Bilurin sum bleiv bygdur á Tunnuvirkinum

Tað eru hóast alt ikki so fáir bilar, sum eru umbygdir í Føroyum.

 

Magnus Gunnarsson




Tað eru hóast alt ikki so fáir bilar, sum eru umbygdir í Føroyum. Vanligt hevur verið, at lastbilar eru gjørdir um til bussar, eins og aðrir bilar eru bygdir um til tað endamál, sum teir skuldu brúkast til. Men bilurin, sum varð bygdur á Tunnuvirkinum Yviri við Strond, er eitt kapittul fyri seg í føroyskari bilasøgu.

Almar Nordhaug

Tað var norðmaðurin Almar Nordhaug, ið kom til Føroya í 50-árunum at hjálpa til við at fáa gongd á Tunnuvirkið hjá Christian Holm Jacobsen Yviri við Strond, sum kom við hugskotinum at byggja bilin. Hann fekk sær hendan bilin sum ítriv, meðan hann var her, og eisini fyri at prógva, at tað bar til at gera bilar í Føroyum.

Bygdur á Tunnuvirkinum

Almar Nordhaug kom ein dagin inn í Tunnuvirkið við einum gomlum Vauxhall bilmotori og stelli, sum hann hevði funnið á einum ruskplássi í Havn. Hetta var sera rúgvusmikið tilfar, sum tók nógv pláss inni á Tunnuvirkinum. Flest allir, sum arbeiddu á Tunnuvirkinum, hjálptu til við at gera bilin eftir vanliga arbeiðstíð. Ein teirra var Schønning Eysturoy. Við tað at bilurin var gjørdur úr jarni, var neyðugt at hava fólk, sum dugdi at sveisa við í arbeiðinum. Ein teirra var Vilmund Olsen, sum arbeiddi hjá Vilhelm Nielsen. Arbeiðið við at gera bilin tók umleið eitt ár, í tíðarskeiðinum 1955-56, og tá bilurin varð liðugur, fekk hann navnið »Du og jeg-bilurin«, tí hann bert hevði pláss fyri tveimum fólkum.

Bilurin fer til Noregs

Hóast hesin hvíti og reyði bilurin vakti stóran ans í Havnini, tykist ikki sum bløðini hava skriva um hann tá. Bilurin var framman fyri sína tíð, við t.d. bandavspælara við fýra hátalarum. Bilurin tók seg væl út tá hann koyrdi í havnargøtum. Hetta hevur verið ein sannur dreymabilur, við stórum veingjum aftan, sum var móti tá í tíðini. Ikki er lætt at avgera, hvat slag, bilurin hevur verið, tí hann hevði Vauxhall motor og rammu, meðan aðrir lutir vóru av øðrum bilum ? til dømis er kølaragittari av einum Ford Consul frá 50-árunum. Bilurin bleiv góðkendur og fekk nummarplátuna Fø 307. Tá Almar Nordhaug fór heim aftur til Noregs, tók hann bilin við sær og koyrdi við honum í fleiri ár.

Helst farin fyri onki

Tá Schønning Eysturoy eina tíð var á fyritøkuni í Noreg, har Almar Nordhaug arbeiddi, koyrdi hann nógvar túrar við »føroyska« bilinum. Tað seinasta, nakar veit við vissu um bilin er. at hann bleiv brúktur sum framsýningarbilur í einum møblahandli í Oslo, og eftir at handilin var givin, veit ongin nakað um bilin. Føroyski bilurin er allarhelst farin fyri onki, men tíbetur eru nógvar góðar myndir tiknar av bilinum, meðan hann var her.


Keldur: Dimmalætting / Sosialurin