Nú skulu øll hús skifta oljutangan

Nú skal tað verða eitt krav, at øll skulu skifta oiljutangan heima við hús.

 

Tað ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

 

Oljutangar, sum fara á hol, hevur verið ein stórur umhvørvistrupulleiki, tí tað hevur ført til umfatandi dálking. Nógvar fráboðanir eru komnar um, at tangar eru farnir at leka, helst hava vit hoyrt um teir trupulleikarnar í eldri býlingum í Havn.

 

Tí hevur verið tosað um at gera tað til eitt lógarkrav, at fólk skulu skifta oljutangan eftir eitt ávíst áramál, men onki er hent, og nú vildi Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hava at vita, hvussu gongst við tí ætlanini.

 

Sirið Stenberg sigur, at longu fyri tíggju árum síðani varð arbeitt við at gera tað til lógarkrav, at oljutangar í sethúsum skuldu skiftast eftir eitt ávíst áramál, men tað arbeiðið steðgaði.

 

Men nú hevur hon tikið arbeiðið upp aftur og hon væntar, at longu seinni í ár verður tað klárt at seta í verk.

 

Eftir nýggju reglunum verða ávís krøv sett til allar oljutangar og til rørini ímillum tangan og oljufýrið.

 

Hon ætlar eisini, at tað skal vera eitt krav, at gamlir oljutangar skulu skiftast út, men av tí, at tað kann verða ein dýr søga hjá fólki at skifta tangan, ætlar hon, at fólk skulu fáa eina hampiliga drúgva skiftitíð.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at hon samstundis fer at umhugsa um tað ikki ber til at veita fólki við lágum inntøkum, fíggjarligan stuðul til at skifta tangan.

 

Men hon ásannar eisini, at hóast tað er dýrt at skifta tangan, kann tað hinvegin eisini verða ovurhonds dýrt at basa dálking, sum kunnu standast av tí, tá ið hol fer á ein tanga.