og eiga at gera, heldur aðalskrivarin í Amnesty í Føroyum. – Hetta hevur verið boðskapurin hjá Amnesty í fleiri ár, ikki minst í sambandi við, at tað hevur staðið í fleiri samgonguskjølum, at útlendingamál [...] Í ár fer Amnesty International í Føroyum at seta kikaran á spurningin um flóttafólkaspurningin. Ætlanin við tí er at gera eina roynd at fáa almennu myndugleikarnir í Føroyum til eisini at taka málið upp [...] verið ógreiðir, tá vit hava spurt, hvør ábyrgdin hjá Føroyum er í løtuni. – Og vit kunnu ikki renna undan ábyrgdini, tá eitt menniskja stendur í Føroyum og søkir um friðskjól, sigur Katrin á Neystabø. Trýst
tagnarskyldu í slíkum málum. Víst úr Føroyum Rosalie Thomsen, sum hevur filipinskt pass, er víst úr Føroyum, hóast hon hevur varandi uppihaldsloyvi í Danmark og er gift føroyskum manni. Tey hava búð í Danmark [...] er føddur í Føroyum, ætlaðu sær til Føroya. Har fekk hon at vita, at hon hevði frítt at fara og nýttist ikki visumloyvi. Í Føroyum fekk hon eitt barn afturat í mars mánað, og hon og maðurin ætlaðu at búseta [...] búseta seg í Føroyum. Men tá hon fekk arbeiði í Føroyum, gjørdust myndugleikarnir varugir við, at hon onki arbeiðs- og uppihaldsloyvi hevði. Alt endaði við, at hon varð víst av landinum. Hon skal vera
hýsu undan Føroyum, tí tær stóru handilsketurnar í Bretlandi siga, at okkara hýsuveiða er ikki burðardygg. Hann leggur aftrat, at tá teir eru undir Íslandi og landa íslendsku hýsuna í Føroyum, er støðan [...] soleiðis sum hon er við hýsumarknaðin. - Niðri í Evropa hava umhvørvisfelagsskapir nógv meiri at siga enn í útjaðarum sum Føroyum og øðrum londum, ið liggja í útjaðara. Handilsketurnar royna at vera umhv [...] ikki er í vanda, og at veiðan er burðardygg sum er. Vit, sum selja fisk í Føroyum, royna sjálvandi eisini at argumentera fyri, at okkara veiða er burðardygg, men tað er bara ikki nóg mikið í løtuni, sigur
sigur John í sínum fryntliga lagi. Fýra mánaðir í Føroyum – tosar flótandi Í eitt ár fekk hann undirvísing í at skriva og úttala føroyskt. Men sjálvur hevur John Mitchinson bert verið í Føroyum í tilsamans [...] fyribrigdi í Føroyum, ið ikki er at síggja nógva aðrastaðni. - Tað sum er serliga áhugavert er, at øll duga danskt í Føroyum, men tú hoyrir ikki føroyingar tosa danskt. Tú sær danskt í sjónvarpinum, í bløðum [...] talumálið út av eggini til avgrundina, til í mestan mun at vera nýtt til at vegleiða ferðafólk og at døma við. Gongdin og broytingin í nýtsluni av donskum máli í Føroyum og millum føroyingar verður nú granskað
Contest) hildin. Hesuferð varð kappingin í Wien í Eysturríki, og aftur í ár, eins og undanfarin ár, hevur spurningurin stungið seg upp um, hví Føroyar ikki luttaka í kappingini. Nógvar ymsar frágreiðingar [...] goldið fyri luttøku, í mun til at gjalda fyri somu eksponering og marknaðarføring í øðrum miðlum runt um í heiminum? Hevði kostnaðurin fyri eini føroyskari luttøku ikki verið væl givin, í mun til alla ta [...] verða vertsland árið eftir. Tað er eisini í fleri førum komið fyri, at kappingin ikki hevur verið hildin í vinnaralandinum. Í ár luttóku 40 lond; luttakaralondini eru í høvuðsheitum evropeisk lond, men onnur
l móti Føroyum. Dagin fyri forsætisráðharrin lendi í Vágum sendi landsstýrið svar til fiskivinnukommisserin í ES. Í svarinum krevur landsstýrið fair play frá stórveldinum, heldur enn boykott. Í sama andadrátti [...] av ríkinum, fyllir framvegis nógv í hugaheiminum hjá løgmanni. - Kemur Danmark í ta støðu at noyðast út í eitt ES-boykott av Føroyum, so er tað ikki bara ein skøva í lakkið, men ein bugla á bilin. Ein [...] innflutning úr Føroyum og við at stongja havnir í ES fyri føroyskum skipum. Kílin Forsætisráðharrin ger í sama viðfangi greitt, at Danmark hevur bundið seg til at fylgja tí avgerð, sum ES tekur í sildastríðnum
dugnaligir. Í grundini er tað ikki øðrvísi at leikstjórna í Føroyum enn í Íslandi. Tað eru somu trupulleikar at dragast við. Ein munur hevur verið, og tað er, at tað gongur seinni fyri seg í Føroyum og tí havi [...] blanding Hetta er fyrstu ferð Saga Jónsdóttir leikstjórnar leiki í Føroyum, men tað er ikki fyrstu ferð hon er her. Í fjør summar var hon í Føroyum í sambandi við, at filmurin Dansurin varð tikin upp. Hesin filmurin [...] upp tvær reisur í Íslandi, bæði av yrkisleikarum og av áhugaleikarum. Ólafur Haukur Símunarson, eitt av fremstu leikskaldunum í Íslandi, skrivaði leikin í 1995 og er tað 13. leikritið í røðini. Tað varð
Í løtuni eru sjey ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum. Øll skipini fiska tosk og hýsu, og tey fáa eisini eitt sindur av longu og brosmu. Línuskipini hava góðan fiskiskap. Á Fiskamarknaði Føroya [...] Føroya vita tey í dag at siga, at ísfiskalínuskipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Lagt verður aftrat, at fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap, og eitt frystilínuskip er undir Føroyum. Á Femish [...] Femish Kap eru Klakkur, Kambur, Stapin og Eivind, og Ågot er undir Føroyum. - Streymurin verður harður alla næstu viku, og veðrið verður skiftandi. So, vit rokna ikki við nógvum útróðri. Men, útróðrarbátarnir
sigrinum á Føroyum á Kreta 5. apríl. Hóast tær griksku vunnu ein tepran sigur á Føroyum á heimavølli, so eru tær risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna á Føroyum. Miðaloddsini upp á heimasigur [...] á Tórsvølli í hesari EM-undankappingini. Farna fríggjadag gekk tað framúr við 4-0 (1-0) sigri á Andorra. Seinnapartin verður Grikkaland mótstøðuliðið. Grikkaland vann við einum brotssparki í 1-0 sigrinum
vanligar í Føroyum, men í september varð ein funnin í einum vakstrarhúsi í Havn. Talan er um grashoppuna á myndini omanfyri. Hetta upplýsir heimasíðan hjá djórakennaranum Jens-Kjeld Jensen í dag. Vísindaliga [...] jenskjeld.info at siga, so varð ein onnur grashoppa funnin í Porkeri í 2004. Tað var fyrstu ferð, at Jens-Kjeld Jensen hevði hoyrt um eina grashoppu í Føroyum, og tá boðaði hann frá, at hann sera fegin vildi hoyra