Eftir stórtapini í Europa Cup kappingunum er hetta ein sólskinssøga fyri føroyskan fótbólt í altjó_a høpi. T_skvøldi_ framdu føroysku U 17 dreingirnir rættuligt bragd. Tá syrgdu teir fyri, at dreymurin um, at ta_ skuldi eydnast at vinna á einum av hinum li_unum gjørdist til veruleika í fyrstu royndini í hesi NM kappingini. Teir bastu Danmark 1?0. Máli_ skora_i Christian R. Mouritsen vi_ beinlei_is frísparki úr 30 metrum, tá i_ ta_ resta_u tíggju minuttir.
? Talan var um framúr avrik. Á so gó_um undirlagi, sum eg ongantí_ á_ur havi sæ_, hildu okkara seg hundra_ prosent til ta_, i_ var avrátt. Danir høvdu bóltin eitt sindur meiri enn okkara, men okkara vóru á ongan hátt ni_urspældir, og danskarnir vóru ikki serliga vandamiklir. Teir royndu nógv úti frá, men royndirnar vóru einki neyvar. Vit høvdu tveir a_rar stórar møguleikar. Tveir minuttir eftir ste_gin sendi Christian R. Mouritsen av brotsteigar markinum og á tvørtræi_, og tá i_ 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamalur var Kristoffur Jacobsen um at gerast leysur, men málverjin, sum var_ skaddur í hesi stø_uni, byrgdi fyri.
Ta_ er Bill Jacobsen, sum saman vi_ He_ini Askham hevur ábyrgdina av li_num, i_ grei_ir frá úr Vaasa í Finnlandi, har hitastigini í fyrrakvøldi_ vóru eitt sindur fleiri enn tjúgu.
Bill Jacobsen hevur veri_ vi_ í fleiri ár, og hann heldur li_i_ hesa fer_ er eitt ta_ besta, sum hann hevur havt vi_ at gera.
? Uppstillingin er 4?2?3?1. Levi Hansen var sterkur fremsti ma_ur, og aftanfyri hann var Christian R. Mouritsen sera t_dningarmikil spælari, sum var mi_depil, tá i_ okkara royndu at mynda álop. Saman vi_ teimum bá_um vóru ta_ Kristoffur Jacobsen í høgru og Jóhan Ellingsgaard í vinstru, sum vóru vi_ í álopspartinum. Hinir seks røktu fyrst og fremst verjupartin. At vit høvdu nógvar aftarlaga bar vi_ sær, at vit ikki vór_u kollrendir av snarálopum. Ta_ hava vit á_ur ofta uppliva_.
Fyrireikingin
Føroyska fer_alagi_ var sera væl fyrireika_ til avbjó_ingina ímóti Danmark. Danska li_i_ var í kendu 4?3?3 uppstillingini, sum Morten Olsen eisini n_tir á besta danska li_num, og har ta_ gongur nógv út uppá skjótt vongspæl.
? Ta_ var t_dningarmiki_ hjá okkum at skerja møguleikarnar hjá teimum í vongspælinum, og ta_ eydna_ist væl hjá Torkili Kollsker í høgru og Tony Kruse í vinstru. Sentralu mi_vallararnir Bogi Løkin og Ólavur í Ólastovu og mi_verjarnir Einar Hansen og Jóhan T. Davidsen vóru sannir brandar. Vit høvdu ikki rættuliga hóming av, hvussu málverjarnir fóru at standa seg. Rógvi Ryggshamar byrja_i inn. Hann fekk ein snudd í 2. hálvleiki. Tá loysti Mattias Samuelsen hann av. Málverjarnir vóru rættuliga tryggir, og allir innskiftararnir stó_u seg optimalt. At vit vunnu komst av, at allir vístu framúr avrik, sigur Bill Jacobsen, sum eisini vísir á, at ta_ gagna_i føroyska li_num, at leikfer_in ikki var so høg.
Sum 2. hálvleikur lei_, tóku føroyingarnir at mø_ast. Fleiri fingu sinadrátt, og íslendski dómarin mundi halda talan vera um tí_arspill. Hann leg_i níggju og ein hálvan minutt afturat. Ta_ man sjáldan ella kanska ongantí_ vera komi_ fyri á_ur. Í føroysku leguni vóru teir ovurfegnir um úrsliti_, men sta_festu samstundis, at ta_ tykist kosta at vera lítil!
Sinadráttirnir og tí_in, sum ta_ tók, tá i_ Einar Hansen fór fram at tveita long innkøst, var ein løta, men ta_ kemur sjáldan ella ongantí_ fyri, at fleiri enn fimm minuttir ver_a lagdir afturat.