at havt gjøt fyri hálvum øðrum ári síðani. Hann sigur, at tað dýra brennievnið fer at kosta felagnum 1,4 milliard dollarar meiri í ár enn í fjør, heldur oljuprísurin sær, og hesum hevur felagið ikki lagt [...] hvør annan ígjøgnum eina heimasíðu hjá samkyndum. Tað vísti seg, at drongurin hevði fingið pengar frá fleiri monnum aftur fyri at hava veitt teimum "kynsligar tænastur", og tá løgreglan fór at kanna nøvnini [...] síðani onglendingar avrættaðu skotsku frælsishetjuna William Wallace, sum fleiri munnu kennast við frá filminum "Braveheart", sum Mel Gibson gjørdi í 1995 við sær sjálvum sum høvuðsleikara. Í tí sambandi
fór Eyolvur at arbeiða á Tekniska skúlanum í Klaksvík, og har hevur hann verið í føstum starvi síðani 1. oktober í 1976. Seinastu umleið trettan árini hevur hann verið deildarleiðari á el deildini. Tað plagar [...] sum yngru skyldmenninir sóu ógvuliga stórt í. Eyolvur fór at spæla við dreingjaliðnum í 1959, og frá 1964 var hann fastur maður á besta liðnum, undantikið tíðarskeiðini tá ið hann var burturi í útbúg [...] minnisríka dystinum í Gundadali 3. september í 1972, tá ið klaksvíkingar endurvunnu meistaraskapin frá HB. Tá búði Eyolv í Keypmannahavn. Hann var stutt frammanundan farin niður, og KÍ vildi hava hann upp
verjuleikara. Uppiborin leiðsla Men tað kom allarhelst ikki óvart á nakran, at AB legði seg á odda 1-0 eftir 22 min. Ein langur bóltur kom høgt inn fyri í brotsteigin, har Høgni Joensen skallaði víðari [...] uppiborið, so var talan um eitt framúrskarandi mál. Bólturin endaði fyri føturnar á Slavisa Kaplanovic, ið frá tjúgu metrum smekkaði bóltin upp í tríkantin. Neyvan man nakar brigsla málmanninum fyri ikki at bjarga [...] ein sera góðan dyst, aftur upp á spæl. Eftir eina langa sending úr mótsettu síðu, smekkaði hann til frá horninum á málteiginum. Men við einari ótrúligari refleksbjarging fekk Danny Rasmussen í AB málinum
endaði KÍ omaná bæði á Skála og í Klaksvík. Sunnudagin sættaðust liðini við javnleik. Tað endaði 1-1, og tað var javnt mest sum alla tíðina. Níggju minuttir undan leikloki legði Skála seg framum, og í [...] gjøgnumspælingar, sum vóru um reppið at bera mál við sær. Eitt nú tá ið Jónhard Frederiksberg kom inn frá vinstru, og Meinhardt Joensen bjargaði til horna. Næst við var KÍ, tá ið Símun Joensen við høvdinum [...] málið. So var aftur javnleikur. KÍ tók ikki av, tá ið teir høvdu møguleikan at taka triðja plássið frá B36, sum teir seinni í heyst skulu spæla steypafinalu ímóti. Tað tóktist ikki at nerva klaksvíkingar
grundstykkið, sum er leigað frá kommununi og kommunan hevur hótt við at siga leigumálið upp, verður onki arbeiðið á virkinum. Hetta er Fiskavirking við uppá, tí leiðslan har hevur boðað frá, at ætlanin er at hava [...] tollendurgjald fyri tann fisk, sum vit innfluttu úr Russlandi og virkaðu í Føroyum. ?Endurgjaldið var 1,10 krónur fyri hvørt kilo av ráfiski. ? Hetta gav rættiliga nógv arbeiði, men tað datt niðurfyri, tá [...] er tollendurgjaldið ein fortreyt, sigur Meinhard Jacobsen. Og hann sigur, at eitt endurgjald uppá 1,10 krónur fyri kilo, hevði gjørt ógvuliga stóran mun.
ikki so nógv, vit sóust í barnaárum; men 10 ár seinni, tá vit í 1. G høvdu tikið stig til kórsang úti á VBV, kom Jákup, sum tá gekk í 1. P, við í kórið. Hann hevði tá enn ikki fingið mansrødd og sang tí [...] Jákup var vinsælur maður, altíð við tí góða orðinum. Hugbráður, sum hann eisini var, kundi hann hvessa frá sær - tó ongantíð særandi, tí altíð ráddi góðlyndið aftanfyri. Kensluríkur setti Jákup meira enn nakar [...] hvørja ferð mundi hann hava munin; men var veðurløtan føgur, vóru altíð ráð til at draga nakað upp frá botni, lata bátin bara reka av leið og at seta okkum saman til eitt hugnaligt prát við einum góðum
av hinum li_unum gjørdist til veruleika í fyrstu royndini í hesi NM kappingini. Teir bastu Danmark 1?0. Máli_ skora_i Christian R. Mouritsen vi_ beinlei_is frísparki úr 30 metrum, tá i_ ta_ resta_u tíggju [...] vóru á ongan hátt ni_urspældir, og danskarnir vóru ikki serliga vandamiklir. Teir royndu nógv úti frá, men royndirnar vóru einki neyvar. Vit høvdu tveir a_rar stórar møguleikar. Tveir minuttir eftir ste_gin [...] byrgdi fyri. Ta_ er Bill Jacobsen, sum saman vi_ He_ini Askham hevur ábyrgdina av li_num, i_ grei_ir frá úr Vaasa í Finnlandi, har hitastigini í fyrrakvøldi_ vóru eitt sindur fleiri enn tjúgu. Bill Jacobsen
tað hevur verið danskur politikkur at sleppa statinum frá flogvallunum. ?Eg vísti á, at bæði í Danmark og í Grønlandi hevur staturin latið vallir frá sær, sum hava verið fult nútíðargjørdir. Men tað er vøllurin [...] 400 milliónir, líkamikið, hvat vit velja, sigur hann. Um vit vilja leingja vøllin til eitt nú 1.400 m. ella 1.800 metrar ?Og tað er ikki vist, at bara annar parturin skal bera allan kostnaðin, sigur løgmaður
meðan vøksturin í útflutninginum er nógv minni. Í februar vaks útflutningurin bara 0,1 prosent, meðan innflutningurin vaks 1,6 prosent. Búskaparfrøðingar halda kortini ikki, at nakar vandi er á ferð. Tað avgerandi [...] kursurin á virðisbrøvum beinanvegin. Eru ikki húnar Tjóðartingið í Ungarn hevur havnað einum kravi frá umleið 2.500 fólkum, sum halda uppá, at tey eiga at verða viðurkend sum eftirkomarar hjá tí navnframa [...] fyri París í 451. Nú 1550 ár seinni vilja umleið 2.500 fólk í Ungarn vera við, at tey eru ættað niður frá konginum, og at tey tí hava rætt til at fáa støðu sum ein etniskur minniluti í Ungarn. Ungarska tj
arbeiðið liðugt, ið vit byrjaðu uppá fyri meira enn fimm árum síðani. Ikki bert frá limunum í fakfeløgunum í Samtakinum, men frá øllum tryggingartakarum í Lív, sum eiga at hava ein felags áhuga í, at avtalan [...] Lív. Men henda nýggja nevnd hevur kortini nakrar týðandi uppgávur at fáa loyst ongantíð ov skjótt: 1. Val av 2 nevndarlimum í Lív. Í fyrsta lagi skulu 2 fólk veljast at taka við nevndarsessi í Lív, soleiðis [...] langari tíð síðani, tí landsstýrið bant seg til at fáa hetta avgreitt "beinanvegin" og ikki seinni enn 1. november í ár. Tað hevur týdning at velja tey røttu fólkini, sum koma at verða við til at taka týðandi