nú er, so liggur prísurin hjá TeleTech á hvørjum megabeitið um 1,25 kr, men hetta er eitt sindur ymiskt. Tað eru serligir prísir galdandi, um tað eru tveir á netinum hjá TeleTech, sum samskifta. Órættvíst [...] tráðleyst internetsamband. Og tað er eisin tráðleyst í orðsins rætta týdningi. Á Brúnaskarði ? Í løtuni arbeiða menn hja TeleTech á Brúnaskarði við at seta upp antennu, so virkir í Klaksvík við skjótum og [...] ongantíð til veruleika, men klaksvíkingar kunnu nú fegnast um at fáa okkurt floymandi omanfyri høvdini á teimum. Eins og vit hava sæð í høvuðsstaðnum og í Eysturoynni, eins í øðrum londum, so hava einamest
Mackay er ikki sørt ovfarin av, hvussu væl hetta tiltakið hevur verið lýst á netinum og at man har hevur kunnað fingið nøvnini á øllum luttakarunum. Tað hevur so aftur gjørt, at man hevur kunnað fingið eitt [...] marknaðarstjóri hjá risastóra multinationala felagnum Schlumberger. Hann er millum útlendsku luttakararnar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Hetta er fyrstu ferð hann vitjar her, og orsøkin [...] eisini vita, hvat vit skulu og kunnu gera her, fyri harvið at ganga tørvinum hjá føroysku myndugleikunum á møti. Í dag er Schlumberger ein av teimum heilt stóru tænastufyritøkunum í oljuvinnuni í Aberdeen og
spurningin, hví vit í grundini nýta pening og orku upp á hesar royndir, tá vit ikki brúka tær til nakað gagnligt. Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum. Hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at royndirnar [...] 2008, og vit hava tikið lut í PISA-royndini síðan 2006. Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at úrslitini frá royndunum so gott sum ikki verða nýtt, og einki verður granskað í teimum. Fleiri eru [...] hvussu tær kunnu verða brúktar betur, skrivar www.skulabladid.fo. - Eg veit, at lærarar eru ymiskir á máli um, hvat eigur at verða gjørt. Í øllum førum eiga vit ikki at leypa framat og taka eina skjóta
sett upp í 15, og tað gekk sera javnt á. Anna og Rúna høvdu munin í byrjanini. Tær løgdu seg eitt sindur fram um, men ongantíð sluppu tær leysar av Rúnu Hentze og Helen á Lakjuni. Tað einu løtuna sá tó út [...] eydnast hjá teimum og tær fingu lagt seg á odda 13-9. Nú var vantandi, at tær fóru at togað settið og harvið finalusigurin heim, men so var ikki. Rúna Hentze og Helen á Lakjuni bardust víðari. Tær vildu ikki [...] tað løn tær vildu hava. Tær fingu skil á sínum spæli og tóku eitt stig fyri og annað eftir frá hinum báðum og tá dysturin var liðugur vóru tað Rúna Hentze og Helen á Lakjuni, sum høvdu vunnið finaludystin
til løgregluna, og síðani hevur løgtingsmaðurin Bill Justinussen heitt á løgregluna um at reisa ákæru ímóti Ole Wich fyri myndir á heimasíðu hansara. Sjálvur kallaði Ole Wich fyrr í vikuni alt hetta ru [...] valstríð. Eg havi so stórt álit á fólkaræðnum og trúgvi, at um tað, ein sigur, er nakað roks, so verður ein heldur ikki valdur. Men einum nýtist ikki at hava politiið í hølunum á sær í heilum, sigur Michael [...] hava sæð her á landi seinastu vikurnar. Spurningurin um, hvussu langt tað ber til at fara, at áðrenn borðið fangar, var eisini evnið, sum varð viðgjørt í einum alternativum Fimmara í Útvarpinum á Hotel Hafnia
sum teir hava víst á tingi hetta seinasta hálva árið. Sambandsfloksins áheitan á Tjóðveldisflokkin skal tí vera, at vit øll samstarva um at lyfta støðið, virðingina og dissiplinið, bæði á tingi og í flokkunum [...] ikki setur fyrispurningar á tingi, sum einans hava til endamáls at darva tingarbeiðinum. Men tað kennist løgi, tá Tórbjørn Jacobsen sigur, at Tjóðveldisflokkurin er einasti flokkur á Løgtingi, sum hevur skipað [...] tann vantandi virðingin, sum flokkurin hevur víst tinginum síðani valið. Bara síðani á ólavsøku hava landsstýrismenn á tingfundum svara 21 munnligum fyrispurningum frá Tjóðveldisflokkinum, og harumframt
var grundlógardagin 5. juni. Tá vant hann Merkið á stong - samstundis sum Dannebrog veittraði á Tinganesi. Tankarnir leita til Gunnleyg, sum liggur á Ríkissjúkrahúsinum. Tað bar henni ikki til at vera [...] í lag við Landsstýrið og klaksvíkingar. Parkeston lá fyri tað mesta inni á Skálafjørðinum, men var eisini í Havn, Sørvági og á Tvøroyri. Til Klaksvíkar fór skipið ongantíð. Axel var sostatt ikki við til [...] óførur at skriva lesarabrøv í Dimmalætting. Eitt, sum eisini hevði hansara stóra áhuga, var flaggstongin. Hana røkti hann væl og flaggaði altíð, tá nakað var at flagga fyri. Á frælsisdegi Danmarkar 5. mai
Fyrsta kappríðing í Føroyum var á ólavsøku í 1921. Soljóðandi lýsing var í Dimmalætting 20/7-1921. "Ætlanin er, um nóg nógvir melda seg, at fáa í lag eina kappríðing á ólavsøku. Teir ið hava hug at vera [...] við og kappríðingin var uppi á Sundsvegnum, vinnarin hesa søguligu kappríðing var Edvard í Horni. Kappast var í nøkur ár á Sundsvegnum, men í 1928 flutti menn kappingina út á Velbastaðvegin. Samstundis var [...] vóru á Sundsvegnum til 500 mtr. Hetta er enn teinurin ið riðin verður á ólavsøku. Hesu fyrstu árini, datt okkurt ár burturímillum har eingin kapping var, men síðani 1936 hevur kappríðing verið á hvørjari
við Keldu í fyrispurningi sínum. Hann vísur á tvær samrøður um sjúkraflutningsbilar, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur havt við Dimmalætting. Ger mun á sjúkrahúsum Onnur samrøðan var í mai mánaði [...] at sjúkrabilurin ikki er á játtanini, vit skulu bara finna eina eykajáttan, vísir Jógvan við Keldu á. Einki mark Jógvan við Keldu heldur, at landsstýrismaðurin við hesum ger mun á sjúkrahúsunum, og hann [...] sum hann vil hava svaraðar í bløðunum. Spyr hví munur er á Í fyrsta lagi spyr Jógvan við Keldu, hvør munurin er á einum sjúkraflutningsbili á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landsskjúkrahúsinum. Hann vil eisini
til at gera bilar í Føroyum. Bygdur á Tunnuvirkinum Almar Nordhaug kom ein dagin inn í Tunnuvirkið við einum gomlum Vauxhall bilmotori og stelli, sum hann hevði funnið á einum ruskplássi í Havn. Hetta var [...] var sera rúgvusmikið tilfar, sum tók nógv pláss inni á Tunnuvirkinum. Flest allir, sum arbeiddu á Tunnuvirkinum, hjálptu til við at gera bilin eftir vanliga arbeiðstíð. Ein teirra var Schønning Eysturoy [...] aðrir bilar eru bygdir um til tað endamál, sum teir skuldu brúkast til. Men bilurin, sum varð bygdur á Tunnuvirkinum Yviri við Strond, er eitt kapittul fyri seg í føroyskari bilasøgu. Almar Nordhaug Tað