Gluntan handaði Klaksvíkar Kommunu gávu

Í lítlari móttøku hósdagin, handaði Gluntan vegna Tróndheimar kommunu bæði tí politisku og umsitingarligu síðunum av Klaksvíkar kommunu gávu. Móttøkan var ikki almenn, og var tað helst orsøkin til, at bert heilt fá fólk vóru til staðar

Klaksvík:
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík og Jórun Høgnesen, formaður í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs, tóku ímóti gávunum frá Tróndheimar kommunu. Tað var keramikkur frá eini gamlari keramikkfabrik í Tróndheimi, sum eitur Anne´s Keramik., fabrikkin byrjaði í 1797.
Gluntan kom til Klaksvíkar klokkan eitt við Dúgvuni og løgdu teir leiðina beint niðan í býráðshøllina, har fyrst Jórun Høgnesen beyð teimum at verða vælkomnum, síðani Christian Olsen, kunningarstjóri, segði teimum eitt sindur frá søguni um Klaksvík. Síðani segði Steinbjørn Jacobsen eisini nøkur orð, áðrenn ein av limunum í Gluntan tók orðið.
Hann segði millum annað, at nú hava Gluntan verið nakrar ferðir í Føroyum, men at tað altíð er hugaligt at koma aftur.
Hann segði eisini hvørjir limirnir eru í Gluntan og greiddi stutt frá gongdini hjá bólkinum, síðani hann bleiv stovnaður í 1965.
Síðani tosaði hann eisini um, hvat er hent í Tróndheimi, síðani Gluntan var í Føroyum seinast. Har nevndi hann millum annað 1.000 ára haldið í 1997, Heimsmeistarakappingina í skíð og prinsessubrúdleypið. Hann helt, at samanumtikið kundi sigast, at tað er hent nógv positivt bæði í Klaksvík og í Tróndheimi, síðani Gluntan seinast vitjaði í Føroyum.
At enda tók hann skemtandi til, at Gluntan eru at meta sum næstbestu umboðsmenn fyri Tróndheim. Næstir eftir Rosenborg, sum enn einaferð er komið víðari í Champions League.
Síðani handaði hann býráðsformanninum og formanninum fyri mentanarnevndini gávurnar frá Tróndheimar kommunu.
Aftaná framførdu Gluntan so nakrar av teimum vælumtóktu sangunun hjá bólkinum. Talan var um eina heldur avmarkaða framførslu. Har var ongin mikrofon og onki tummusett. Men tað komu teir kortini sera væl frá. Trummuspælarin gjørdi ikki mætari enn at spæla upp á ein tóman guitarkassa og eina tóma karamellueskju.
Síðani var farið at fáa sær okkurt smávegis til matna og at sløkkja tostan. Jákup Ziskason hevði borðreitt við pinnamati.
Gluntan skal hava tvær konsertir, meðan teir eru í Føroyum. Eina í Trongisvági og eina á Kambsdali.