Er Norðoyri partur av Klaksvíkar Kommunu?

Dánjal Jákup Meinertsson
Norðoyri

Nakrar viðmerkingar undan býráðsfundinum, 30 november 2004.

Ein stóran part av hesari býráðssetuni, hava íbúgvar úti á Oyri roynt at fingið Klaksvíkar Kommunu at viðurkenna, at Norðoyri er ein partur av kommununi. Úrslitið hevur verið misjavnt
Á fundi 16 oktober 2002, millum íbúgvar úti á Oyri, og Steinbjørn Jacobsen og John Færø fyri Klaksvíkar Kommunu, vóru hesi mál umrødd

1.Skúlabarnakoyring: hóast barnatalið var komið uppá 21, so vóru børnini framvegis koyrd í einum bili sum tekur 7 ferðandi. Morguntúrarnir vóru teir tyngstu, har kom tað javnan fyri at 14 børn vóru í bilinum, 2 í hvørjum setri ? og trygdarbelti. Avtala varð at kommunan skuldi finna eina loysn á hesum.
2.Spælipláss á Norðoyri: Møguleiki fyri at íbúgvarnir sjálvir gera arbeiðið, og kommunan letur øki og tilfar. Umsitingin skal kanna møguleikarnar.
3.Býarhegn. Hóast langa málsviðgerð er onki komi burturúr og eingin veit naka um hvar málið liggur.
4.Vatnveiting á Norðoyri: Norðoyri hevur framvegis ikki sóttreinsa vatn, og ymiskar umberðingar eru fyri hví so er.
5.Gøtusóparin út á Oyrar: Ynski um at gøtusóparin koyrir regluliga út á Oyrar, serliga tí at onki býarhegn er, og skarn frá seyði og hestum liggur og rekst allastaðni. Borgarstjórin skal bera boðini víðari. Sera einfalt.

Tvey av hesum málum eru í dag loyst, soleiðis at fólk á Norðoyri eru nøgd. Men tey vórðu ikki loyst uttan svørðslag.
Trupuleikin við ovurfylta skúlabilinum varð loystur eftir hálvtannað ár við sjabbi aftur og fram og til seinast við hóttanum um at melda málið til løgregluna.
Trupuleikin við vatnveitingini varð loystur á sama hátt, eftir at Heilsufrøðiliga Starvsstovan setti fram krav um hetta, tí stórar nøgdir av koliformum bakterium vóru í vatninum. Krav var sett til kommununa um at ávara íbúgvarnar, men ávaringin kom ongantíð. Harafturímóti hava einstakir býráðslimir brúkt hetta ímóti okkum, at vit hava fingið reint vatn, sum um hetta var ein heiðursgáva, heldur enn eini sjálvsøgd rættindi.
Sum tað sær út í løtuni, kunnu børnini úti á Oyri skjóta ein langan hvítan pinn eftir spæliplássinum. Tey brúka vegin til at spæla bólt á. Tann sama vegin sum ungir klaksvíkingar brúka til kappkoyring.
Trý býráðsval á rað hava valevni lova okkum býðarhegn. Úrslitið er syndarligt. Meg lysti at vita hvat ger hesa bygdina so serliga, at tað ikki ber til at vetrarfriða hana. Tað ber til alla aðrastaðni. Hetta er ein spurningur um at virða rættin hjá øllum pørtunum í hesum málið. Ikki bara rættin hjá teimum sum eiða seyðin og hava rættin til bøin, men eisini teimum sum búgva úti á Oyri og ikki fáast við seyðahald. Nú ár 2004 fer at halla, má tað bera til at ganga millum húsini uttan at vaða í seyðalorti. Eg havi hoyrt at kommunan fekk í boði at vetrarfriða bygdina afturfyri eitt endurgjald uppá 300.000 kr. men tók ikki av. Kann tað passa?
At senda gøtusóparabilin út á Oyrar regluliga, átti ikki at verið eitt trupult mál. Sambart fundarreferatinum 21. oktober 2002, skuldi borgarstjórin syrgja fyri hesum. Onki hendi hóast fleiri áminningar. 26 september 2003, kemur nýtt skriv frá býráðsskrivaranum, har hann staðfestir at alt er komi í rættlag og gøtusóparin kemur út á Oyrar einferð um vikuna. 9 oktober kemur so eitt bræv frá borgarstjóranum har hann staðfestir tað sama. Eg skal hervið boða frá, at nú, ultimo november 2004, er framvegis onki hent hesum viðvíkjandi. Fyrigevið mær, um eg ikki longur havi álit á borgarstjóranum.
Í hesum sama skrivið, dagfest 9 oktober 2003, nertir borgarstjórin við eitt annað mál, sum vit hava stríðst við. Oyravegurin er sera myrkur í støðum og nógv fólk gongur har. Viðhvørt er eisini seyður og onkuntíð hestar á vegnum. Tað hevði tí verið ein sigur fyri ferðslutrygdina, og fyri øll tey sum dagliga fáa sína motión á oyravegnum, um ljóssteyrar vóru settir upp har. Fundamentini standa í gongubreytini og kaðalar eru lagdir, so eftir er bara at seta steyrarnar upp. Ongin játtan var til hetta í 2003, ongin í 2004, og nú er líkt til at heldur ongin verður í 2005.

Synd er at siga at fráfarandi býráð hevur víst Oyrabygd stóran áhuga. Mín vón er at nýggja býráðið fer at taka sær aðrar partar fyri.

Um Oyrafólk skuldu reist ein minnisvarða yvir fráfarandi býráð, skuldi hesin verið bygdur av brotnum lyftum, líkasælu og kanska einum sindri av hástórari niðurgering.