Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Tingmaðurin Tórbjørn Jacobsen hevði nøkur formanandi orð í Dimmalætting hósdagin, um floksdissiplin og skipað tingarbeiði.
Tað er vanligt, at tann sum vegleiðir onnur, roynir at vera fyrimynd sjálvur. Tí mugu vit ganga út frá, at Tórbjørn Jacobsen hevur ta fatan, at hann sjálvur vandar sær væl um orðini á tingsins røðarapalli, at hann virðir formansskapin, yvirheldur ásettu talutíðirnar, og at hann ikki svarar til úr tingsalinum, tá onnur hava orðið. Eisini mugu vit ganga út frá, at maðurin hevur floksdissiplin, og at hann ikki setur fyrispurningar á tingi, sum einans hava til endamáls at darva tingarbeiðinum.
Men tað kennist løgi, tá Tórbjørn Jacobsen sigur, at Tjóðveldisflokkurin er einasti flokkur á Løgtingi, sum hevur skipað seg við framsøgufólkum, meðan aðrir tingmenn "fara upp at gáka", hvørja ferð eitt mál skal viðgerast.
Sambandsflokkurin gongur fult inn fyri dissiplini og virðing, bæði innanflokka og í tingsalinum, og flokkurin hevur sjálvsagt framsøgufólk, hvørt á sínum øki.
At Tjóðveldisflokkurin harafturímóti tykist at síggja tað sum sína fremstu uppgávu í andstøðu, at darva politiska arbeiðinum mest møguligt, vísir tann vantandi virðingin, sum flokkurin hevur víst tinginum síðani valið. Bara síðani á ólavsøku hava landsstýrismenn á tingfundum svara 21 munnligum fyrispurningum frá Tjóðveldisflokkinum, og harumframt liggja tríggir skrivligir fyrispurningar frá sama flokki og bíða eftir at verða svaraðir.
Spurningarnir eru ikki bara nógvir í tali, men teir eru eisini sera umfatandi. Dømi er um, at ein fyrispurningur frá Tórbjørn Jacobsen var í 10 punktum, so landsstýrismaðurin sum hevði tveir minuttir at svara í, kundi í mesta lagi brúka 12 sekund til hvønn spurning.
Spurt verður um bæði líkt og ólíkt, og tá spurningarnir eru svaraðir, sigur spyrjarin so at siga hvørja ferð, at hann er ikki nøgdur við svarið, men tað heldur honum kortini ikki aftur við at seta enn fleiri spurningar av sama slag.
Sjálvsagt er tað í lagi, at tingmenn seta landsstýrismonnunum fyrispurningar. Men tað er ikki í lagi, tá endamálið einans er at vera meinbogi hjá teimum, sum vilja nakað í politikki.
Gamalt er, at tann sum býr í glashúsi, eigur ikki at kasta við gróti. Tí eiga Tórbjørn Jacobsen og Tjóðveldisflokkurin ikki at úttala seg við alt ov stórum orðum, tá tosað verður um manglandi virðing í øðrum flokkum. Teir byggja nevniliga einki land við tí framferð, sum teir hava víst á tingi hetta seinasta hálva árið.
Sambandsfloksins áheitan á Tjóðveldisflokkin skal tí vera, at vit øll samstarva um at lyfta støðið, virðingina og dissiplinið, bæði á tingi og í flokkunum.
Samstarv er vegurin fram.









