100 ár liðin: Búðu á Lítlu Dímun í 17 dagar

Fyrsta náttin á oynni var ræðulig, teir lógu allir á einari hellu har teir nóg illa rúmaðust, og regni oysti niður.

Í ár eru tað júst 100 ár síðan danska skipið Caspar sigldi á land og sakk, tað vóru 6 mans við skipinum og vóru teir landfastir á Lítlu Dímun í heili 17 samdøgur.

 

 

Skonnartin Caspar var ávegis úr Ibiza við 200 tonsum av salti, tá óveður brádliga brast á, teir valdu at slækka ferðina og sigla við færri seglum, hóast hetta rendu teir á land og skipi gekk burtur. 

 

 

 

Fyrsta náttin á oynni var ræðulig, teir lógu allir á einari hellu har teir nóg illa rúmaðust, og regni oysti niður. Næsta morgun fóru teir longur niðan á oynna, har bygdu teir sær eina smáttu og løgdu ein segldúk omaná. Triðja dagin hevði ein teirra funnið Hellið, har var kabúss, ketil og brenni inni, eisini funnu teir eina eskju við svávulpinnum og lýsi. Nú gjørdist lagið betri. 

 

 

 

Mennirnir høvdu sett flagg ovast á oynni, við vón um at teir vóru sæddir og bjargaðir, men onki hjálpti. Bátar sigldu framvið, summir sigldu so nær at oynni, men hvørki sóðu ella hoyrdu nakað til mennirnir. 

 

 

 

 

Hesar 17 dagarnar fangaðu teir sín egna mat, og gjørdu hann til reiðar yvir bálið. Ein av fyrstu døgunum fangaðu teir sær ein seyð, hann stoktu teir yvir bálið, og drukku blóðið. Ein annan seyð drupu teir eisini og ótu, og so ein veingjaskerdan fugl sum teir megnaðu at fanga.

 

 

Soleiðis gingu hesir 17 dagarnar á Lítlu Dímun. Ein dagin hoyra teir ein bát sigla framvið, og gera av at tveita bálið á sjógv, við vón um at teir vóru sæddir, báturin sigldi framvið fyrst, og teir slepptu vónini. Men brádliga, eina løtu seinni, vóru teir 6 mennirnir bjargaðir.