longur, enn hann sær. Tá mysing er í sjónum, og út er fjarðað langt, hann letur seg úr skónum, nú er at finna mangt. Tað eru tarabrosmur, ja, rognkelsi og krutt. Tað kemur ofta fyri, hann røkkur heldur [...] tráðu, í hesum sæla frið. Hann sigur við sín faðir: - Ei er her nógv at fá. - Nú haldi eg hjá mær er ein seiður komin á. So fegin drongur situr, tá upp hann hevur sift. Hann seiðin hevur fingið og nýggja [...] heldur stutt. At byrgja drongin inni, fer ei at bera til. Ei heldur kann hann sleppa til alt, hann sjálvur vil. Í dag tá segði pápi: - Í kvøld eg sleppi við, og mamma heldur fyri: - So ert tú tá í frið. Í rongini
Fótbóltur Tað var gott lag á heimaáskoðarunum í skýlinum við vøllin á Skála leygardagin. Tað er longu langt síðani, at liðið slapp undan niðurflytingarvandanum, sum liðið var í inntil eina ferð í summar [...] summar. Leygardagin vann Skála 2-0 á AB, og tað saman við úrslitum aðra staðni, sum vóru Skála til fyrimunar, bar við sær, at Skála flutti av 8. og fram á 6. pláss. Heimaliðið var greitt omaná mest sum alla [...] spæla á Skála í 2008. Eitt nú er tað greitt, at ikki allir útlendingarnir fara at spæla á Skála næsta ár. Milic Curcic hevur seinastu árini verið drúgvur í miðverjuni saman við Rúna Rasmussen. Hann fer ikki
og Grønlandi. Men hann vísti á, at Føroyar eru eitt heilt annað land enn Danmark og at hann kendi seg ikki sum dana. T.d. fylgir hann ikki longur væl við hvat hendi í Danmark, nú hann var fluttur til London [...] fylgir hann væl við øllum, ið fyriferst í Føroyum. Teitur greiddi somuleiðis frá, at hann helt hesa luttøkuna á Popkomm vera sera týdningarmikla, tí nýggja fløgan júst var komin út í Týsklandi, og hann segði [...] ymisk motiv tá tey fara á konsert, og eg vænti at hesi fólkini høvdu tað stuttligt á ein annan hátt, tað er veruliga ikki nakað, sum eg taki illa upp. Fyri okkum skal tað bara rigga á pallinum millum tónl
heili 18 ár stjórnaði Vestmanna Sangkóri. Nógv framúr løg gjørdi hann til kórið, m.a. hesi tvey, sum verða framførd á konsertini: ?Fuglur letur av gleði? við orðum eftir Regin Dahl, og so tann glitrandi perlan [...] av okkara fremstu kórlagasmiðjum, Knút Olsen, hevur gjørt lag og satsin til. Tað hevur Knút eisini gjørt til tann vakra summarsangin hjá Hans Jacob Glerfoss, ið doyði fyri stuttum: »Minnist tú í haganum
Venjarin frøddist um, at tað bar til at vinna á Brøndby, sjálvt um lyklaspælararnir Ståle Solbakken og Todi Jónsson ikki vóru við Tað var óført lag á FCK monnunum sunnukvøldið. Niels Christian Holmstrøm [...] Thomas Thorninger, vongspælarin hjá FCK í vinstru, sum setti hol á. Tað gjørdi hann í 41. minutti, og talan var um eitt fínt mál, tá hann úr fimtan metrum fluktaði framvið Mogens Krog, veteraninum í málinum [...] Ståle fríggjadagin fyrstu ferð alment fram. Hann hevði ikki annað ítøkiligt at siga, enn at tað um ein góðan mánað verður gjørt av, um hann eigur nakra framtíð á fótbóltsvøllinum ella ikki. jh
høvdu spenni á skónum – júst, sum á døgum Nólsoyar páls. ##med2## Kvartettin, Svabonia er mannað við Angeliku Hansen á violin, Fiona Parker á horn, Daniel Rye á klarinett og Ólavur Jakobsen á gittara. Til [...] Til endans á konsertini slapp ein ung genta á bert 11 ár at spæla við. Sólja, sum gentan eitur, er dóttir Fiona Parker og Daniel Rye. Hon spældi merkisverduga væl, og spældi hon upp á violinina hjá Nólsoyar [...] Páll Til høvið í dag varð spælt upp á eina lítla violin, sum annars er í varðveitslu á Tjóðsavninum. Hesa violin sigst Nólsoyar Páll at hava átt, og skal hava spælt upp á hana saman við Svabo, sum var virkin
flenna Hann ærina fekk við eitt øgiligt knoss Nú seti eg Ellint og Karsten á pláss Men Páll hann fer í tí sáligu stund og ringjur til hesar jassar Hann bjóðar teimum til Sands á fund Og »ja« søgdu hesir [...] róp Og tað var hann Ellintur stóri Tit halda tit ganga her og sláa kóp Hann brølar sum kálvur í flóri Sín stóra neva í borði slær Alt mítt skal á pláss tað sigi eg tær Men Karsten hann svarar við lív og [...] bleiv runnið á v.c. Og so gekk tíðin við klandur og stríð Dett er ein verð vit liva í Á Reynatúgvu í bønum hjá sær so øgiligt Páll mann renna Hann gongur og jagstrar har eina ær Tá froysur hann út úr at flenna
setti Brandal seg í samband við danska kaffiskennaran Johan Ottosen, sum hesar dagarnar leggur teimum lag á kynstrið at bryggja ein veruligan kopp av kaffi. Sum gott vín - Tíverri eru fólk so von við vánaligt [...] MoccaBox. Tað er Johan, sum hevur staðið fyri at velja kaffisløgini, ið verða bryggjað her á Café 45. Og alt bendir á, at her er bara tað allarbesta kaffi nóg gott. Umframt Espresso, Cappuccino og café Latte [...] kaffi?, spyr Johan, og fer í holt við mala nakrar óvanliga vælangandi kaffibønir. Meðan hann stákast, greiðir hann frá, at tað er ein serliga stór fragd at sleppa at bryggja kaffi við føroyskum vatni hesar
hetta mál fram, tá hann var í Íslandi og vitjaði David Oddsson, forsætisráðharra, eins og hann hevur tosað við Nyrup Rasmussen um hetta, tá hann var í Føroyum seinast. Hesaferð bar hann málið fram, fyri [...] tosaðu við Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, sum var við á ferðini í Grønlandi, saman við øðrum embætisfólkum í almennu umsitingini. Á fundinum tosaðu leiðararnir um ES-mál, og grønlendsku sáttmál [...] um føroyska ES handilssáttmálan, og serliga um rækjuspurningin, sum nú er fingin í lag. Danskt uppskot ikki ávirkan á sjóverjuna Eisini varð tosað um sjóverjuna, við støði í nýggja, danska verjuuppskotinum
uttan at tað hevur givið nakað, tí tað hevur verið óskipað. Hesa ferð var hann frá fyrsta bríksli undir liðini á Jacob Bymar, og tað bar álopstyngd við sær. Ovi megnaði at temja ella snitta so at siga allar [...] væl upplagdur á miðvøllinum í vinstru, inntil hann aftanífrá var fullkomuliga órímuliga sparkaður niður og noyddist at taka seg aftur. Arnhold Joensen spældi væl í 2. hálvleiki, tá ið hann bæði vann taklingar [...] í yvirtíðini, bara hevði eina orduliga roynd á KÍ málið. Hjá GÍ tóktist tað darvað Popczynski nógv, at hann hevði misnýtt gylta møguleikan at javna, og hann tók seg aftur, tá ið tað ráddi mest um at leggja