Framtaksgrunnurin og sjóvarfallið

Oddagrein

Fyri einum ári síðani valdi Framtaksgrunnurin at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman. Heidi Petersen úr andstøðuni kallaði hetta eina sølu aftan stongdar dyr, og tað hevði hon púra rætt í. Táverandi leiðsla á Fiskasølunni hevði hoyrt okkurt graml um eina samanleggingarætlan, og legði tí eitt boð uppá knappar 50 milliónir fyri Fiskasøluna. Politikarar fóru at leika í, uttan at seta seg í málið, og gjørdu harvið helst feildisponeringina hjá Framtaksgrunninum lættari. Tað var ongantíð heilt greitt, hvat Framtaksgrunnurin helt um hetta boð, men hann tók so ikki av. Var boðið ov lágt, so kundu teir við einum almennum útboði fingið meir, og um Fiskasølan var at líkna við eitt trotabúgv, sum Framtaksgrunnurin eisini hevði hug at rógva uppundir, so var tað heilt burturvið, at man ikki seldi, meðan tíð var.

So hendi tað um sama mundið, at nakrir reiðarar buðu 115 milliónir fyri bara Fiskavirking. Framtaksgrunnurin takkaði eisini nei.

Nú standa vit so eitt ár seinni við vissuni um, at somu feløg, ið bjóðaðu 115 milliónir fyri bara Fiskavirking, nú bert bjóða 80 milliónir fyri samanlagda felagið. Tað vil siga, at boðið er farið 80 milliónir eftir reyv uppá eitt ár. At onkur útlendingur so kann bjóða uppaftur meir, merkir bert, at viðkomandi helst hevði bjóðað enn meir fyri einum ári síðani.

Tað var ávarað móti at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman, tí tað var flestum púra greitt, at man fór at fáa minni fyri samanlagda felagið enn fyri bæði feløgini hvør sær. Hetta valdi man ikki at lurta eftir, og úrslitið síggja vit i dag. Nevndin í Framtaksgrunninum tykist hava valt at raðfesta eina prosess hægri enn úrslitið, og kann hetta koma at gerast ein sera dýr avgerð.

Samgongupolitikarar stóðu á sjónvarpsskýggjanum og vardu samanleggingina, meðan andstøðan kritiseraði hana. Nú eru tað sjálvandi ikki politikarar, sum framdu hesa samanlegging, men um ein politikari er nøgdur við eina nevnd, sum hann hevur valt, so velir hann nevndina aftur. Um hann er ónøgdur, so verður nevndin send til hús. So einfalt er tað. Tað er líka nógv politisk uppíblanding at velja eina nevnd aftur, sum at senda hana til hús, hóast hetta tykist verða ringt at skilja í parti av fjølmiðlaheiminum og millum almennar ráðgevar.

Tá landstýrismaðurin í Vinnumálum valdi nevndina í Framtaksgrunninum aftur seinast, so vísti hann harvið, at nevndin í Framtaksgrunninum hevði politiskan uppbakning fyri sínari kós. Um tað var landsstýrismaðurin í vinnumálum einsamallur ella um tað var samgongan ella tess leiðsla, sum avgjørdi hetta afturval er líka mikið. Vit kunnu í dag staðfesta, at man hevur lurtað eftir teimum skeivu ráðgevunum, og vónandi verða tær røttu avleiðingarnar tiknar, so at hesir ráðgevar ikki verða spurdir aftur.

Hetta mál er ein svartur blettur í politikki samgongunar og hevur kostað nógvar pengar og væntandi fjølbroytni í fiskivinnuni á landi. Andstøðan hevði rætt fyri einum ári síðani, og vónandi lærir samgongan av hesum máli. Onkuntíð er betur at taka næstbestu avgerðina enn onga avgerð og harvið liggja sjóvarfallið av sær.

Sosialurin