Miðaloddsini upp á føroyskan sigur á Grikkalandi eru 20,70

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Grikkalandi

Seinnapartin klokkan 16.45 spælir føroyska kvinnulandsliðið annan EM-undankappingardystin á Tórsvølli í hesari EM-undankappingini.

 

Farna fríggjadag gekk tað framúr við 4-0 (1-0) sigri á Andorra. Seinnapartin verður Grikkaland mótstøðuliðið.

 

Grikkaland vann við einum brotssparki í 1-0 sigrinum á Føroyum á Kreta 5. apríl.

 

Hóast tær griksku vunnu ein tepran sigur á Føroyum á heimavølli, so eru tær risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna á Føroyum.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Føroyar eru so høg sum 20,70.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,05.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Grikkaland eru so lág sum 1,07.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##