Fiskivinna
Fiskiskapurin hjá trolarunum, sum royna eftir upsa, er munandi slakari nú, enn hann hevur verið meginpartin av hesum árinum.
Hetta merkist eisini á rávørutilgongidini hjá flakavirkjunum.
Á Fiskavirking í Vestmanna vísa tey á, at tað er ikki bara fiskiskapurin, sum er minkaður, men skip hava eisini lagt seg eftir øðrum fiskasløgum.
- Fyri góðum mánaði síðan fóru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin á gulllaksaveiði, og teir plaga at fiska gullaks til síðst í august ella fyrst í september ? alt eftir, hvussu fiskiskapurin verður.
Í Vestmanna vita tey eisini at siga, at Grønanes fer niður til Danmarkar í dokk síðst í hesum mánaðinum, og ivasamt er, hvat Vesturtúgvan fer at gera, meðan ?makkarin? er í Danmark.
Minni fiskiskapur
Nøgdirnar, sum skipini føra til lands nú, eru ikki á leið tær somu, sum fyrr í vár. Skipini, sum komu aftur av túri, vóru støðugt full undir lúkurnar. Í dag er gott pláss í lastini, tá ið túrurin er liðugur.
Fiskavirking í Vestmanna keypti fiskin hjá Grønanesi og Fram í vikuni. Grønanes hevði 64.000 pund av upsa, og Fram hevði 90.000 pund av upsa. Bæði skipini høvdu eitt sløð av øðrum fiskasløgum.
Aftrat veiðini hjá Grønanesi og Fram, hevur virkið í Vestmanna eisini fingið nakað av upsa frá Fiskavirking í Saltangará.
- Hetta hevur tilsamans verið nóg mikið til hesa vikuna, siga tey í Vestmanna.
Frí í 3 vikur
Á Fiskavirking í Vestmanna leggja tey eisini stilt tríggjar vikur í summar. Fólkið fer til hús hálvan juli og heldur frí tær næstu tríggjar vikurnar.
- Vit plaga at hava ein summarsteðg í 14 dagar, men hesaferð verður steðgurin tríggjar vikur, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna.










