Hugleiðingar um J. P. Henriksen

Hugleiðingar um pápa okkara Johan Pauli Henriksen
á 100 ára degi hansara 2. desember 2002

Tað er ikki lætt at skriva um pápa okkara, og um tað stríð og alla ta orku, hann ofraði innan arbeiðararørsluna. Men við øllum, sum vit sóu, at hann avrikaði, hevur hann sanniliga uppiborið at vera mintur við eitt slíkt høvi av okkum, sum stóðu honum nær.
Babba, sum vit øll systkini kallaðu hann, misti pápan bert 3 ára gamal. Hann doyði av gasseitran umborð á "Surprise", sum Vágsbotnhandilin átti. Abbi hansara, Palli í Skotinum, gjørdist sjúkur av heilabløðing umborð á hesum sama skipi.
Einkjurnar vóru hetjurnar
Fyri stuttum var eg á eini samkomu, har ein setti spurningin, hví ongir minnisvarðar vórðu reistir yvir sjómannaeinkjurnar sum eina viðurkenning fyri teirra ómenniskjansliga stríð. Hetta er ein góður spurningur, sum eg eisini taki fult undir við.
Í heiminum á Áarvegnum vóru fýra smábørn og ein mamma, sum mátti út at arbeiða fyri at lívbjarga teimum. Mamman, Angelica, arbeiddi úti í Havn á apotekinum, har hon vaskaði fløskur. Afturat hesum fekk hon sær bindimaskinu at binda fyri fólk. Fyrsti avdráttur til bindimaskinuna var fingin inn við sjónleiki. Síðan guldu tey avdráttirnar so við og við. Bindimaskinan var fíggjað av einum grunni, sum Dahl próstur hevði ábyrgdina av, og babba fortaldi, at hann sjálvur fór út í Sandagerð at gjalda avdráttirnar.
Sigast skal, at hóast trongar umstøður, so megnaði mamman at gera tað hugnaligt fyri børnini. Fyrst í 20. øld kom jólatræið til Føroyar. Tey vóru til sølu, men fá høvdu ráð at keypa. Men mammurnar pyntaðu ymist í húsinum í staðin fyri jólatræ. Omma hevði ein stóran garnvindara. Og hon klæddi hann við mosa og lyngi. Síðan hongdi hon jólapynt á og setti ljós í. Altíð royndi hon at hava okkurt smávegis til gávur. Tað er óneyðugt at siga, at hetta bjargaði jólini!
Babba dámdi væl at spæla sum aðrir dreingir. Serliga stuttligt var at vassa á Eystaruvág, og hetta førdi sjálvsagt karm við sær. Dreingirnir plagdu at fylgja honum heim at vita hvat mamman segði, tá hann kom heim við karmi. Men hon tók væl ímóti honum hvørja ferð. Eisini tá hann kom heim aðru og triðju ferð í sama skili. Men triðju ferð varð hann koyrdur í song, tí nú vóru ikki fleiri klæði at fara í.
Babba dámdi væl at ganga í skúla, og við seinastu roynd fekk hann virðisløn frá skúlastjórnini.
Ikki ráð at taka úbúgving
So var skúlin liðugur og hvat so? Babba hevði stóran hug til sjógvin, men mamma hansara orkaði ikki at lata hann fara tann vegin. Orsøkin var, at sjálv hevði hon mist pápan sum trý ára gomul. Hann fórst undir Íslandi við "Løwenørn" í 1882. Síðan misti hon sum umrøtt sjálv mannin, tá børnini vóru smá.
Babba vildi ikki ganga henni ímóti. Tey vóru sera góð alt lívið, og tað var altíð eitt serligt samband teirra millum. Hann var inni hjá henni hvønn dag, og kundi hann ongatíð takka henni nóg mikið fyri hennara stríð og strev.
Babba var sera hegnigur. Men ikki vóru ráðini til eina lærlingutbúgving, so tað var ikki annað at gera enn at fáa sær eitt lønandi arbeiði.
Hann fekk pláss í Sápuhúsinum, og var hann har í 7 ár.
Sofía Joensen, sum var stjóri har, var eisini kassameistari hjá sjúkrakassanum. Babba, sum hevði evni fyri bókhaldi, hjálpti henni við hesum, og fekk hann stóran ans fyri sjúkrakassan. Hann gjørdist nevndarlimur og seinni formaður fyri framhaldskassan.
Seinni fór hann at arbeiða á meiarínum, har m.a. tók mjólkaroyndir. Her arbeiddi hann eisini saman við Rasmus á Háskúlanum, eitt annað stórmenni í Føroyum. Hansara lívsstarv gjørdist tó á Havnaskrivstovuni, har hann arbeiddi sum bókhaldari í meira enn 30 ár, og her fekk hann eisini besta ummæli.
Bergtikin av arbeiðararørsluni
Tá kongligi handilin varð avtikin í 1856 broyttist tíðin nógv frá einum bóndasamfelag til eitt fjøltáttað ídnaðarsamfelag.
Menn fingu sær skip, ofta vóru tað handilsfyritøkur, sum gingu á odda her. Húskallarnir fóru til skips við teimum. Fiskaarbeiði gav nógv arbeiði til heimafólkið. Onkur vegastubbi varð gjørdur, og munaði hetta eisini væl.
Arbeiðsmenn høvdu bert seg sjálvar at líta á, og longu í 1876 royndu arbeiðsmenn at skipa ein felagsskap at verja síni rættindini og at tryggja sær betri kor. Teir stovnaðu felag, ið nevndist Thorshavns Arbejderforening. Henda roynd kom ongantíð at virka av álvara, tí hon var sligin niður við harðari hond av afturhaldinum og fíggjarligu yvirstættini. Nakrir menn mistu arbeiðið og fingu tað ikki aftur. Smeiturin var so dyggur, at arbeiðararnir vágaðu sær ikki at gera nakra roynd fyrr enn 40 ár seinni, tá Havnar Arbeiðsmannafelag varð sett á stovn 16.januar 1916.
Hjarta fyri arbeiðarum
Hetta hendi, tá babba var um konfirmeringsaldur, og hann fekk frá heilt ungum árum hug at gera sítt til at bøta umstøðurnar hjá arbeiðarum. Og fekk hetta hann inn í arbeiðararørsluna.
Tað var eisini ofta heitt á hann til ymsar uppgávur, og hetta førdi hann inn í sovæl kommunu- sum landspolitikk.
Í býráðsarbeiðnum gloymdi hann heldur ikki hvønn hann umboðaði. Eitt av hansara avrikum var, at tað gjørdist møguligt at keypa grundstykki uppá avbetaling. Tað vóru jú ringar tíðir hjá arbeiðsmonnum við nógvum arbeiðsloysi tá í tíðini og ikki minst undir krígnum. Hetta gjørdi tað sera trupult hjá arbeiðsmonnum at fáa síni egnu hús, men við umrøddu treytum gjørdist hetta munandi lættari.
Tá 1 oyra verkfallið var, fekk babba í uppdrag at fara til amtmannin at fáa hann at kalla tingið saman. Hetta eydnaðist og semja spurdist burtur úr.
At standa á odda hjá arbeiðarum var nakað sum kravdi sín mann, og ofta kundi ágangurin vera stórur. Men hetta dugdi babba eisini at taka sum ein maður.
Roknaði amtmannin av
Hóast "bert" vanliga skúlagongd, so var babba ein meistari í tølum. Til eitt løgtingsval hevði hann roknað út, at javnaðarflokkurin hevði fingið ein mann eykavaldan í Suðurstreymoy. Men tá boðini komu frá amtmansborgini, sum avgreiddi val tá, var eingin valdur. Babba setti seg í samband við valumsitingina, og at enda var hann biðin um at koma niðan til amtmannin. Og endin var, at babba hevði rætt, og at hann var valdur. Og úrslitið varð rættað samsvarandi.
Babba tók ímóti kongi, tá hann var í Føroyum í 1952 í samband við 100 ára dagin fyri, at løgtingið var endurreist. Tá fekk hann í boði riddarakross, men sum rættur javnaðarmaður segði hann nei takk. Hann fekk at vita, at í Danmark vóru javnaðar borgmeistarar byrjaðir at taka ímóti "krossinum". Men tað legði hann ikki petti í. Hann skuldi so ongan hava.
Babba var ein góður og umhugsin pápi. Hann signaði okkum hvørt kvøld. Hann vildi fegin, at vit tóku víðari skúlagongd, men tað var heilt upp til okkum hvat vit gjørdu.
Mamma og babba vóru sera lesandi fólk, og tí vistu tey eisini nógv. Tað var eisini tosað við okkum børn um tað, sum lisið varð, og hetta kjakaðust vit øll um.
Mamma var ein sera góður stuðul hjá babba, og hesum duldi hann ikki fyri.
Eg minnist babba við virðing sum eitt stórt og hjartagott menniskja, sum hevði hjarta fyri øllum.
J.