfataðu ikki boðini frá Karsteni Hansen sum eitt ultimatum, tí so høvdu vit ikki farið aftur til Maskinmeistarafelagið og roynt at fingið sáttmálaskeiðið stytt, sigur Poul Arni Jacobsen.
? Eg haldi, at tað hevði verið rímiligt, at vit fingu hesa fráboðan skrivliga, sigur Poul Arni Jacobsen. Hann lastar sostatt Fíggjarmálaráðnum fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at boða frá sínari støðu, hóast fíggjarmálaráðharrin boðaði frá hesum munnliga.










