Fiskivinna
Prísurin á føroyskari hýsu á Fiskamarknaði Føroya er sum heild lágur. Tað gongur illa hjá skipum, sum landa føroyska hýsu, yvirhøvur at sleppa av við hana fyri líkinda prís.
At kalla eingin hýsa, sum verður veidd undir Føroyum, fer til virkingar og tað, sum landað og selt verður, fer at kalla alt av landinum óvirkað til smákeyparar kring um í Bretlandi.
Skipari undrast
Línuskipari, sum hevur vent sær til Sosialin, undrar seg yvir støðuna.
- Vit hava skilt, at trupulleikar eru við sølu av virkaðari hýsu undan Føroyum, tí tær stóru handilsketurnar í Bretlandi siga, at okkara hýsuveiða er ikki burðardygg.
Hann leggur aftrat, at tá teir eru undir Íslandi og landa íslendsku hýsuna í Føroyum, er støðan ein onnur, og tá fæst eisini gjarna betri prísur fyri hetta fiskaslag.
Línuskiparin sigur seg eisini hava skilt, at íslendska hýsan, sum landað verður í Føroyum, saktans kann virkast her á landi og seljast útlendskum keyparum.
- Hvar liggur trupulleikin, og hví er hetta so vorðið? spyr hann.
Línuskiparin reisir eisini spurningin, um ikki okkurt er galið hjá okkum sjálvum, tá íslendingar kunnu fáa síni fiskasløg góðkend hjá handilsketum í Bretlandi – og ikki føroyingar.
- Tað er minni hýsa at fáa undir Íslandi enn undir Føroyum, og tí má tað vera heima hjá okkum, at arbeiði ikki verður gjørt nóg væl – og hundurin soleiðis liggur grivin, sum hann tekur til.
Stórur trupuleiki
Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Símun Jacobsen, ásannar, at stórir trupulleikar eru við sølu av virkaðari hýsu úr Føroyum á bretska marknaðinum.
- Bretland hevur verið okkara stóri hýsumarknaður, og nú vilja tær stóru handilsketurnar ikki keypa okkara hýsu, tí mett verður ikki, at okkara hýsuveiða er burðardygg.
Símun vísir á, at tað eru tær stóru handilsketurnar, sum eisini eru teir stóru og væl gjaldandi kundarnir.
- Hesar ketur hava síni egnu fólk, sum meta um, hvørt fiskurin, tær selja, er burðardyggur ella ikki. Keturnar tora ikki at koma í ta støðu, at eitt nú journalistar leypa á og siga, at tær selja fisk, sum ikki er veiddur úr burðardyggum fiskastovni.
Formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum sigur, at sum er, meta handilsketurnar ikki, at føroyska hýsuveiðan er burðardygg, og tí er støðan, soleiðis sum hon er við hýsumarknaðin.
- Niðri í Evropa hava umhvørvisfelagsskapir nógv meiri at siga enn í útjaðarum sum Føroyum og øðrum londum, ið liggja í útjaðara. Handilsketurnar royna at vera umhvørvisbevístar og tora tí ikki at hava føroyska hýsu í sínum vøruútboði.
Símun Jacobsen vísir á, at hagtølini yvir gongdina í føroysku hýsuveiðini eru almenn, og haraftrat kemur, at ráðgevandi stovnurin ICES ikki er serliga bjartskygdur um føroysku hýsuveiðina.
- Íslendska hýsuveiðan hevur onga góðkenning sum so, men kortini meta stóru handilsketurnar, at íslendski hýsustovnurin ikki er í vanda, og at veiðan er burðardygg sum er. Vit, sum selja fisk í Føroyum, royna sjálvandi eisini at argumentera fyri, at okkara veiða er burðardygg, men tað er bara ikki nóg mikið í løtuni, sigur formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Símum Jacobsen, sum vit fara at venda aftur til í komandi viku.