EB/STREYMUR VENJARI
Piotr Krakowski verður venjari hjá EB/Streymi komandi ár. Olaf Fríðheim, formaður í EB/Streymi, sigur, at felagið í síðstu viku skrivaði sáttmála við pólverjan. Piotr Krakowski, sum hevur verið í Føroyum síðani 1989, og sum tvey tey seinastu árini hevur verið í B36, fór til hús í vetrarfrí í síðstu viku. Hann kemur aftur til Eiðis síðst í januar.
Tað er eisini greitt, at tveir pólverjar fara at hjálpa EB/Streymi á vøllinum. Talan er um Andrzej Pazek, sum hevur verið á Eiði tey seinastu árini, og um Marek Wierzbicki, sum hevur verið í Vági tvey tey seinastu árini. Teir báðir fara at koma aftur til Føroya eitt sindur seinni, enn at Piotr Krakowski kemur henda vegin.
Ein eystureuropeari afturat verður á liðnum. Tað er Sorin Anghel úr Rumenia, sum er sera væl dámdur á Eiði. Í fjør var kappingarárið hjá honum framúr gott. Í ár var tað ikki heilt so gott. Sorin Anghel var nógv darvaður av skaðum. Men eingin ivi er um, at hann framvegis eigur at vera fongur hjá EB/Streymi, um hann ikki verður so skaðaplágaður.
Rokna við ungu monnunum
Olaf Fríðheim sigur, at tað ikki enn er heilt greitt, hvussu tað verður við heimligu spælarunum komandi ár. Men teir flestu, sum vóru á EB/Streyma liðnum í ár, fara at spæla við EB/Streymi aftur komandi ár:
? Vit eiga fleiri ungar spælarar. At teir eru evnaríkir er einki at ivast í. Trupulleikin hevur verið, at tá ið nógvir ungir menn eru á liðnum, so sæst tað aftur, tí teir kropsliga ikki eru heilt styrknaðir enn. Men komandi ár verða teir eitt ár eldri, enn teir vóru í undanfarnu kapping. Teir hava fingið fleiri royndir, og tí fara fyritreytirnar hjá teimum at standa seg, at verða uppaftur betri, enn tær vóru í fjør.
Miðja tit hægri, enn tit gjørdu í fjør?
? Eingin er áhugaður í at eiga lut í endaspæli um pláss í bestu deildini. Málið hjá okkum verður at sleppa undan tí. At rokna við at vit skulu vera við í kappingini um fremstu plássini hevði ikki verið veruleikanært. Men vit fara framvegis at hava møguleikan í einstøkum dystum at greiða javnleik og onkra ferðina at vinna ímóti teimum stóru.










