opholds- og arbejdstilladelse på Færøerne var fornøden«. Heini Thomsen vil vera við, at útlendingastýrið visti um teirra ætlanir við at fara til Føroya. Og harafturat sigur hann, at fleiri feilir eru í 5 síðu [...] útlendingar, sum bara eru her fyri at tjena pengar. Men tá eg sum føroyingur komi við konu mínari, so fara tey illa við henni. Hvar eru okkara mannarættindi? spyr Heini Thomsen. Hann sigur, at tey sjálvandi [...] søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Nú hevur hann sett seg í samband við rættarhjálpina í Keypmannahavn, og hann hevur eisini tosað við ein sakførara í Havn. Men hann skilir bara ikki, hví tað skal vera
annað, máttu so vera ársins fyrstu sensatión í hondbóltshøpi fyriuttan. Løgdu einki í leiklutin Í fjør háttaði kappinginarárið seg soleiðis, st trý lið vóru í botninum, og hesi fingu so einki gjørt við tey [...] hoyvíkingar greitt við yvirlutan, og tað var sjónligt, at teir komu styrktir í trúnni út til seinna hálvleik. Nú valdu teir eisini at taka spælskiparan hjá Neistanum, Jacob Jónsson, úr spælinum við mans- onkur [...] at soleiðis fór kappingin helst eisini at gerast í ár, og at H71 í hvussu so er ikki skuldi rokna við nøkrum stigum móti Neistanum. Kanska høvdu spælararnir ikki lisið hetta, ella var tað kanska júst tað
landnyrðingi, og tað ikki við eirindum, skrið stóð eftir sjónum og kolasvart í kavaroki. Har hjálptu hvørki kreftur ella skil, um teir vóru staddir út frá landi, sjálvt mætastu sjógarpar máttu lúta í so ójøvnum [...] vóru á útróðri við, varð niðursigldur av brestkum trolara. Og í jólamánaðinum árið eftir, tann 13. desember fyri hundrað árum síðani, varð bygdin aftur rakt. Henda dagin fórst Havgásin við seks monnum. Harvið [...] alt verður undirstrikað, tá ið talið á teimum, sum fórust í bestu arbeiðsárum verður samanhildið við fólkatalið í bygdunum. Sambært fólkateljingini í 1916 búðu 200 fólk í Svínoy. Í Kunoy búðu 146 fólk
sjálvandi kemur fokus á, tá ein venjari tosar við teimum heilt stóru stavunum, og so bíta fólk seg fast í tað. Men er hetta ikki eisini ein partur av sálarfrøðini við venjarastarvinum. Hetta at spælarar viðhvørt [...] eitt stig frá finaluplássinum, so úrslitini vóru á eini leið. Tað ber jú eisini til at siga, at saman við Henrik fingu vit bara eitt av seks møguligum stigum, men eg skal ikki geva Henrik skyldina fyri tað [...] hesar byrjaðu nú eisini at geva úrslit. Men nú verður hetta so nakað, sum Henrik má arbeiða víðari við. Broytti KÍF Jan hevur nú virkað sum venjari í føroyskum hondbólti í sløk fýra ár, og hann dylur ikki
allir partar vóru við í arbeiðinum, at finna fram til hvør leisturin skal verða fyri hesum børnunum í forskúlaaldri framyvir. Ein partur, ið ikki er nógv at hoyra til, eru vit, ið arbeiða við hesum árganginum [...] og enda eftir 4 árum við einari útbúgving á Bachelor støði. Fyri at fáa fulla nyttu burturúr báðum útbúgvingunum er tað umráðandi, at tað verður eitt javnmett samstarv um arbeiðið við børnunum. Eitt starv [...] aldurssvarandi avbjóðingar, av tí simplu orsøk, at har vóru so nógv yngri børn, ið starvsfólkini máttu taka atlit til, tá tey skipaðu arbeiðið. Tó sluppu tey elstu børnini í bólk at gera ymiskt saman ein
seg aftur, men tað gekk ikki væl í fyrra hálvleiki. Runavíkingar vóru misnøgdir við, at B71?arnir tóku sær góðar stundir við øllum deyðbóltum í fyrra hálvleiki, og tí hildu teir, at teir ikki fingu sett [...] at fáa okkurt burtur úr dystinum, og teir hildu fram við at trýsta. Men meginpartin av tíðini kláraði nýggja miðverjan hjá B71, sum var mannað við Ib Mohr Olsen, Páll á Reynatúgvu og Jógvan Jón Petersen [...] ferð í álopinum saman við Ian Højgaard). Sandingar hildu als ikki, at talan var um nakað brotsspark, men tað nervaði ikki Sjúrður Jacobsen, tá hann annað viðuskiftið á rað skoraði við brotssparki. Missa í
okkara heimi taka sum eina sjálvfylgju í dag. Einaræðini fóru at rilla, og fólkastýrið fekk so við og við fótin fyri seg um okkara leiðir í 19. øld. Sum ein fylgja av hesum fóru fólk at seta út í kortið [...] tín rætt«. Týskarin Karl Marx skrivaði tað »Kommunistiska manifestið« í 1848. Hann endaði manifestið við orðunum: »Fæloysingar í øllum londum fylkist«. Hesin eggjandi boðskapur frá vísindamanninum fekk afturljóð [...] sosialdemokratar. Í Russlandi, Kina og øðrum einaræðislondum stovnaðu tey kommunistaflokkar, sum við valdið kroystu »sosialismuna« niður yvir fólkið. Oddamenninir gloymdu, at høvuðssjónarmiðið aftan fyri
kommunu, frammi í KVF samrøðu har hann segði, at vágbingar bara máttu góðtaka eina grova dálking av fjørðinum. Hetta var eftir at menn høvdu roynt við goggulínu. Men Vágsjørður var bert eitt stórt mórudýki og [...] vist við at Dennis Holm hevur lisið inntil fleiri ferðir. Jørgen hevur í bókini eina framúr frásøgn um sín uppvøkstur í Vági og hvussu hann sum smádrongur fiskaði stóra havsild á fjørðinum saman við pápa [...] innihald av D-vitaminum sum seiður. Í livrini eru heili 500mg fyri hvørji 100 gram sammett við t.d. toska- ella hýsulivur við 250mg. Hesin ediligi fiskur, ið mann hava hildið mangari familju á lívi, er í dag ikki
llur var á Argjum, og tí máttu venjingar fara fram í skúlagarðinum í Argja Skúla. Tá dystur skuldi spælast bar tó til at fara niðan í Gundadal at fáa dystirnar avgreiddar við vælvild frá HB og B36. Johnny [...] Johnny Nyby. Johnny Nyby var tá 22 ára gamal og stovnaði felagið á fundi í gamla Argja Skúla saman við ungum argjadreingjum. Talan var um eina blaðunga nevnd, tí hinir í nevndini vóru ikki meira enn 13-17 [...] Johnny Nyby sigur heldur skemtiliga í viðtal við páskablaðið hjá AB í 2008, at hann man vera tann einasti í heiminum, sum hevur stovnað eitt fótbóltsfelag uttan ein vøll. Tíbetur broyttist felagsins heimloysi
høvdu dampmaskinu. Hetta við dieselmotorum var ein nýhugsan við portugalstrolarunum. Teir, sum stóðu fyri henni, hava vist ikki hugsað um, at við motorum larmaði skrúvan meira enn við dampmaskinum, og hetta [...] og eg stóð sjálvur við rulluna. Vit drógu alt, vit kundu. Men tá ið vit komu fram at ísinum, máttu vit bara sleppa, so vit mistu nakað av línu. Vit fingu vist eini 5-600 skippund við línuni. Nakað út í [...] djúpum vatni. Sum við øðrum, so vóru føroyingar eisini seinir á sjóvarfallinum á hesum økinum. Tá vóru týskarar byrjaðir við hekkutrolarum, meðan vit framvegis bygdu síðutrolarar, sum tá var við at vera ein