Helena ger mun á sjúkrahúsunum

- Landsstýrismaðurin í heilsumálum gerst frekari og frekari, og umframt allar trupulleikarnar, hon hevur vavt seg inn í á øðrum økjum, fær hon sær nýggjar trupulleikar, heldur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður og partur av sitandi samgongu, spyr nú í almennum fyrispurningi Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, hví hon ger mun á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.

- Landsstýrismaður hevur nú so ofta prógvað, at hon misskilur sína uppgávu sum landsstýrismaður, sigur ein bersøgin Jógvan við Keldu í fyrispurningi sínum.

Hann vísur á tvær samrøður um sjúkraflutningsbilar, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur havt við Dimmalætting.


Ger mun á sjúkrahúsum

Onnur samrøðan var í mai mánaði í ár, eftir at ein sjúkrabilur í Klaksvík var steðgaður upp undir neyðsendarørindum.

Í samrøðuni verður Helena Dam á Neystabø endurgivin fyri at siga: "At Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ikki prioriterað sjúkrabilarnar nóg høgt kann ongantíð vera mín trupulleiki."

- Tað vil siga, at sjúkrabilurin skal haldast innfyri játtanina, sum hon vildi hava at vera 2,2 milliónir lægri enn løgtingið samtykti, sigur Jógvan við Keldu í fyrispurninginum.

Leygardagin sigur Helena Dam á Neystabø um sjúkrabil, sum Landssjúkrahúsið hevur ábyrgd av: "Vit væntaðu, at sjúkrabilarparkin fór at klára seg, men ein bilur megnar ikki meir. Men pláss er ikki fyri einum nýggjum sjúkrabili við inniverandi játtan. Tí má ein bráfeingis játtan fáast til vega. Og hetta verður ikki greitt fyrr enn í næstu viku".

- Her sigur landsstýrismaðurin við øðrum orðum, at tað gerst ikki við, at sjúkrabilurin ikki er á játtanini, vit skulu bara finna eina eykajáttan, vísir Jógvan við Keldu á.


Einki mark

Jógvan við Keldu heldur, at landsstýrismaðurin við hesum ger mun á sjúkrahúsunum, og hann heldur, at landsstýrismaðurin hevur misskilt sína uppgávu, fyri ikki at siga misrøkt hana.

- Mær tykir, at okkara landsstýrismaður í heilsumálum gerst frekari og frekari, og umframt allar trupulleikarnar, sum hon hevur vavt seg inn í á øðrum økjum, fær hon sær nýggjar trupulleikar. Her tykist ikki nakað mark at vera fyri, sigur Jógvan við Keldu.

Hann setir tí Helenu Dam á Neystabø tríggjar fyrispurningar, sum hann vil hava svaraðar í bløðunum.


Spyr hví munur er á

Í fyrsta lagi spyr Jógvan við Keldu, hvør munurin er á einum sjúkraflutningsbili á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landsskjúkrahúsinum.

Hann vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin í heilsumálum eigur at vera landsstýrismaður hjá bæði Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.

Og so spyr Jógvan við Keldu, hvussu ein landsstýrismaður í tveimum eins málum kann útleggja annað sum "vánaliga prioritering, sum ongatíð kann vera landsstýrismansins trupulleiki", meðan tá talan er um annað sjúkrahús, so "má hon syrgja fyri at finna henda pening við eini eykajáttan, men at tað ikki kann vera klárt fyrr um einar 14 dagar".

Jógvan við Keldu endar fyrispurningin við at spyrja, hvat partamenninir hjá Helenu Dam á Neystbø siga um hesa vanvirðing av av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og starvsfólkunum har.

Svarar Helena Dam á Neystabø ikki fyrispurninginum í bløðunum, ætlar Jógvan við Keldu at seta meira neyvan fyrispurning í løgtinginum.