síðan, og tá bleiv alt loftið brotið niður og gjørt av nýggjum. Eisini er klædningur, vindeygu og gólv skift seinnu árini, so talan er um eini heilt onnur hús, vísir Petur Olsen á. Undirskriftirnar Tá ætlanirnar [...] formaður, frá Býarsavninum og Tinglýsingini. - Harumframt kenna vit søguna um umhvørvið har á leið, vísir landantikvarurin á. Men higartil hava fornfrøðisligu myndugleikarnir ikki verið og kannað sjálv húsini [...] miðjan apríl hevur Fornminnisnevndin aftur fund, og tá fer nevndin væntandi at viðgera upplýsingarnar frá byggideildini. Velur Fornminnisnevndin tá at fara víðari við málinum, skal tað út til hoyringar
130. Mettustova var tá í tíðini roknað fyri at vera eitt ógvuliga hábærsligt hús. Sagt var, at eitt hús við bert einum skorsteini ella glugga, har vóru konur fyri innan, var tað eitt hús við tveimum skorsteinum [...] fáa tey ein son, og sum tað skilst fara tey tá av aftur landinum. Komin til Føroya aftur byggir Jacob Mettustovu, sum tá lá í útjaðaranum av Havnar býi, sum tá bert var eitt sløð av húsum úti á Reyni og [...] farin, at hon varð tikin niður og bygd uppaftur. Tá átti Djurhuus próstur hana. Tey nýttu húsini til tilhaldsstað, tá ið tey vóru í Havn. Synirnir búðu har, tá ið teir gingu í latínskúlan. Teir vóru Andreas
vera meira við hús hjá børnum og abbabørnum og so tjena minni. Men vit mugu hava skipaði viðurskifti, so vit ikki kalla milliónaumsetning fyri “lítið ella einki” og so vit ikki í okkara tíð, tá ið fólk krevja [...] erkið rættiliga ódýrt. Tí hava vit enn kjansin at allýsa, hvat verður boðið ókeypis, hvat verður boðið fólki fyri gjald, og hvat als ikki verður boðið fólki her á landi. Vit løgtingsfólk vita altíð minst [...] nærløgd starvsfólk á føðideildini eru; vit merkja, at hvørt einasta barn verður móttikið sum einastandandi undurverk við góðsku og kærleika. Tilvildin vildi, at júst meðan vit soleiðis lógu og hjúklaðu um hetta
fyri ríkisfelagsskapin, men ein kærkomin útjaðarastuðul tá brúk er fyri honum. Gera vit blokkstuðulin til nakað odiøst ella til syndabukk, renna vit okkum føst í okkara egna praksis av útoyggja stuðuli, [...] Stjórnin og Fólkatingið hava eisini latið okkum vitað, at ein møguligur nýskipanarsáttmáli innan fyri ríkisfelagsskapin kemur at hava bæði høgt til loft og vítt til veggja, eisini tá talan er um frælsi og [...] í ríkisfelagsskapinum hava ávís innan loysingarrørsluna spesialiserað seg í at tala niðrandi um danir og ríkisfelagsskapin bygt á ógrundaða útspilling og illgiting. Til tíðir hava hesir loysingar haturfuglar
Andstøðuflokkarnir hava so eisini boðað frá sínum alternativum til ætlaninar hjá landsstýrinum. Meðan javnaðarflokkurin hevur lagt sín politikk fram í eini pjesu, sum er send í hvørt hús og sum byggir á størri [...] fyri broytingum, men hesar skulu helst vera innan fyri verandi heimastýriskarmar. Alt bendir tí á, at vit fáa eitt sera heitt og virkið politiskt ár. TAÐ er eisini við hesum í huga, at Sosialurin fer viðgera [...] kstingini so væl, sum hetta nú einaferð ber til. Nógvir av fundunum eru ikki almennir, og tí mugu vit troyta teir møguleikar, sum eru. TIL tess at fáa eitt breitt og sakligt orðaskifti um tey stóru og
verður at sleppa undan tí. At rokna við at vit skulu vera við í kappingini um fremstu plássini hevði ikki verið veruleikanært. Men vit fara framvegis at hava møguleikan í einstøkum dystum at greiða javnleik [...] fara at spæla við EB/Streymi aftur komandi ár: ? Vit eiga fleiri ungar spælarar. At teir eru evnaríkir er einki at ivast í. Trupulleikin hevur verið, at tá ið nógvir ungir menn eru á liðnum, so sæst tað [...] sum hevur verið í Føroyum síðani 1989, og sum tvey tey seinastu árini hevur verið í B36, fór til hús í vetrarfrí í síðstu viku. Hann kemur aftur til Eiðis síðst í januar. Tað er eisini greitt, at tveir
er at fylla vognin tvær ferðir fyri at ambæta øllum mjólkneytunum. - Vit hava ein minilessara, sum vit rópa tað, sum vit brúka, tá vit fylla fóðurvognin, og tað gongur bæði skjótt og væl at geva neytunum [...] var farin av 14, áðrenn vit koyrdu úr Vágsbotni, og vit vóru ikki í túninum við bóndans hús í Syðrugøtu fyrr enn umleið klokkan 14.30 – ella hálvan annan tíma ov seinir! Men, tá vit komu innar, sótu teir [...] síggja aftur. Nú hava vit ein fóðurvogn, sum vit fylla fóður í og koyra inn í fjósið við. Byrjað verður innast í fjósinum, og síðan bakka vit vognin spakuliga úteftir gólvinum, meðan vit geva. Hann sigur
ført til umfatandi dálking. Nógvar fráboðanir eru komnar um, at tangar eru farnir at leka, helst hava vit hoyrt um teir trupulleikarnar í eldri býlingum í Havn. Tí hevur verið tosað um at gera tað til eitt [...] Nú skal tað verða eitt krav, at øll skulu skifta oiljutangan heima við hús. Tað ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum. Oljutangar, sum fara á hol, hevur verið ein stórur umhvørvistrupulleiki [...] oljutangan eftir eitt ávíst áramál, men onki er hent, og nú vildi Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hava at vita, hvussu gongst við tí ætlanini. Sirið Stenberg sigur, at longu fyri tíggju árum síðani varð
Kirvi hevur frá byrjan arbeitt miðvíst við at útflyta vatn og í 2020 varð fyrsta avtalan fingið í hús, tá farið varð undir at útflyta vatn til Kekkia. Síðani eru Slovakia løgst afturat, umframt at vatn verður [...] Danmark. Á Kirvi hava tey framleitt í gjár og framleiða eisini komandi dagarnar, og fer ein trailari við umleið 50.000 fløskum til Danmarkar í komandi viku. Nú árið er farið at halla, so kunnu vit bara lata væl [...] tappað í Danmark, men í 2018 gjørdi Kirvi íløgu í egið tapparí, soleiðis at allar fløskur síðani 2019 hava verið tappaðar á virkinum í Lopra. Kirvi selur fløskur í ymiskum støddum frá 0,3 litrar til 1,5 litrar
leggja tey eisini stilt tríggjar vikur í summar. Fólkið fer til hús hálvan juli og heldur frí tær næstu tríggjar vikurnar. - Vit plaga at hava ein summarsteðg í 14 dagar, men hesaferð verður steðgurin tríggjar [...] Fiskavirking í Vestmanna vísa tey á, at tað er ikki bara fiskiskapurin, sum er minkaður, men skip hava eisini lagt seg eftir øðrum fiskasløgum. - Fyri góðum mánaði síðan fóru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin [...] Skipini, sum komu aftur av túri, vóru støðugt full undir lúkurnar. Í dag er gott pláss í lastini, tá ið túrurin er liðugur. Fiskavirking í Vestmanna keypti fiskin hjá Grønanesi og Fram í vikuni. Grønanes