varð hildin sunnudagin. Føroysku luttakararnir í Lyngby Ungdoms Games vóru vinnararnir av Grand Prix kappingini í renning: Esther Rasmussen og Marin í Dali av Tvøroyri, Tróndur Kragesten úr Havn og Álvur [...] við føroysku úrslitini. Tey ungu hava víst eldhug í kappingunum her heima í summar, og tey vístu í vikuskiftinum, at tey eisini kunnu gera seg galdandi í altjóða kapping. Tó undirstrikaði føroyska luttøkan [...] teininum. Á 1500m vann hon silvurheiðursmerki við tíðini 5.59,90 min. Marin í Dali royndi seg á 80m og 800m. Á 80m var hon miskeiðis í rúgvuni við tíðini 12,27 sek. Betri gekk á 800m. Har vann hon bronsumerki
spæliplássunum í býnum, er at leggja graslíki á. Soleiðis at tað liggur betri fyri at spæla fótbólt har. Graslíkið er frá fótbóltsvøllinum í Klaksvík, sum bleiv útskift í fjør. Steinbjørn Jacobsen, borgar- [...] m, tí tey høvdu ætlanir um at gera eitt spælipláss í bygdini. - Í dag hava tey eitt sera snotuligt spælipláss til børnini í Rituvík, sigur Steinbjørn. Tað er sera umráðandi at hava spæliplássini fyri at [...] Har er onki spælipláss í nánd, so tað er hart tiltrongt. Hetta at gera spælipláss til børnini ella at seta tey gomlu í stand, hevur nógv at siga. Tí tað ger trivnaðin hjá børnunum í býnum betur. - Og børnini
hvørjir limirnir eru í Gluntan og greiddi stutt frá gongdini hjá bólkinum, síðani hann bleiv stovnaður í 1965. Síðani tosaði hann eisini um, hvat er hent í Tróndheimi, síðani Gluntan var í Føroyum seinast. [...] annað 1.000 ára haldið í 1997, Heimsmeistarakappingina í skíð og prinsessubrúdleypið. Hann helt, at samanumtikið kundi sigast, at tað er hent nógv positivt bæði í Klaksvík og í Tróndheimi, síðani Gluntan [...] Klaksvík: Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík og Jórun Høgnesen, formaður í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs, tóku ímóti gávunum frá Tróndheimar kommunu. Tað var keramikkur frá eini gamlari ke
14.00 Sunnudagsskúli og juniormøti. Møtirøðin við Moses Hansen Í kvøld kl. 20.00 í Skálanum í Klaksvík. Sunnudagin kl. 17.00 í Kelduni í Skálabotni. Vestmanna Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli [...] Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld [...] Telefonandaktin 424741. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14.00 Sunnudagsskúli. Einki møti um kvøldið, vegna felagsmøti í Dali. Mikudagin kl. 20.00 Bíbliutími. Lívsins Orð Í dag, kl. 10.00-14.00 verður hj
vág í Havn hesi árini. Stóra havnarútbyggingin broytir umhvørvið nógv, ikki minst økið á Krákusteini og yviri í Trøð, har nógv er sprongt burt, og har nógv hús máttu dvína. Pakkhúsið hjá Pola í Dali uttast [...] Leif Mohr búði eitt skifti í hesum húsum, og seinni, helst beint eftir kríggið, búði Johan Djurhuus har eitt skifti, sonur Kristian Djurhuus, sum í mong ár var skrivstovustjóri í landsstýrinum Heiman fyri [...] Jákup í Smæruni. Niðri á Kongabrúnni síggjast eitt nú Stephanssons Hús. Tey bygdi Jóhannes Stephansson í 1924. Uttast vinstrumegin sæst pakkhúsið hjá DFDS. Síðan húsini, har Heimavirkið helt til í mong
Tá var í fyrstu syftu skervur lagdur í rennuna í ovara borið, og ferðslan so beind heilt inn undir klettin oman fyri, har lopið var. Seinni er so betongkantur stoyptur undir vegnum og ífylla løgd í aftur [...] er. Langt frá tí. Dalur er bygd í mennning, vísir hann á. Har er fólk flutt til. Virki sett á stovn, sum flyta framleiðslu sína um alt landið. Og nógv av fólkinum í Dali ferðast úr bygdini hvønn dag. Til [...] fara tey til arbeiðis, eins og fleiri fara í skúla í Sandoyar Meginskúla. Fyrispurningur á tingi Fyri at fáa meira ferð á kjakið um samferðsluna til og úr Dali, setti Gerhard Lognberg Bjarna Djurholm,
september Janus Johannesen, úr Dali, 67 ár 8. september Adolf V. Hansen, fyrrv. løgtingsmaður, andaðist í Århus, 66 ár 9. september Dion Splidt, ættaður av Nesi í Vági, búsitandi í Havn, 82 ár Hanna Steensen [...] ættað frá Gjógv, búsitandi í Havn, 74 ár Beinta Bærentsen Strøm, Trongisvágur, 23 ár 6. september Jenny Lamhauge, Tórshavn, 79 ár Cecilia Fossheim, fødd Niclasen, úr Havn, búsitandi í Ballerup, 94 ár 7. september
Føroya kommunufelag. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, er valdur eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya MBF hevur tveir limir í ráðnum: Marjun Sigurðsdóttir, sum er formaður í MBF, og tískil føddur [...] føddur limur í ráðnum og Leilu Solmunde, formaður í Giktafelagnum og næstformaður í MBF, ið er vald eftir tilmæli frá MBF. Harumframt hevur landsumsitingin tvey umboð í ráðnum: Barbara á Tjaldrafløtti [...] eru uppgávurnar hjá Ráðnum fyri brekað at ráðgeva landsstýrinum í øllum almennum málum, sum hava týdning fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum. Somuleiðis skal ráðið vera ráðgevandi fyri aðrar almennar
einum lógaruppskoti um skrásett parlag fyri samkynd í Føroyum. Øll hini Norðurlondini hava samtykt eina slíka lóg, og í øllum vesturheiminum verður í hesum árum arbeitt fyri at bøta um korini hjá ymiskum [...] uttanlands, hava livað í Føroyum undir støðugari hóttan og niðurgering. Hetta kann als ikki góðtakast í einum siviliseraðum og demokratiskum samfelagi, sum byggir á humanistiska siðvenju. Í kjakinum um eina [...] Trygvi Restorff í Brekkunum Turið Debes Hentze Turið Kjølbro Turið Sigurðardóttir Ulla Stenberg Unn Jakobsen Una Joensen Uni Leitisstein Hansen Vár í Ólavsstovu Vár Jacobsen Vónbjørt Svabo Winny í Pætursastovu
Elmari Zachariassen er at fáa pláss til allar bilarnar, sum í dag standa parkeraðir ymsastaðni runt í Klaksvík, tí økið á Bumshamri, sum tað sær út í dag, er alt ov lítið. Grundøkini á ídnaðarøkinum, sum talan [...] grundøki, sum liggja eystarumegin innkoyringina til ídnaðarøkið. Karl Heri Joensen, formaður í Teknisku nevnd í Klaksvíkar Býráð sigur við Norðlýsið fríggjadagin, at Tekniska nevnd fer at mæla býráðnum til [...] heldur til. Men hetta liggur alt framvegis á samráðingarstøði. Onki er avgjørt, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Hann sigur, at eftirspurningurin eftir økjum á ídnaðarøkinum er sera stórur