sum vóru við í orkestrinum tá, kenni eg enn aftur, so har kann ikki hava verið nógv útskifti, legði borgarstjórin afturat. Kanska er tíðin komin til, at tað man fara at leggjast afturat við ungum kreftum [...] kreftum eisini. Alex Sólstein, hevur enn spælt við, tó at hann er farin um tey 90. Tó spældi hann ikki við í gjár, tí hann hevur vandað sær um ikki at koma millum ov nógv fólk, vegna sóttina, segði hann. [...] tað kann so væl verða, at eg seti meg við aftur horninum til venjingar. ##med5## Ein frálík konsert í sera hugnaligum hølum og ein frálík veitsla – Til lukku við teimum fyrstu 70 árunum, og verður ynskt
av mongum innleggum úr vinstru, og hesuferð var Hanus Thorleifsson hægstur, og skallaði bóltin í netið til 1-0 til heimaliðið. B71 aftraði seg als ikki við royna ímóti málinum, og løtu eftir málið fekk Høgni [...] og einki av liðunum var tætt við at broyta hálvleiksstøðuna, sum harvið gjørdist 1-0 til B36 Sama søgan Í seinna hálvleiki helt sama leikgongdin fram. B36 sat framvegis við róðrið, men B71 lá væl framvið [...] dysturin gekk, byrjaði B71-verjan at síggja heldur tunn út, og B36 fekk lættari við at koma ígjøgnum. Tættari enn tætt við komu teir tó ikki. At renna heimaftur í verjuna var kanska ein trupulleiki hjá
hevði Hanus Andreassen eitt friðarligt ummæli av eini bók hjá W. heinesen, men heldur ikki hann fær endað uttan at koma við einum persónligum bekennilsi og forkynnur, at hann ikki kann taka undir við tí nýggja [...] fyri (haldi tað er sjálvur blaðstjórin, ið skrivar), men so endar hann, um eg so má siga, við eini bumbu: »Eru tað við slíkum monnum, at Føroyar skulu taka fullveldi, tá gud náði okkum«. Tá ið tú skrivar nógv [...] stendur tað har. Í tí annars frálíka fylgiblaðnum hjá Dimmu, Krydd, endar ein grein um Studentaskúlan við at geva fullveldisætlanini skuldina fyri, at eingin nýggjur Studentaskúli verður bygdur. Hans Jørgensen
at geva tiltakinum ein serligan dám var gentukórið hjá Paula í Sandagerði við í tiltakinum. Og hugnaligt var tað. Hanus Andreasen beyð gestunum og virðislønarmóttakaranum vælkomnum og síðan tók kórið hjá [...] kendar norðurlendskar høvundar at vera við í sendingini. Kendir virðislønarmóttakarar sum Dorrit Willumsen, Einar Mar Guðmundsson og Nils Aslak Valkeapää hava verið við. Astrid Lindgren, sum bæði gomul og [...] Týsdagin var skipað fyri hugnaløtu í Norðurlandahúsinum í Havn í samband við at Brigir Kruse fekk handað »Nordbok?s journalistpris 1998«. Fitt av fólki var komið saman fyri at heiðra Birgiri og fyri at
aloftast at rudda í loftrúminum, og við skjótum kontrabóltum var ÍF eisini nær við at økja um munin. Dýrur lærupeningur At teir so ikki fingu fleiri mál, mundi vera til at liva við, tá sigurin kortini kom til [...] Fótbóltur Við sigri á B36 vann ÍF trý ómetaliga týðandi stig í botnstríðnum, har fuglfirðingar stríðast við B68 og VB/Sumba um at sleppa upp um strikuna, sum er markið millum Formula-deildina og hini. [...] r á ongan hátt at ræðast uppgávuna, sum stóð fyri framman. Frá fyrsta bríksli fóru teir til verka við hørðum arbeiði, og tað gekk heldur ikki so long tíð, áðrenn úrslit spurdist burturúr. Langur bóltur
passar skálamonnum betri enn B68. Skála er omanfyri niðurflytingarstrikuna við 19 stigum, meðan B68 er undir niðurflytingarstrikuni við 18 stigum. Í tveimum teimum síðstu umførunum eru avbjóðingarnar hjá B68 [...] minuttirnar undan steðginum. Fimm minuttir undansteðginum var tað Nicolai Møller Dohn, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið eftir innlegg úr høgru frá Maxwell Effiom. Og so var 1-0 til [...] minuttir út um vanligu leiktíðina í fyrra hálvleiki, tá ið B68 javnaði. Jóhan Josephsen sendi við handara stólpa og við høvdinum bóltin í málið. Tað var eftir sending úr høgru frá miðvallaranum Ragnari Samuelsen
spælari, sum ikki gremur seg um nakað. Hann var eisini fyrsti maður at leingja sáttmálan við HB, tá samráðingarnar við fleiri spælarar fóru í gongd fyri kortum. 21 ára gamli Poul Kallsberg spælir á vonginum [...] millum annað royndarvant við italska Lazio, men stóra gjøgnumbortið er komið í Víkingi í ár. Hann skifti eftir at Skála flutti niður í 2022. Fyrsta árið í Víkingi spældi hann fyrst við 1. deild, men vann seg [...] upp á besta liðið. Hann var við allan vegin, tá sigursrøðin til miestaraheitið í ár byrjaði á sumri í fjør. ##med3## Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava eisini havt báðar við á U21-landsliðnum seinastu
Leipzig í Týskalandi í sambandi við, at týska fótbóltssambandið hátíðarheldur eitt hundrað ára stovningardagin. Venjarin Jógvan Martin Olsen var á middegi í gjár væl nøgdur við, at teir í áttandaparts finaluni [...] uttanvert brotsteigarmarkið royndi NSÍ maðurin seg við heilfluktara, og tað sang í netinum. Í 26. minutti økti Hjalgrím Elttør. Hann spældi eitt tvey við Fróða Jóanesarson og kom leysur. Í 37. minutti økti [...] málini. Í 10. minutti tók ein av verjuspælarunum bóltin við arminum, eftir at uppspæl í høgru millum Gilla Haraldsen og Jann Inga Petersen var endað við innleggi frá tí seinni nevnda. Í 57. minutti var Bjarni
Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga [...] okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða [...] hildin leygardagin 28. nov., saman við familjuni. Diamantbrúðleyp Mánadagin 30. nov. hava Paula og Peter F. Christiansen verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 29. saman við børnunum á Jagtvej 213, 7-4, 2100
Stóri trupulleikin hjá Kyndli var, at teir als onga ferð fingu á álopsspælið. Tað bar við sær, at teir høvdu ilt við at spæla tunt, og so kundi gestirnir hava ein sterkan miðblokk, sum støðugt órógvaði [...] kanska givið Kyndli ein lítlan møguleika. Við fimm minuttum eftir var munurin minkaður niður í fimm mál, og fyri at skerja gestirnar, satsaði Kyndils-venjarin alt við at mansverja Danni Syhler, Svein Justinussen [...] David Edvardsen. Men framvegis taldi StÍF-liðið menn við gjøgnumbrotsstyrki, og so gjørdist spenningurin ikki størri enn tað sama. StÍF staðfesti við sigrinum sína støðu sum nummar tvey á talvuni. Men enn