Tað fría orðið viðgjørt í Fimmaranum

Í gjár skipaði ÚF fyri Fimmara á Hafnia, har kjakast varð um, hvat vit kunnu siga og og meina, áðrenn vit kunnu melda hvønn annan til politiið

KJAK
 
Stutt fyri jól meldaði tónleikabólkurin 200 hvalvíkarprest til løgregluna, og síðani hevur løgtingsmaðurin Bill Justinussen heitt á løgregluna um at reisa ákæru ímóti Ole Wich fyri myndir á heimasíðu hansara.
Sjálvur kallaði Ole Wich fyrr í vikuni alt hetta rummalareiggið fyri eitt stríð um ta føroysku mentanina. Tað er kortini ikki bert í Føroyum, at fólk undrast á, at tað tykist sum, at tað gerst alt meira vanligt at melda hvønn annan.
Herfyri endurgav danska blaðið Politiken politiadvokatin hjá løgregluni í Keypmannahavn; Michael Jørgensen, fyri at siga, at hann metti tað vera eitt tíðarrák, at politikarar hava funnið sær tann óvanan at melda hvønn annan fyri at profilera seg sjálvar í politiskum stríði.
 - Løgreglan eigur ikki at verða tikin inn í eitt valstríð. Eg havi so stórt álit á fólkaræðnum og trúgvi, at um tað, ein sigur, er nakað roks, so verður ein heldur ikki valdur. Men einum nýtist ikki at hava politiið í hølunum á sær í heilum, sigur Michael Jørgensen.
Sostatt er tað ikki eitt serføroysk fyribrigdi, ið vit hava sæð her á landi seinastu vikurnar.
Spurningurin um, hvussu langt tað ber til at fara, at áðrenn borðið fangar, var eisini evnið, sum varð viðgjørt í einum alternativum Fimmara í Útvarpinum á Hotel Hafnia.
Hesaferð bar ikki til hjá lurtarunum at ringja inn, men ístaðin hevði ÚF bjóðað blaðfólki av Sosialinum og Dimmalætting studentum úr Hoydølum og av Fróðskaparsetrinum at seta luttakarunum við spurningar.
Tey, sum tóku lut, vóru Sjúrður Skaale, Niels Arge Galan. Malan Marnersdóttir, Ole Wich og Bill Justinussen umframt teir báðar løgfrøðingarnar Hans Trygva Teirin og Jens Wang.
Kjakið gekk væl og meiningarnar flugu yvir um borðið í Loungini um hetta so grundleggjandi evnið, sum tað fría orðið er í einum samfelag, og hvussu frítt hetta skal vera, áðrenn fútin kann blandast upp í eitt mál.
Samanumtikið mundi semja vera um, at kjak ella brigsl eiga at steðga, tá tað kemur til privatlívið, hóast dømi vóru tikin fram um, at hetta ikki altíð verður hildið í føroyskum kjaki.
 
 
Myndatekstur: Malan Marnersdóttir, ið var ein teirra, sum í fjør gjørdi eitt uppskot um nýtt flagg til danska ríkið, nevni m.a., at tað er vanligt, at fólk mála Merkið á andlitið, tá fótbóltsdystur er. Hetta hevur enn tó eingin meldað nakran fyri. Eisini bar hon upp á mál gamla føroyska siðin at fáa tátt, tá ein persónur varð tikin upp í ringin og hildin millum skipararnar
 
 
Myndatekstur: Sjúrður Skaale helt, at privatlívið hjá fólki skal ikki blandast upp í almenna kjakið