Grashoppa funnin í vakstrarhúsi í Havn

Grashoppur eru alt annað enn vanligar í Føroyum, men í september varð ein funnin í einum vakstrarhúsi í Havn. Talan er um grashoppuna á myndini omanfyri. 

 

Hetta upplýsir heimasíðan hjá djórakennaranum Jens-Kjeld Jensen í dag. Vísindaliga navnið á grashoppu er Orthoptera, og tað eru fleiri túsund ymisk sløg av grashoppu. 

 

- Hatta er ein grashoppa, sum ivaleyst er innflutt til Føroya saman við nøkrum plantum, sigur Jens-Kjeld Jensen við in.fo.

 

Eftir heimasíðuni jenskjeld.info at siga, so varð ein onnur grashoppa funnin í Porkeri í 2004. Tað var fyrstu ferð, at Jens-Kjeld Jensen hevði hoyrt um eina grashoppu í Føroyum, og tá boðaði hann frá, at hann sera fegin vildi hoyra frá fólki, um nakar sá eina grashoppu aftur.