býráðslimir brúkt hetta ímóti okkum, at vit hava fingið reint vatn, sum um hetta var ein heiðursgáva, heldur enn eini sjálvsøgd rættindi. Sum tað sær út í løtuni, kunnu børnini úti á Oyri skjóta ein langan [...] langan hvítan pinn eftir spæliplássinum. Tey brúka vegin til at spæla bólt á. Tann sama vegin sum ungir klaksvíkingar brúka til kappkoyring. Trý býráðsval á rað hava valevni lova okkum býðarhegn. Úrslitið er [...] rættin hjá øllum pørtunum í hesum málið. Ikki bara rættin hjá teimum sum eiða seyðin og hava rættin til bøin, men eisini teimum sum búgva úti á Oyri og ikki fáast við seyðahald. Nú ár 2004 fer at halla
endurnýggjað í 2003, tá Bendt Bendtsen umsat oljuvinnuna sum búskaparmálaráðharri. Hann gjørdi eina líka ringa avtalu sum í 1962 og mátti tí metast sum ein dýrur drongur fyri statin, ja, kanska tann dýrasti [...] meta sum Tingvøllir, nevndi Thorvaldur Gylfason. Hann kann ikki einskiljast. Íslendski professarin vísti á, at tað heilt margháttliga hendi í 2000, at hægsti rættur broytti sína avgerð. Hetta hendi, tí [...] fullsettur fríggjadagin, tá Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu boðið øllum áhugaðum á ráðstevnu um, hvussu fólksins ogn í havinum skal umsitast. Har vóru øll, sum alment hava sagt sína
suðri og norði, so var tað ein løgin kensla sum løgtingsmaður, sum ein av hinum 24, ikki at kunna fáa hendur á hesa góðu bók.... ikki fyrr seinnapartin í dag, mánadagin tann 30. august, nú hon liggur í [...] veksandi intensiteti hevur 1. september 1999 fingið eina glæmu sum Opinberingardagurin Mikli: Tá kemur Hvítabók ! Tá verður alt upplýst, sum hevur ligið í toku ella í trongskygdum ósemjum! Forsíðan á leygardags [...] eitt meistaraligt fjølmiðlakynstur, sum hann longu sýndu í síni sjónvarpstíð hinumegin upptøkutólið. Jú, 1. september var gjørdur til ein magiskan dato. Men tað løgna hendi, at longu 1 til 2 vikur áðrenn 1
báðir skipaðu fyri var “Elituvenjaraskeiðið” í 1998-99. Tað, sum í dag kann samanberast við A-venjaraútbúgvingina. ##med2## Knud Aage Nielsen, sum var lektari í ítrótti/námsfrøði á Kolding Seminarium, skrivaði [...] miðdepilin”, “Tað heila menniskja” og “Gleðin í miðdepilin”. Ein fatan, sum hevur eyðkent føroysku venjaraútbúgvingina til dagin í dag, hóast rákini á so mangan hátt annars kunnu hava verið hendan ella handan [...] Max so trúliga vitjaðu okkum. Tað var týðuligt, at glóðin var tann sama – hendan, at “Leikarin er ein menniskja – ikki eitt amboð”, og sum avrikar best yvir tíð, tá hon trívist. ##med4## Eri takksamur fyri
fleiri mannalív í Vága. Tað er greitt, eftir at dómarin í Føroya Rætti á miðdegi í dag segði sína hugsan um ein ungan mann, sum varð ákærdur fyri púra skilaleysa koyring í Klaksvík eitt hásummarkvøld í 2007 [...] eftir vegnum áðrenn hann steðgaði. Einir fýra aðrir bilar staddir á strekkinum, bæði bilar, sum skuldu sama veg og mótkoyrandi bilar og teir mátti skákkoyra eftir vegnum fyri at sleppa undan tí garvilla [...] frá tí augustdegi í 2007, tá ið óhappið hendi, tí løgreglan tók koyrikortið frá honum á staðnum. MYND AV SUBARU Tað var í hesum serbygda Subaru Impreza bilinum, sum ein blaðungur bilførari er dømdur fyri
ferjuna hvørja ferð. Í Klaksvík sá tú onga tílíka kø á keiini. Har var eingin forðing sum so í samferðsluni, og tí hendi ikki stórvegis broyting, tá tunnilin til Klaksvíkar kom", sigur Magni Laksafoss. Ikki [...] nógv lættari at vera klaksvíkingur. Hann heldur, at tað sama er galdandi fyri Eysturoyartunnilin. "Eysturoyggin er ein miðdepil longu í dag. Her liggja nógvar av teimum stóru vinnunum - tað broytist [...] og Eysturoynna í dag. Tú kanst koyra allan vegin. tað tekur ikki serliga langa tíð og tað kostar ikki serliga nógv", sigur Magni Laksáfoss. Hann heldur ikki, at tann lítli tímin, sum summi kunnu spara
var at líkna við eitt trotabúgv, sum Framtaksgrunnurin eisini hevði hug at rógva uppundir, so var tað heilt burturvið, at man ikki seldi, meðan tíð var. So hendi tað um sama mundið, at nakrir reiðarar buðu [...] andstøðan kritiseraði hana. Nú eru tað sjálvandi ikki politikarar, sum framdu hesa samanlegging, men um ein politikari er nøgdur við eina nevnd, sum hann hevur valt, so velir hann nevndina aftur. Um hann er ónøgdur [...] í vinnumálum einsamallur ella um tað var samgongan ella tess leiðsla, sum avgjørdi hetta afturval er líka mikið. Vit kunnu í dag staðfesta, at man hevur lurtað eftir teimum skeivu ráðgevunum, og vónandi
Brimnes, landsverkfrøðingur. Sama støðan er galdandi í Noreg, sum vit hyggja nógv at, tá tosað verður um tunlar og tunnilstrygd í Føroyum. Har eru eisini heilt nógvir tunlar, sum ikki lúka galdandi trygdarkrøv [...] er tann tryggasti, vit hava í dag, men hann lýkur heldur ikki øll av teimum krøvum, sett verða. Væl hevur Tórshavnar Kommuna at kalla alla ta trygdarútgerð, sum finst í dag, men inni í tunlinum mangla bæði [...] og síðan taka teir verandi, so hvørt umvælt verður ymsastaðni. Vágatunnilin verður so tann fyrsti, sum nýggju trygdarkrøvini raka, og síðan koma Gásadalstunnilin og Norðskálatunnilin, sigur landsverkfrøðingurin
vanliga nevnd Disan, sum er ættað úr Lamba. Vilmund og Disan fingu einkarsonin Tummas, sum, eins pápin, hevði útbúgving sum skipari. Sonurin Tummas eigur 3 børn saman við Heidi Thomsen, sum er ættað úr Sumba [...] Vilmund var tann persónurin í familjuni, sum altíð fekk okkum onnur, at flenna og gleðast. Vilmund er tíverri ikki ímillum okkum longur. Men vit síggjast aftur ein dag góði Vilmund. Týsdagin hin 13. mai 2014 [...] eisini við einum norskum trolara sum Niclas Hovgård, mammubeiggi hansara førdi. Vilmund var seinni skipari við “City of Norwich”, “Saksaberg”, og við “Sjófarinum”, sum beiggi hansara Jógvan átti. Fyrst
tryggjað sær heitið sum altjóða meistari á hesari olympiaduni, og hjá unga føroyameistaranum hevur eisini gingist sera væl. So væl, at Luitjen telvar fyri sínum fyrsta IM-normi í dag. Føroyar hava nú 13 [...] dysturin í dag er eftir. Ellinta og síðsta umfar byrjaði klokkan 10. Og nú vit hava otað okkum so langt fram slept ikki undan harðari mótstøðu í síðsta dystinum. Vit telva móti Kekkia, sum er styrkismett [...] øðrum og triðja borði at telva javnt móti ávikavist Babula og Haba, sum í miðal lógu um 2550 í rating. Kekkia er sterk talvtjóð. Nøvn sum Pachman og Hort eru víðakend. Í 1982 endaðu kekkar - tá var tað gamaní