Klaksvík:
Eitt, sum er gjørt við tvey av spæliplássunum í býnum, er at leggja graslíki á. Soleiðis at tað liggur betri fyri at spæla fótbólt har.
Graslíkið er frá fótbóltsvøllinum í Klaksvík, sum bleiv útskift í fjør.
Steinbjørn Jacobsen, borgar- stjóri, sigur, at kommunan tók avgerð um at goyma graslíki til spæliplássini, tí tað varð mett, at kunna gera stóran mun.
- Eftirspurningurin eftir graslíkinum hevur verið avbera stórur, og vit hava selt alt, tað sum vit ikki sjálvi skuldu nýta.
Fimm spælipláss eru í Klaksvík og hava tvey av teimum nú fingið graslíki. Tað er spæliplássið á Jørundsgøtu og tað í Mylnutúni.
Hesi bæði spælipláss verða nógv nýtt um dagarnar. Ikki bert av børnum, sum spæla har um kvøldarnar, men eisini av dagrøktarum og barnagørðum.
Í gjár vóru børnini frá dagstovninum Mylnuhúsinum á spæliplássinum í Mylnutúninum. Tá søgdu onkrar av pedagogunum, at graslíkið var so nógv betur. Tí børnunum dámdu so nógv betur at spæla har, nú tey kundu lata seg detta, uttan at vera nakað serliga bangin um, at tey fóru at fáa so ilt.
Til dagligt eru eisini altíð nógv børn niðri á fótbóltsvøllinum og spæla, men nú graslíki er komið á vøllin í spæliplássinum eisini, so kann tað vera, at tey fara at spæla líka nógv har sum á vøllinum.
Nýtt spælipláss
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri sigur, at kommunan fer at gera eitt nýtt spælipláss undir Klakki í Klaksvík nú.
- Har eru so ómetaliga nógv børn nú, og tað er so vandamikið, at tey noyðast at spæla á vegnum, har nógv ferðsla er hvønn dag. So er tað nógv betur at gera teimum eitt spælipláss har úti á leiðini, og soleiðis fáa tey av vegnum. Har er onki spælipláss í nánd, so tað er hart tiltrongt.
Hetta at gera spælipláss til børnini ella at seta tey gomlu í stand, hevur nógv at siga. Tí tað ger trivnaðin hjá børnunum í býnum betur.
- Og børnini eru jú framtíðin, so tað er umráðandi at tey trívast og hava onkrastaðni at halda til og savnast. Kanska serliga tey ljósu summardagarnar og kvøldini, men eisini eitt vetrarkvøld, tá veðrið loyvir tí.
Eitt spælipláss er eisini úti í Víkunum, men har eru ikki so nógv børn longur, so tað verður ikki gjørt nakað við tað í hesum umfarinum. Haraftur at, er ikki so nógv at bjóða á tí spæliplássinum, tí sum er ber bert til at spæla bólt og annað har.
Meðan eitt nú spæliplássini í Mylnutúninum og á Jørundsgøtu hava reiggjur, sandkassa og skreiðubana.
Steinbjørn sigur, at tað er býargartnarin Hans Hjalti Skaale, sum hevur sett spælihúsið við skreiðubana og øðrum upp á spæliplássinum á Jørundsgøtu. Og tað er eisini komið rættiligt lív í tað aftur eftir, at tað kanska ikki hava verið so mong børn har. Nú spæla børn har hvønn dag og hvørt kvøld.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at hann heldur tað vera sera áhugavert at síggja at tað eisini eru foreldur, sum taka seg saman og gera eitt hvørt fyri børnini.
Sum dømi nevnir hann foreldur úr Rituvík, sum komu til Klaksvíkar at keypa ein part av graslíkinum, tí tey høvdu ætlanir um at gera eitt spælipláss í bygdini.
- Í dag hava tey eitt sera snotuligt spælipláss til børnini í Rituvík, sigur Steinbjørn.
Tað er sera umráðandi at hava spæliplássini fyri at halda børnunum vekk av vegunum, sum tíverri alt ov ofta verða nýttir til spælipláss sum er. Men Steinbjør heldur, at tað ber væl til, um spæliplássini verða gjørd í stand og hava nakað at bjóða børnunum.
- Tí um spæliplássið er snotuligt, so trívast børnini har, sigur borgarstjórin í Klaksvík at enda.