tunnlarnar millum Fjarða og ígjøgnum Leirvíksfjall, sum knýta oynna saman bæði norður og suður og eystur og vestur, brúnna um Streymin, sum knýtir Eysturoynna saman við Streymoy, og ikki minst allar kilometrarnar [...] í Sundalagnum og eystanfyri á oynni, og tað haldi eg vera gott og til frama fyri vinnuna og harvið oynna, segði Olaf Olsen. Klára avbjóðingarnar Tað eru stórar rembingar í nútíðini, og tað verða sett [...] siga, at talið á parafeløgum og smápartafeløgum í oynni liggur um 270, og at virkini eru innanfyri allar vinnugreinar. Tá eru virki, sum ikki eru skrásett sum partafeløg og smápartafeløg, ikki tald við
um Jógvani Andreasi og konu hansara Jokhild, ið varð kallað Kittan. Hjá teimum búðu eisini omman Petra og abbin Jóan Pauli. Arthur og pápi skuldu búgva á Støðini, har Anna omma og Jenny fastur búðu. N [...] mammuna, tí umsorgan og kærleika hon gav mær, konu míni og børnum okkara var í ríkiligt mát - hon gjørdi ikki mun á sínum børnum og fosturbarninum. Hon var góð í ráðum. So skjótt eg mentist og gjørdist spurin [...] fostursystkini Atla og Katrinu, og ver eins góður við biologiska pápa tín, sum við fosturpápan. Hesi ráðini legði eg mær í geyma, og biologiska familjan, ið eg átti aftrat, vístu mær altíð ans og vístu týðuliga
Fredrik Reinfeldt og Sosialdemokratarnir hjá Monu Sahlin takka sær sjálvum fyri. Ófaklærd og arbeiðsleys Tað halda ið hvussu er føroysku samfelagsfrøðingarnir, Jóanes N. Dalsgaard og Sámal Matras Kristiansen [...] veljarum. Serliga tey lágútbúnu og arbeiðsleysu velja Svøríkisdemokratarnar, og tað kemst av, at hesi kenna á sín kropp, at innflytarar leggja trýst á arbeiðsmarknaðin og vælferðartænasturnar. Svøríki [...] ting, at teir nú mótmæla einum lógliga valdum flokki. Svøríkisdemokratarnir fingu heili 5,7 prosent av atkvøðunum og settu gomlu flokkarnar í júst ta støðu, teir mest av øllum vildu sleppa undan at enda
Poulsen og Jón Krosslá Poulsen. Og so eru tað blaðungir dreingir sum 16 ára gomlu Henning Joensen, sum hevur verið liðformaður á u-landsliði, og Marner Gudmundsen, og teir 17 ára gomlu Bárður Poulsen og Julian [...] spælt væl og leingi, og eisini ungu menninar, sum hava valt at umboða onnur feløg. Men eg eri nýggjur her, og hjá mær er tað einki annað at gera enn at arbeiða við teimum, sum eru til venjingar, og eg knarri [...] málmøguleikar og at gera nyttu burturúr teimum, so verður tað hugaligt at spæla og at standa uttanfyri og hyggja at. VB/Sumba hevur spælt fýra venjingardystir í Suðuroy. Móti TB vóru úrslitini 0-0 og 4-0. Móti
fráboðaður í tinginum í gjár og tað verður atkvøtt um hann hósdagin 7. januar. Jóannes Eidesgaard skilir nevniliga ikki, hvørjir fyrimunirnir eru við at siga Henning Jacobsen, og at seta ein fíggjarfrøðing [...] eru so ymiskir, sum Strandferðslan og Landsverkfrøðingurin eru. ? Annar stovnurin er ein tænastustovnur burturav, og hin stovnurin er ein tekniskur stovnur burturav, og eg dugi ikki at síggja, hvussu tey [...] ting, og at annað stigið verður at útgreinað og kanna virksemið at vita, hvar tað ber til at spara? ? Ja, men haldi, at hetta er at arbeiða eftir reyv. Fyrst verður tann stóra avgerðin tikin. Og so verður
óumhugsað og í ringasta føri skaðiligt, at sama felag og sami formaður nú – eftir at málið er avgreitt – kemur alment út við heilt øðrum hugsanum og hugburði til sama skúlasamanleggingarmál og harvið órógvar [...] profilera seg og vilja vísa, at teir gera nakað, at tað í besta føri er tað, sum er hent, óumhugsað og í ringasta føri skaðiligt, og at fyri starvsfólkini í skúlunum hevur vantandi kunningin og opinleikin [...] fleiri persónum við royndu og førleikum innan skúlaskap og umsiting. Eg kann tí fult og heilt afturvísa ákærunum frá lærarafelagsformanninum um m.a. óskipaði viðurskifti og manglandi opinleika. Samandráttur
Babba setti seg í samband við valumsitingina, og at enda var hann biðin um at koma niðan til amtmannin. Og endin var, at babba hevði rætt, og at hann var valdur. Og úrslitið varð rættað samsvarandi. Babba tók [...] húsinum í staðin fyri jólatræ. Omma hevði ein stóran garnvindara. Og hon klæddi hann við mosa og lyngi. Síðan hongdi hon jólapynt á og setti ljós í. Altíð royndi hon at hava okkurt smávegis til gávur. [...] vóru sera góð alt lívið, og tað var altíð eitt serligt samband teirra millum. Hann var inni hjá henni hvønn dag, og kundi hann ongatíð takka henni nóg mikið fyri hennara stríð og strev. Babba var sera hegnigur
Var læraravikur á Borðuni og í Akrabyrgi. Flutti til Danmark og gjørdist sjúkrasystir. 4. Nickels f.1889. Lærdi til bakara. Fór til Danmarkar og gjørdist diakonur. Hann og Fía vóru tvíburar. 5. Johannes [...] 1894. Fór út at sigla og flutti seinni til USA. Sigldi undir krígnum sum skipari fyri amerikanska herin og doyði umborð móti endanum av krígnum. Fyrst varð hann jarðaður í Guam og síðani í hernaðarki [...] Ellen f. 1894, giftist og búsettist í Fredericia 7. Johanna Maria f. 1897. Flutti til Danmarkar, har hon var massøsa. Tað var bert eitt av systkjunum, sum ikki flutti av landinum, og tað var Petur. Johannes
num er. Hetta er jú eingin loyna, og øll eru vitandi um hana. Og fá tala at. Helst tí kjakið, eins og í londunum kring okkum, sæst vera í stríð við kvinnurættindi og rættin til fosturtøku. Í øðrum londum [...] í heimspekini, ateistiskt, átrúnaðarliga, sosialt og etiskt. Á ymisku pallunum verður peikað á ymiskar hugsanir, staðfestingar, metingar og meiningar og grundgivið verður alt eftir, hvør pallurin er. Um [...] ræðumyndin av, hvussu avmarkað og einfalt menniskja kann gerast, tá ið veldst um hugburður til onnur menniskju. Vit hava sæð og upplivað fólkatýning, fólkamorð, álvarsamt spiralmál og tvungna sterilisering, sum
Har var einki at gera, og túrurin mátti avblásast. Báturin mátti uppá land, og tað hevur tikið langa tíð at fáa alt uppá pláss aftur. Men samstundis, nú veðrið hevur verið so turt og gott, er báturin so eisini [...] skjótur og loysti oljufiltrið undan. Tað var júst skift nakrar dagar frammanundan. Setti tó eitt nýtt filtur undir, og motorurin reyk beinanvegin í gongd aftur. Vit løgdu suður ígjøgnum fjørðin og í ein [...] frískur vindur, og óhugaligt var at halda norður í Fugloyarfjørð. Valdu Djúpini Vit avgjørdu at halda norðureftir, norður í Leirvíksfjørð og norður ígjøgnum Djúpini. Tað rak hart norður eftir, og tess longur