Í málinum um skúlabygnaðin í Klaksvík er eitt skriv frá Føroya Lærarafelag v/Herálvi Jacobsen, formanni, dagfest 29. apríl 2011, har felagið meira talar fyri enn ímóti einari skúlasamanlegging. Tí er tað í besta føri óumhugsað og í ringasta føri skaðiligt, at sama felag og sami formaður nú – eftir at málið er avgreitt – kemur alment út við heilt øðrum hugsanum og hugburði til sama skúlasamanleggingarmál og harvið órógvar ta týdningarmiklu og krevjandi samansjóðingartilgongd, sum nú er í gongd.
Í almennum skrivi í vikuni finst formaðurin í Føroya Lærarafelag at samanleggingunum av skúlum í Tórshavn og í Klaksvík, og sum formaður í Trivnaðarnevndin Børn og Ung hjá Klaksvíkar Býráð, sum varðar av skúlamálum, vil eg gera hesar viðmerkingar:
Eitt nú førir lærarafelagsformaðurin fram, at tað er ikki rætt at leggja skúlar saman, áðrenn tað er greitt, hvussu teir skulu skipast, at tað er óskiljandi, hví ein samanlegging skuldi skundast ígjøgnum, at kommunalpolitikarar vilja profilera seg og vilja vísa, at teir gera nakað, at tað í besta føri er tað, sum er hent, óumhugsað og í ringasta føri skaðiligt, og at fyri starvsfólkini í skúlunum hevur vantandi kunningin og opinleikin í tilgondini verið ótolandi.
Ein kann ikki annað enn undrast stórliga á tær viðmerkingar, sum her verða førdar fram, tí talan er veruliga um eina væl skipaða og fólkaræðisliga tilgongd, har allir viðkomandi partar av málinum luttóku, og sum frá byrjan til enda varð løgd tilrættis í samráð við Mentamálaráðið.
Talan er her um eina drúgva tilgongd, sum ein bygnaðarbólkur stóð fyri, har umleið 150 persónar í og kring skúlan luttóku í arbeiðnum.
Úr rúgvuni av fólkaræðisligum mannagongdum, vit hava nýtt í hesum máli, kunnu nevnast fleiri fundir við lærararnar í Klaksvík, bygnaðarbólkur við umboðum fyri leiðslu, skúlastýri, læraraumboð og umboð fyri kommununa, har bæði umsitingarlig umboð og umboð fyri meiri- og minniluta í býráðnum vóru við.
Bygnaðarbólkurin, sum varð mannaður eftir fyriskriftum frá Mentamálaráðnum, skipaði fyri verkstovum, hugbanka og fundum, sum fevndu um umleið 150 fólk, har allir viðkomandi partar í og kring skúlan eru komnir til orðanna. Til at standa fyri hesum arbeiði og skipa tilgongdina setti bygnaðarbólkurin ráðgevingarfyritøkuna Input, sum kom sera væl frá uppgávuni.
Eitt nú var talan um hesi tiltøk:
*Verkstovur fyri lærarar og skúlastýrini/-leiðslurnar, sum viðgjørdu spurningin: Hvussu fær man
Føroya bestu næmingar?
*Verkstovur fyri næmingar í framhaldsdeildunum og fyri umboðum á dagstovnum, frítíðarskúlum
og miðnámi, har spurt varð: Hvussu fáa vit Føroya besta/bestu skúla/r?
*Framrokning og frágreiðing frá búskaparfrøðingi um fólkatal í Klaksvíkar Kommunu.
*Vitjan av Magnus Te Pas, sum er slóðbrótandi danskur skúlastjóri, ið hevur flutt og ment ein
danskan fólkaskúla.
*Hugbanki í tveir dagar, har politisku umboðini í bygnaðarbólkinum ikki luttóku, men har
bygnaðarbólkurin varð víðkaður við fleiri persónum við royndu og førleikum innan skúlaskap og umsiting.
Eg kann tí fult og heilt afturvísa ákærunum frá lærarafelagsformanninum um m.a. óskipaði viðurskifti og manglandi opinleika.
Samandráttur av viðmerkingum frá Føroya Lærarafelag, v/Herálvi Jacobsen, formanni – latin Klaksvíkar kommunu í skrivi, dagfest 29. apríl 2011:
1. Eftir føroyskum viðurskiftum eru skúlarnir í Klaksvík tveir stórir skúlar, og einki forðar fyri at skúlarnir, tá hugsað verður um stødd, virka sum sjálvstøðugar eindir.
2. Millum fyrimunirnar við einum samanløgdum skúla eru felags serhøli og útgerð.
3. Tað kann hugsast, at valið stendur millum eitt vælútgjørt serhøli heldur enn tvey minni vælútgjørd serhøli.
4. Sjálvandi krevst ein ávís stødd fyri at fáa eitt fakligt umhvørvi,
5. Eitt gevandi fakligt umhvørvi er tó meira tengt at eini framsøknari leiðslu og starvsfólkunum annars, enn at støddini av starvsfólkahópinum.
6. Í nøkrum lærugreinum í fólkaskúlanum er tørvurin á lærarum størri enn í øðrum lærugreinum. Har kunnu vera fyrimunir í einum størri lærarahópi.
7. Innan øki har serkunnleiki krevst, bæði námsfrøðiliga og tøkniliga, er eingin ivi um, at eitt størri arbeiðsøki er til fyrimunar fyri tey, ið røkja hesar uppgávur.
8. Tímar til serligan tørv verða heilt víst gagnnýttir betri í einum størri skúla/øki. Samanumtikið verða lærarakreftirnar gagnnýttar betri.
9. At miðsavna serkunnleikan og økta innanhýsis læringin millum starvsfólkini, ið væntandi stendst av tí, kemur sjálvandi næmingunum til góðar. Hetta kann tó eisini gerast við samarbeiði millum skúlarnar.
10. Við eini felags leiðslu, átti heilt víst at verið rúm fyri rationaliseringum innan umsiting. Hinvegin er tað serliga tann námsfrøðiliga og tann sjónliga leiðslan, ið dentur verður lagdur á í skúlahøpi.
11. Ein møgulig samanlegging at vera framd sum ein skipað tilgongd, har starvsfólkini eru partur í málinum og verða kunnað og hoyrd. Tað kann vera eitt stórt afturstig fyri skúlan, um ein partur av lærarunum kenna seg kroystar inn í ein bygna, teir einki ynski hava um og onga ávirkan hava havt á.
12. Tá tveir skúlar verða lagdir undir eina leiðslu, er í prinsippinum talan um at niðurleggja annan skúlan, og tá er ásetingin í fólkaskúlalógini um fólkaatkvøðu galdandi (§ 29. Stk. 5.).
Samanumtikna tilmælið frá Lærarafelagnum var soljóðandi:
13. Sum sæst omanfyri, so eru bæði fyrimunir og vansar við einari samanlegging.
14. Lærarafelagið kemur tí ikki við nakrari einvísari tilráðing, fyri ella ímóti.
15. Vit leggja tó dent á, at týdningarmesti spurningurin í sambandi við eina møguliga skúlasamanlegging, skal hon eydnast væl, er at lærararnir eru partur av tilgongdini, og at lærararnir verða kunnaðir og hoyrdir.
Hetta skrivið frá Føroya Lærarafelagnum varð sjálvandi tikið í fullasta álvara av Klaksvíkar Býráð, tá ið støða skuldi takast til skúlabygnaðin í Klaksvík.
Tá ið nú sami formaður fyri sama felag kemur buldrandi út við heilt øðrum meiningum og metingum um sama mál, ja, so kemur spurningurin fram í hugan, um tað ikki mest av øllum er formaðurin í lærarafelagnum sjálvur, sum vil profilera seg. Lærarafelagið verður í øllum førum ikki serliga væl profilerað við hesum framferðarhátti formansins, har meiningarnar um so týðandi mál síggja út til at skifta frá ári til ár.
Í løtuni eru lærararnir við Klaksvíkar skúlaverk inni í einari avbjóðandi tilgongd, har nýsetti stjórin – saman við skúlastýri, varastjórum og øllum lærarum, og í góðum samstarvi við kommununa – er í ferð við at savna allar kreftir um eina samansjóðingartilgongd, sum bæði er spennandi, men eisini krevjandi fyri allar partar.
Tað er tí óguliga óheppið og lítíð sømiligt, at felagið hjá starvsfólkum skúlans nú kemur sum ketta upp úr høvdatroð við so spjaðandi og særandi viðmerkingum, og vil eg sum formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung átala slíkan atburð.
Í besta føri eru hesar viðmerkingar lærarafelagsformansins óumhugsaðar og í ringasta føri skaðiligar.
Klaksvík, 29. mai 2015
Jóhann Lützen,
formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung