Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, sum eru fyribilsvenjarar hjá manslandsliðnum, hava úttikið landsliðið til Nations League dystirnar móti Armenia og Norðurmakedónia ávikavist 14. og 17. novembur.
Tveir spælarar eru við fyri fyrstu ferð. Tað eru 21 ára gomlu Ási Dam úr HB og Poul Kallsberg úr Víkingi. Teir hava báðir havt sítt heilt stóra gjøgnumbrot í ár bæði í landskappingini og á U21-landsliðnum.
21 ára gamli Ási Dam er bakkur og kann røkja flestu plássini í verjuni. Hann var ikki roknaður sum eitt natúrligt talent, sum seinni skuldi koma á besta liðið hjá HB. So seint sum í seinnu hálvu í fjør bleiv hann útleigaður til 07 Vestur.
##med2##
Undir Adolfo Sormani hevur Ási Dam vunnið seg fram ein av drúgvastu spælarunum hjá HB í ár. Við avrikinum kom eisini eitt fast pláss á U21-landsliðnum. Eyðkenni fyri Ása Dam er at hann er ein hart arbeiðandi spælari, sum ikki gremur seg um nakað. Hann var eisini fyrsti maður at leingja sáttmálan við HB, tá samráðingarnar við fleiri spælarar fóru í gongd fyri kortum.
21 ára gamli Poul Kallsberg spælir á vonginum og kann nokk eisini spæla sum fremsti spælari. Hann er uppvaksin í Skála og hevur millum annað royndarvant við italska Lazio, men stóra gjøgnumbortið er komið í Víkingi í ár.
Hann skifti eftir at Skála flutti niður í 2022. Fyrsta árið í Víkingi spældi hann fyrst við 1. deild, men vann seg síðani upp á besta liðið. Hann var við allan vegin, tá sigursrøðin til miestaraheitið í ár byrjaði á sumri í fjør.
##med3##
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava eisini havt báðar við á U21-landsliðnum seinastu tvey árini. Hartil er Atli Gregersen liðfelagi við Poul Kallsberg í Víkingi. Tað er eisini vert at nevna Noah Hans Mneney. Hann hevur verið liðskipari hjá U21-landsliðinum og hevur fingið nakrar landsdystir, men passar væl inn sum U21-landsliðsspælari, ið arbeiðir hart.
Føroyar hava tveir dystir eftir. Tann fyrri verður ímóti Armenia 14. novembur og tann seinni ímóti Norðurmakedonia 17. novembur.
Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (DK)
Verjan:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Jann J. Benjaminsen, B36
Ási Dam, HB
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)
Noah Hans Mneney, HB
Hanus Sørensen (Uttan felag)
Hallur Hansson, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Norra)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Poul Kallsberg, Víkingur
Álopið:
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen IF (Norra)
Páll A. Klettskarð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
##ms##