Í oddagreinini í Sosialinum 5.12. verður funnist at, at Dagblaðið enn ber í bøtuflaka fyri ómenniskjanum Pinochet. Tað skal hann hava stóra tøkk fyri (haldi tað er sjálvur blaðstjórin, ið skrivar), men so endar hann, um eg so má siga, við eini bumbu: »Eru tað við slíkum monnum, at Føroyar skulu taka fullveldi, tá gud náði okkum«.
Tá ið tú skrivar nógv er skjótt til, at okkurt kemur skeivt fyri. Tað glapp úr penninum, men so stendur tað har.
Í tí annars frálíka fylgiblaðnum hjá Dimmu, Krydd, endar ein grein um Studentaskúlan við at geva fullveldisætlanini skuldina fyri, at eingin nýggjur Studentaskúli verður bygdur.
Hans Jørgensen endar eitt aftursvar til Manna Persson: » Einki fólk er frælst, tá ein partur skal liva í vesældómi, meðan onnur sóla sær í ríkidømi. So kann fullveldi vera fullveldi«.
Herfyri hevði Hanus Andreassen eitt friðarligt ummæli av eini bók hjá W. heinesen, men heldur ikki hann fær endað uttan at koma við einum persónligum bekennilsi og forkynnur, at hann ikki kann taka undir við tí nýggja rákinum, sum vantar tolsemi, mannatokka (vera góður við tín næsta) og rákið var fundamentalistiskt. (Skrivað eftir minninum).
Bara nøkur sitat úr rúgvuni. Og tú má spyrja teg sjálvan. Er hetta sakligt? Hvør grevur gravir? Hvat er endmálið, og hvørjum endamáli tænir tílíkt. Kanska er tað bara tað, at teir kenna, at nú rekur hart á kýkin.
Var alt so paradísiskt og rættvíst, og sólaði eingin sær í ríkidømi, áðrenn fullveldistosið tók seg upp? Hví skulu føroyingar ikki stremba eftir rættvísi um vit fáa fullveldi? »Eru tað við slíkum monnum, at Føroyar skulu taka fullveldi«. Ætla tit at rýma av landinum, um vit fáa fullveldi? Ella ganga tit og trúgva, at danir eisini kunnu bjarga okkum undan tí illa í menniskjanum.
»Teir hava somu lortendarnar at berjast við sum vit«, var Erlends hvattliga svar, tá eg segði frá øllum broytingunum, sum eg hevði sæð í Íslandi.
Tá ið vit fáa fullveldi, skulu vit sjálvandi hava demokrati. Eins og nú verður tað fólkið, sum velur, hvør ið skal sita á tingi.
Danir hava havt sínar at berjast við. Erhard Jacobsen, fyrrv. javnaðarmaður, plagdi at fara til Suðurafriku, tá ið harðast leikaði á, Glistrup og ikki at gloyma Rindalh, ið gav navn til rindalhismuna. Tað sindrið, ið danir tá lótu til mentan, skuldi heilt takast av.
Demokratiið hevur sum alt annað gott, eisini eina ljóta síðu. Hana mugu vit ongantíð gloyma.
Hesa síðu sær tú eisini hjá grikkum, sum uppfunnu tað. Teir verða annars, og tað av røttum, hálovaðir.
Steinbjørn B. Jacobsen