P/F Norðoyatunnilin hevur søkt um at fáa tvey øki á ídnaðarøkinum. Økini talan er um , eru tvey grundøki, sum liggja eystarumegin innkoyringina til ídnaðarøkið.
Karl Heri Joensen, formaður í Teknisku nevnd í Klaksvíkar Býráð sigur við Norðlýsið fríggjadagin, at Tekniska nevnd fer at mæla býráðnum til at keypa eitt grundøki, sum fyritøkan Elmar Zachariassen eigur, aftur, soleiðis at P/f Norðoya tunnilin kann fáa teir 4.000 fermetrarnar, sum teir siga seg hava tørv fyri, meðan arbeiðið at gera tunnilin fer fram.
Stórur eftirspurningur
Aftanfyri alt hetta liggur ein onnur søga. Fyritøkan Elmar Zachariassen eigur sum sagt eitt økið, sum liggur vestarumegin innkoyringina til ídnaðarøkið. Teir hava havt tørv á at fáa størri pláss til teirra virksemið, sum umfevnir lastbila og trailarakoyring, umframt at teir hava eitt verkstað úti á Bumshamri. Men nú tá Norðoyatunnilin hevur søkt um at fáa tvey øki á ídnaðarøkinum til teirra virksemið, hevur Klaksvíkar kommuna sett seg í samband við Elmar Zachariassen um møguligt keyp av økinum.
- Hetta er gjørt fyri ikki at missa hesi øki, sum talan er um. Tí eftirspurningurin eftir grundøkjum á ídnaðarøkinum er so stórur. So hava vit hugsað, at ein annar møguleiki er, at kommunan keypir økið frá Elmari ímóti, at hann fær bygt út á Bumshamri, har fyritøkan heldur til. Men hetta liggur alt framvegis á samráðingarstøði. Onki er avgjørt, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Hann sigur, at eftirspurningurin eftir økjum á ídnaðarøkinum er sera stórur. Einans trý øki eru eftir, og tað liggja, sum er, 11 umsóknir inni.
- Eg vænti, at vit kunnu koma til at stoyta onkran, um vit nú lata Norðoyatunnilin fáa tvey øki, tí tað eru so mong onnur, sum eru áhugaði í at fáa burtur av ídnaðarøkinum, sigur Steinbjørn, og leggur eina við, at her er ikki talan um, at kommunan fer at leggja seg tvøra og gera arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð trupult.
- Vit fara at gera alt, tað vit kunnu fyri at arbeiðsfólki, sum fer at arbeiða við tunlinum skal fáa so góðar umstøður sum yvirhøvur gjørligt, sigur hann.
Steinbjørn sigur, at tað sum tað ræður um er, at finna eina virðiliga loysn fyri allar partar og samstundis vísir hann á, at tað finnast aðrir møguleikar hjá Norðoya tunlinum at fáa grundøki á ídnaðarøkinum.
- Tað eru onnur, sum eisini eiga grundøkir á ídnaðarøkinum, og tað ber til hjá Norðoya tunlinum at royna at útvega sær pláss harfrá, hóast tey økini ikki eru byggiklár, heldur Steinbjørn Jacobsen.
Tað er uppgávan hjá P/f Norðoya tunlinum at útvega sær økir til teirra virksemi, og Steinbjørn skilir væl, at tey venda sær til kommuna fyri at fáa hesi bæði økini, tí tað er tað lættasta, nevniliga tí hesi bæði økini eru byggiklár.
Hann leggur tó dent á, at málið við økinum hjá Elmari Zachariassen framvegis bert er á samráðingarstøðið og tí er onki avgjørt har enn.
- Tá vit nú fara at samráðast við Elmar Zachariassen, er tað klárt, at hann fer at koma við sínum krøvum. Fyritøkan hevur ynski um at etablera seg á Bumshamri, har tey halda til frammanundan, og kunnu vit koma til eina avtalu har, sum báðir partar kunnu liva við, er tað jú bara gott, sigur borgarstjórin og leggur aftur at, at tann bráðneyðugi tørvurin hjá Elmari Zachariassen er at fáa pláss til allar bilarnar, sum í dag standa parkeraðir ymsastaðni runt í Klaksvík, tí økið á Bumshamri, sum tað sær út í dag, er alt ov lítið.
Grundøkini á ídnaðarøkinum, sum talan er um, eru 2.300 fermetrar til støddar. Økið, sum fyritøkan hjá Elmari Zachariassen stendur í boði at fáa á Bumshamri, um avtala verður gjørd millum partarnar, er umleið 4.000 fermetrar.










