Havhestaveiða
Nei, bummtúrur er ikki rætta orðið, tí vit komu fegnir og vælhýrdir aftur at landi eftir at hava drukkið ein deiligan kaffimunn inni á MBM-Kjøti í Hósvík. Men sum havhestatúrur, var hann lítið verdur. Vindur, illfýsið og eingin havhestur at síggja.
Týsmorgunin kl. 05 loystu vit úr Oyrunum á Toftum. Svágurin, Alberg, var skipari og eigarin av norsktbygda timburbátinum, Norðkapp, sum er 25 føtur langur.
Báturin hevur ligið síðan tíðliga í summar. Ein góðan morgun, tá ið eigarin, Alberg og skjótt áttatiára gamli nesmaðurin, Hans Jakku á Gadd, skuldu fara ein túr á flot, tók skrúvan í botn í Oyrahavnini. Har var einki at gera, og túrurin mátti avblásast. Báturin mátti uppá land, og tað hevur tikið langa tíð at fáa alt uppá pláss aftur. Men samstundis, nú veðrið hevur verið so turt og gott, er báturin so eisini vorðin málaður.
Á havhestaveiði
Týsmorgunin skuldi so fyrsti túrurin gerast, eftir at báturin hevur ligið so leingi.
Alberg er royndur havhestamaður. Ein dagin í fjør heyst fingu hann og ein vinmaður 520. Mær dámar eisini væl at taka havhest. Vóru ein túr síðsta heyst sum eisini gav slakar 500 fuglar. Stuttligt at taka, tó eitt ómetaligt stíð at fáa alt undan. Men tað stuttliga er, at tað letur seg gera ? eisini, tá ið talið er so stórt. Tað hevði verið ómøguligt fyri nøkrum árum síðan hjá tveimum monnum at fingið eitt so stórt tal av fugli undan, men síðan vit fingu tær góðu roytingarmaskinurnar, sum næstan taka alt dúnið av eisini, letur tað seg gera.
Veðrið, sum sá út til at vera eitt sindur ivasamt kvøldið fyri, var gott á Tangafirði hendan morgunin. Kanska fór tað at eydnast. Minkaði hann lotið uppaftur meira, skuldi veðrið ikki verið nakar bági. Vestligur í ættini.
Komnir suður móti Fríðrikskirkjuni, hevði motorurin hug at steðga. Kendist, sum fekk motorurin ikki nóg mikið av olju. Vit løgdu inn á Toftagjógv. Skiparin var skjótur og loysti oljufiltrið undan. Tað var júst skift nakrar dagar frammanundan. Setti tó eitt nýtt filtur undir, og motorurin reyk beinanvegin í gongd aftur.
Vit løgdu suður ígjøgnum fjørðin og í ein landsynningeystan úr Eystnesi.
Eystanfyri var frískt lot, men makaði hann, hevði verið roynandi. Ætlanin var at koma út á opnan Kalsoyarfjørð og síðan halda leiðina í Fugloyarfjørð.
Umleið ein tími var eftir av vestfallinum, mettu vit, sovit høvdu mótstreym. Sjógvurin var einki at tosa um, rímiliga slætt, men ikki besta havhestaveður. Onkuntíð tóktist at vera meira lot, onkuntíð minni.
Eingin havhestur var at síggja allan vegin út á opnan fjørðin. Tað er nú ikki óvanligt. Men tá ið vit reiðiliga vóru komnir út á fjørðin, og einki havhestabein framvegis var at síggja, fóru vit at ivast í, um hetta nú fór at gerast tann stóri dagurin, sum vit vónaðu. Kanska heldur tíðliga , hugsaðu vit. Men tá ið nakað av havhesti fekst leygardagin fyri, átti tíðin ikki at verið verri, nú tríggjar dagar seinni.
Úti á Kalsoyarfirði var frískur vindur, og óhugaligt var at halda norður í Fugloyarfjørð.
Valdu Djúpini
Vit avgjørdu at halda norðureftir, norður í Leirvíksfjørð og norður ígjøgnum Djúpini. Tað rak hart norður eftir, og tess longur norður vit komu, jú harðari rak. Báturin, sum vanliga gongur 6-7 míl, gekk heilar 12 míl, tá ið vit nærkaðust Galvinum og Kallsoynni.
Væntaðu lívd í Leirvíksfirði, men hendan lívdin kom ongantíð. Lotið var allatíðina ríkiliga frískligt til havhestatøku. Men tað gjørdi sum so ikki nakað serligt, tí einki fuglabein var at síggja kortini. Vit stevndu longur norður, og nú vísti tað seg, at hann var hækkaður. Tí gjørdist tað eitt sindur tvassut, tá ið vit komu norður um Fuglafjørð. Har eru ivaleyst íður, sum ikki høvdu verið so penar, um vindurin vaks uppaftur meira. Einar tvær ferðir fekk báturin ?frammaná?, men ikki meira enn tað, at vit valdu at halda leiðina fram norðureftir. At venda suðureftir aftur, fór hvørki at geva eitt ella annað, vóru vit sanførdir um. Og so høvdu vit eisini skula togast við harða rákið í Leirvíksfirði. Tað tímdu vit so slett ikki.
Komnir norður á Oyndarfjørð, høvdu vit fingið tveir havhestar; tað var alt ? og vit høvdu heldur ikki sæð meira enn hesar somu. So, her var snøgt sagt steindeytt við fugli. Eingin svartfuglur heldur...
Vit sigldu beint norður ígjøgnum Djúpini, og vestanfyri norðara part av Kallsoynni, duttu vit á nakrar heilt fáar havhestar. Framvegis rak eystur, og tað fór tað at gera nakrar tímar aftrat. Tíbetur. Nú var so tvassut, at hevði vestfallið verið ov nær, er ivasamt, um vit ikki høvdu verið noyddir at vent suðuryvir aftur.
Tað hevði heldur ikki verið takandi, um nakar havhestur var. Báturin setti so nógv, at sjógvur javnan legði seg afturyvir húsið. So, har var ikki standandi ? í hvussu er ikki í ongum oljuklæðum og við sigarett í munninum! Trupulleikin við oljuklæðunum kundi verið loystur, tey oljuklæðini hjá skiparanum lógu inni í húsinum.
Vit avgjørdu nú at toga okkum vestur í Eiðisflógva, einar 3-4 fjórðingar úr landi. Hetta fór at taka langa tíð, vistu vit. Helst nakrar tímar...
Alt gekk væl. Hóast keðiligu havhestalíkindini, hugdu vit, um nakar havhestur var, men tað var sum lundi á jólanátt. Vit sóu bara onkran hendinga fugl. Og so slett einki at tosa um.
Leingi at vinna
upp Eiðisflógva
Framvegis rak norður, so ógvuliga seint gekk vesturyvir. Onkuntíð lá ferðin um 2-3 míl; tað var alt. Tá ið vit vóru komnir nakað væl vestur, mettu vit, at vit høvdu ein tíma eftir í Eiðisflógva, men hesin tímin gjørdist til tveir. Drúgt var at hála okkum vestur móti Risanum og Kellingini og uppaftur drúgvari at sleppa so mikið langt vestur, at Torvanes og Víkarnes vóru yvir eitt, soleiðis at vit kundu leggja leiðina inn í Eiðisflógva.
Men umsíðir kundu vit leggja á Flógvan, og ferðin inneftir gekk væl.
Tað var ein stórur lætti, tá ið vit komu inn um, tí tað hevði verið so strævið at ?trampa? allar hesar tímarnar vesturyvir.
Tíbetur vóru vit fyrr enn vestfallið, tí tá hevði tramparíið ivaleyst verið uppaftur meira...
Vit sigldu suður ígjøgnum Sundalagið og høvdu viðstreym, tá ið vit nærkaðust brúnni við Streymin og allan vegin suðureftir. Á leiðini við brúnna kom ferðin uppá slakar 11 míl.
Skiparin er til dagligt slaktari á MBM-Kjøti, so tá ið vit komu suður til Hósvíkar, løgdu vit at landi og fingu ein góðan kaffimunn.
Ferðin úr Hósvík og heim áToftir tók tað mesta av einum tíma.
Tá ið vit løgdu at aftur á Toftum, høvdu vit siglt runt alla Eysturoynna. Fongurin var ikki nevniverdur, men vit høvdu so roynt bátin og kundu fegnast um, at alt hevði riggað, sum tað skuldi.
Enn er góð tíð til havhest. Lítið er at ivast í, at fuglurin er lagstur nakrar dagar seinni enn vanligt. Tí kunnu menn, sum ætla sær ein ella fleiri havhestatúrar, gleða seg um, at tað er ikki ov seint at fara avstað í vikuskiftinum og heldur ikki í komandi viku.