Hann hevur mongu tey seinastu árini starvast á Tekniska skúla í Klaksvík, og tá ið KÍ seinast var einaráðandi í fótbólti fyri 35-40 árum síðani, var Eyolvur millum stuðulsspælararnar.
Eyolvur er klaksvíkingur. Foreldrini vóru Sunnevá, fødd Olsen og ættað úr Húsavík og Joen Pauli Joensen, sum var ættaður av Gørðum. Hann var jarnsmiður og arbeiddi á bedingini hjá Kjølbro. Í Klaksvík varð hann ofta nevndur jarðamóðurs Palli. Tað komst sjálvandi av, at konan var jarðamóður, og tað sjáldsama var, at tvær av systrum hennara eisini vóru jarðamøður.
Sunnvá og Palli búðu í Vági, og tey áttu fýra børn - Asbjørn, sum var løgtingsmaður og lansstýrismaður og andaðist í 1993, Hjalgrím, sum býr í Miami í Florida, Ása, sum giftist Símuni í Tunghúsinum og so Eyolvur, sum var yngstur.
Eyolvur lærdi til elektrikara hjá Svenn Joensen, sála, í Klaksvík. Hann varð avlærdur í 1965, og í 1967 tók hann maskinistprógv á Tekniska skúla í Klaksvík. Í 1970 tók hann elinnstallatør prógv í Aalborg og eitt skeið í tekniskari fyrireiking tók hann í Keypmannahavn fyrrapartin í sjeyti árunum. Í nøkur ár var hann service maður hjá Anthoniusi Olsen, sum umframt møblahandil eisini seldi hvítvørur.
Í 1974 fór Eyolvur at arbeiða á Tekniska skúlanum í Klaksvík, og har hevur hann verið í føstum starvi síðani 1. oktober í 1976. Seinastu umleið trettan árini hevur hann verið deildarleiðari á el deildini.
Tað plagar at verða tikið til í Klaksvík, at nógvu tey fyrstu árini vóru lutfalsliga nógvir av KÍ spælarunum úr Vági, har eisini formaðurin í mong ár, John Reid Bjartalíð, sáli, búði. Soleiðis var tað eisini á 66 liðnum. Vit kunnu eitt nú nevna Páll Sigmund Sørensen, Jógvan Klakkstein, John Sigurd Joensen, Olvheðin Jacobsen og so Eyolv Joensen, sum var sera stinnur verjuspælari og ein, sum yngru skyldmenninir sóu ógvuliga stórt í.
Eyolvur fór at spæla við dreingjaliðnum í 1959, og frá 1964 var hann fastur maður á besta liðnum, undantikið tíðarskeiðini tá ið hann var burturi í útbúgvingarørindum. Hann var ofta aftasti maður í verjuni, og hann var við til at vinna fleiri meistaraskapir. Men hann var ikki við í minnisríka dystinum í Gundadali 3. september í 1972, tá ið klaksvíkingar endurvunnu meistaraskapin frá HB. Tá búði Eyolv í Keypmannahavn. Hann var stutt frammanundan farin niður, og KÍ vildi hava hann upp at hjálpa til í avgerandi dystinum. Men flúgvilíkindini vóru ikki nóg góð, og Eyolv var veðurfastur í Orknoyggjunum, tá ið stríðið stóð í Gundadali!
Fimm ferðir var Eyolvur á landsliðnum. Fyrsta ferðin var í 1967, tá ið Føroyar taptu 2-1 í Reykjavík, og tá ið tað varð sagt, at føroyska liðið spældi framúr væl.
Í Klaksvík høvdu teir borðtennisfelagið Glæman, og Eyolvur var fyrst í seksti árunum ein av Føroya bestu borðtennisspælarum.
Starvsfelagar og næmingar bera Eyolvi tað sama sum familjan. Hann er friðarligur og umgeingiligur. Ikki ger hann nógv burtur úr sær sjálvum, men hann hevur framúr góðan humoristiskan sans.
Í 1973 giftist Eyolvur við Finnbjørg, sum er sjúkrasystur og ættað úr Klaksvík. Foreldur hennara Elin Jóhanna og Jógvan Petersen ella Jógvan í Svínoy, sum hann varð nevndur, áttu hús og jørð og seyð í Svínoy. Finnbjørg og Eyolvur eru ofta í Svínoy, har Eyolvur dámar so sera væl at njóta friðin og stórslignu náttúruna.HW










