an. - Tað eru summir vegir í Føroyum, sum eru sera vandamiklir. Vegurin í Miðvági er ein av teimum, og vit hava fleiri ferðir gjørt vart við hetta. Tað er keðiligt, at einki verður gjørt við tað, fyrr [...] vegastrekki ymsastaðni í Føroyum. Tað er gott, tí at tað er ógjørligt hjá okkum at hava yvirlit yvir øll vegastrekki í landinum. Tá ið vit fáa eina fráboðan, verður tað tikið upp á fundi. - Um onkur hevur [...] landsvegir útum bygt øki. Tað er altíð vandamikið, tá ið ein landsvegur førir gjøgnum bygt øki. Men tá ið tað ikki verður veruleiki í nærmastu framtíð, mugu vit finna aðrar loysnir. - Fyri tað fyrsta átti ferðin
Í ár eru tað júst 100 ár síðan danska skipið Caspar sigldi á land og sakk, tað vóru 6 mans við skipinum og vóru teir landfastir á Lítlu Dímun í heili 17 samdøgur. Skonnartin Caspar var ávegis úr Ibiza [...] smáttu og løgdu ein segldúk omaná. Triðja dagin hevði ein teirra funnið Hellið, har var kabúss, ketil og brenni inni, eisini funnu teir eina eskju við svávulpinnum og lýsi. Nú gjørdist lagið betri. Mennirnir [...] sigla við færri seglum, hóast hetta rendu teir á land og skipi gekk burtur. Fyrsta náttin á oynni var ræðulig, teir lógu allir á einari hellu har teir nóg illa rúmaðust, og regni oysti niður. Næsta morgun
til tey frá einum skipi sum helst er bygt fyri eini 200 árum síðani. Tað var upprunaliga klætt við kopari og hevði reyðar boltar! Men tað er kortini ikki útróður, sum Martin ætlar at brúka bátin til. Hann [...] Veðrið er einki at reypa av. Tað er turt til tíðir, men av og koma sannir skúrar av tøttum regni. Her inni sæst ikki ein sál. Við havnarlagið liggja fleiri bátar í ymiskari stødd. Onkur teirra hevur samband [...] her við havnarlagið. Tað er kortini ein einstakur bátur, sum hevur motorin frá og ljósini tendrað. Á stýrihúsinum stendur navnið á bátinum “Cameron” og undir tí “Anno 1907”. Inni í stýrihúsinum standa
avvarðandi. Skipari var Napoleon Andreasen, Poli í Dali, sum var sera væl kendur innan fleiri øki. Hann var ein framúr framburðsmaður bæði á sjógvi og landi. Umframt tað var hann var eisini frammarlaga [...] Olivia var fyrsta føroyska skip, sum fórst undir Íslandi í 20. øld, hóast fleiri skip vóru farin undir Føroyum. Tað næsta skipið var Ruthland úr Vestmanna í 1916, og tað er ikki fyrr enn vit koma fram [...] Teir fóru úr Føroyum 7. mars. Tað seinasta, sum frættist frá teimum, var at teir vóru inni á Reykjavík um páskini, 7. og 8. apríl. Teir fara út aftur, og tá so ein tíð var fráliðin fóru fólk at sakna Oliviu
kirkjugarðinum. Tað er sjáldsamt, at ein so ungur persónur fær eitt slíkt ummæli, sum Johannes fekk, og tað serliga so langt afturi í tíðini. Var við at fáa fyrsta bilin til Føroya Tað var 6. mai í 1922 [...] hendan systirin var farin til Suðuroyar at arbeiða í fiski, sum jú var tað vanliga hjá ungum gentum tá í tíðini. Um so onkur onnur systir kundi koma? Hetta dámdi mammuni einki, tí tað var nóg mikið [...] i, sum lærdi hann at koyra, og tað var Johannes, sum lærdi Júst at koyra. Ta fyrstu tíðina var tað tískil bara Johannes, sum koyrdi. Júst Sivertsen fekk koyrikort nummar 2, og koyrikortini fingu teir
til umstoypingar. Fram til 1952 var hetta klokkuljóðið líka so væl kent millum havnarfólk, sum tað hábærsliga ljóðið frá tí núverandi kirkjuklokkuni er í dag. Havnin var nógv minni tá i tíðini og ferðslan [...] høhøhø. Havnin var jú nógv minni í 1923 enn í dag. Hóast býurin ikki var líka lítil, sum tá ið tann nýggja (núverandi) kirkjan varð bygd ”nord for Byen” í 1788, og Bringsnagøta enn var mark millum bý og [...] torninum og ringdi jólini inn í ein heilan tíma). Eingin bilferðsla var, eingi larmandi skip, Kjartansa moli var ikki bygdur enn, eingin tørvur var á felagnum Heimafriður, og eingi radiolurt, sjónvørp, teldlar
Sigurgeirsson av Akureyri, sum var sjúklingur har. Tað rann saman teirra millum, og tá hann varð fluttur á bróstsjúkrahús, sum tá var komi á Kristnesi í Eyafirði, fór Hanna við. Hon var arbeiðsgenta í húsinum [...] 1929 og búðu fyrstu árini á Akureyri og fingu tvey børn, Fríðgeir og Erlu. Gunnar var tónleikalærari, men av tí at ikki var so nógv arbeiði á Akureyri, fluttu tey í 1936 til Reykjavíkar, har hann gav frálæru [...] líka síðan børnini vóru smá og torført mangan var at ferðast. Seinnu tíðina hevur hon ferðast við flogfari, sum henni dámdi sera væl, og seinast hon var her heima fylti hon 97. Hanna hevur verið sera
soleiðis. Nei, heldur var tað nærumhvørvið, so sum nær hønurnar vurpu og annað tætt upp at lívinum í túninum. Sølvi Mortensen, keypmaður, tosaði um serstaka hugnaliga dámin inni hjá Jóhannu og Sigurdi [...] mjúka stóli inni á Áargarði. Nakað ofta munnu regndroparnir, ið eru so lívgevandi, hava glett hennara sinn. Bygdin flaggskrýdd Longu dagin fyri kendist, at fríggjadagurin hesaferð ikki var ein heilt vanligur [...] gera sær stórt far um hesi viðurskifti í lívi sínum. Jóhanna var borin í heim 17. september 1899. Ættað úr Toppigarðinum á Sandi. Jóhanna var yngst av seks systrum. Foreldur hennara vóru Hedavig Hentze
Ikki bara, hvussu lætt tað er at ferðast í dag, men eisini sovorðið sum, at tygum eru fødd og vaksin upp í einum lítlum húsi við tveimum kømurum, har hvørki var ljós ella hiti inni. Tað duga vit í dag yvirhøvur [...] at miðalaldurin er hundrað ár. Og tað man tátta væl í eina gullmedalju. Vit hava møguliga kenst, heilt síðan eg sum smádrongur var ørindadrongur hjá Reinsarínum. Tað minnast tygum kanska ikki meira. Tá [...] Tá tygum vóru ung, arbeiddu tygum í mong ár á vaskarínum, sum tað æt. Har var eisini reinsaríð. Millum annað tað sonevnda Fjøðurreinsaríðið. Og har hava tygum reinsað bæði dýnur og koddar hjá havnarkonum
at siga frá, at lagið var mítt. Tí dámdi teimum tað ikki, so var tað betri, at teir ikki vistu, at eg hevði smíðað tað. Men tað fall í góða jørð fyrsta kvøldið, teimum dámdu tað ógvuliga væl. Eitt sunnukvøld [...] tá at vita, at tað var eg, og bilsin var hann, tí hann virdi sjáldan nakað, sum ikki var gjørt av einum manni við “autoriseraðum” navni. Konsertin var hildin 2. jólakvøld 1907, og tað var fyrstu ferð, at [...] egnu oyrum, tá tað bleiv rópt “da capo” (umaftur)! Eg sang so eitt ørindi um aftur. Seinni varð eg borin í “gullstól” inni í klubbanum. Tað var Mads Winther, ið var fyristøðumaður, og eg var í “sjeynda