Fótbóltur
Við sigri á B36 vann ÍF trý ómetaliga týðandi stig í botnstríðnum, har fuglfirðingar stríðast við B68 og VB/Sumba um at sleppa upp um strikuna, sum er markið millum Formula-deildina og hini.
Hóast ÍF skuldi leitað aftur til 1993, um teir skuldu finna seinasta heimasigurin móti B36, so tóktust heimamenninir á ongan hátt at ræðast uppgávuna, sum stóð fyri framman. Frá fyrsta bríksli fóru teir til verka við hørðum arbeiði, og tað gekk heldur ikki so long tíð, áðrenn úrslit spurdist burturúr. Langur bóltur varð sendir niðan á Atla Petersen, og áðrenn nakar verjuleikari kom til hansara, meddaði fuglfirðingurin. Kanska varð Jákup Mikkelsen tikin á bóli av knappa skotinum, og í øllum førum varð úrslitið, at bólturin legði seg til rættis í meskunum.
Gloymdu hugburðin
Eftir málið mannaði B36 seg nakað upp. Teir settu seg alt meira á dystin, men hóast Hanus Thorleifsson javnaði eftir sera gott uppspæl, so var tað, sum restaði veruligi broddurin í spælinum.
Heldur tóktust teir aftur leggja seg nakað afturá, tá teir høvdu vunnið seg upp á javnt. Og teir vóru í øllum førum ikki púrasta klárir, tá seinni hálvleikur byrjaði. Sløsut spæl á miðvøllinum bar við sær, at Alexandar Jovevic setti kontra ígongd. Hann spældi bóltin til bæði høgru og vinstru, og tá hann kortini fekk bóltin aftur hvørja ferð, meddaði hann til av brotsteigarmarkinum.
Og so var tað, sum tað so ofta er sætt áður, tá oddalið spælir ein av dystunum, sum á pappírinum bara skulu vinnast. B36 royndi at vakna, men tað gekk strilti at fáa veruliga gongd á. Seinasta hálva tíman gjørdist talan um veruligt trýst ikki minst tí ÍF tók seg longur aftur á vøllin. Hinvegin megnaðu Símun og Bartal aloftast at rudda í loftrúminum, og við skjótum kontrabóltum var ÍF eisini nær við at økja um munin.
Dýrur lærupeningur
At teir so ikki fingu fleiri mál, mundi vera til at liva við, tá sigurin kortini kom til høldar. Ein sigur, sum var at kalla lívsneyðugur, um vónin um framhaldandi Formula-tilveru skuldi haldast. Við útsettum dysti móti GÍ í miðvikuni, og síðani botngysara í Vági er lagnan framvegis í egnum hondum hjá ÍF, sum hartil mundi fáa eitt tiltrongd sálarligt lyft av sigrinum.
Hjá B36 var hetta hinvegin punkteringin, sum kostaði seinastu lítlu vónina at endurvinna meistaraheitið. Eftir ein góðan stima við fýra sigrum á rað, var tað neyvan ætlanin at verða koppaðir av botnliðnum í deildini. Hinvegin er tað ein ævug sannroynd, at allir dystir skulu spælast, áðrenn stigini kunnu setast á bók, og í so máta var talan um dýrt keyptan lærupening hjá skjótt fráfarandi meistarunum.